fríggjadagur 1. juli 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. juli 2011 · Nr. 75
14
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen, Isle of Wight
Enn er vikan ikki farin og í skrivandi
løtu eru framvegis fleiri gullkjansir
eftir enn, so illa ber til heilt neyvt at
gera upp, hvat er komið burturúr og
ikki, nú oyggjaleikir hava verið á Isle
of Wight síðani síðsta leygarkvøld,
tá setanin var.
Skráin fyri dagin í dag fortaldi
um tvær gullfinalur í flogbólti
og tvær í badminton, umframt at
frælsur ítróttur, borðtennis, fjalla
súkkling og golf hava sínar avbjóð
ingar í dag. Okkurt av hesum er
kanska longu liðugt, tá blaðið er á
gøtuni, og okkurt er kanska í gongd,
tá hesar reglur verða lisnar.
Kortini er hetta rætta løtan at
gera »status quo«, tí nógv tað mesta
er farið aftur um bak og liðugt, og
eitt nú eru fleiri av okkara van
liga heiðursmerkjatungu ítróttar
greinum lidnar við sínar kappingar.
Her er talan um eitt nú svimjing og
bogaskjóting, har tað í hvørjum
føri eydnaðist at fáa tað burturúr í
heiðursmerkjum, sum ætlanin ella
ynskið var.
Minni burturúr
Svimjingin hevði sett sær fyri, at
vinnast skuldu 30 gullheiðursmerki
á Isle of Wight, men talan gjørdist
bara um helvtina. Her var orsøkin
kortini heilt einfalt tann, at tað ikki
bara eru føroysku svimjararnir, ið
hava tikið seg fram, tí eisini kapp
ingarneytarnir vóru nógv sterkari,
enn roknað varð við. At næstan 40
oyggjaleikamet fullu hesar leikir
nar, fortelur eitt sindur um styrkina,
ið merkti feltið hesa ferð.
Bogaskjúttarnir vóru øgiligir á
Rhodos fyri fýra árum síðani, tá teir
struku avstað við átta gullmerkjum,
men í Álandi fyri tveimum árum
síðani vóru tey seks í tali, og hesa
ferð kom talið á gullmerkjum niður
á fýra. Kanska hava hini tikið seg
nógv fram, men kanska er talan
eisini um, at føroyski innsatsurin
onkursvegna ikki ordiliga stóð mát
hesa ferð.
Í 2009 kom badminton brádliga
við sum heiðursmerkjaslúkur, tá
úrtøkan gjørdist trý gullmerki, eitt
silvur og eitt bronsumerki. Enn eru
tveir gull- og ein bronsumøguleiki,
men onkursvegna kom heldur ikki
her alt tað burturúr, sum ynskiligt
hevði verið.
Aftur á tindinum
Flogbólturin hjá bæði kvinnum og
monnum er aftur á tindinum, og
har spurdist í minsta lagi silvur
burturúr, tí bæði liðini komu í
finalurnar. Hetta er óført og serliga
hjá monnunum eitt stórt plástur
á opna sárið, sum fimtaplássið í
Álandi hevur verið. Í báðum førum
er talan um ættarliðsskifti, ið riggar
sera væl, so bæði ungir og royndir
spælarar manna liðini.
Somuleiðis kunnu tey í frælsum
ítrótti fegnast um, at tey hava
vunnið fleiri heiðursmerki, eftir
at lítið er komið burturúr í fleiri av
teimum síðstu oyggjaleikunum. Ikki
minst er hugaligt at síggja, at tað
veruliga eru ungfólk, ið vinna heið
ur, tí hetta er úrslit av miðvísum
ungdómsarbeiði, ið fruktirnar so
spakuliga kunnu heystast av.
Borðtennis
hevði
framvegis
onkran møguleika í dag, umframt
at fjallasúkklingin sum seinasta
vónin hjá súkklarunum skal standa
sína roynd, hóast tað nokk er stór
uppgáva at fáa nakað heiðursmerki
burturúr.
Í skjótingini hevur tað heldur
ikki rokkið til heiðursmerki, eins
og golf enn ikki ordiliga megnar at
bjóða av í meira spennandi helvt
ini av kappingini. Hetta eru tó
Eitt sindur
»bæði og«
Oyggjaleikir Kanska eru vit kræsin, tí tað gekst so væl
síðst, men hvussu vit venda og snara tí, er ikki tað sama komið
burtur úr oyggjaleikunum hesa ferð. Ein orsøk er sjálvandi,
at tvær av okkara góðu greinum ikki eru við, umframt at hini
oyggjasamfeløgini heldur ikki hava staðið í stað síðstu tvey árini