fríggjadagur 1. juli 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. juli 2011 · Nr. 75
22
Sosialurin
Marknaðarfólk til Bókadeild
Føroya Lærarafelags, hálva tíð
– royndarsett til 1. juli 2012
Bókadeild Føroya Lærarafelags søkir eftir
marknaðarfólki at byrja skjótast til ber.
Starvið fevnir í høvuðsheitum um at kunna um
okkara útgávur og røkja heimasíðu, skipa fyri
sølufremjandi átøkum o.tl.
Til starvið krevst viðkomandi yrkisligur førleiki,
góður kunnleiki í føroyskum, og áhugi og
grundleggjandi vitan um bókmentir.
Løn og setanartreytir eftir sáttmála við Føroya
Lærarafelag og við góðkenning Fíggjarmála
ráðsins.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Bókadeildina á tlf. 617644, ella á bfl@bfl.fo
Skrivlig umsókn við avriti av viðkomandi prógvum
og møguligum viðmælum skal vera Bókadeildini
í hendi 25. juli 2011:
Bókadeild Føroya Lærarafelags
Pedda við Stein gøta 9
100 Tórshavn
Bókadeild Føroya Lærarafelags er stovnur undir Føroya Lærara
felag, sum varð stovnaður í 1956. Forlagið gevur fyrst og fremst út
barna og ungdómsbøkur, men eisini aðrar bókmentir, einar 80 um
árið tilsamans. Umframt hevur forlagið um hendi barnablaðið Strok
og Skúlablaðið. Á Bókadeildini starvast fýra fólk: eitt í fullum starvi,
eitt í ¾ og tvey í ½ starvi.
Fríggjadagin 1. juli
Milliónbúff / Nakkasteik
/ Stoktur høsnarungi
Leygardagin 2. juli
Búffur av svínalundum
Mánadagin 4. juli
Forlorin hara / Kókað neytakjøt
Týsdagin 5. juli
Fiskafrikadellur / Nakkasteik
Mikudagin 6. juli
Stoktur fiskur / Kjøtfrikadellur
Sosialurin 341800