Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 1. juli 2011 · Nr. 75 Sosialurin Vegna konkursbúgv verða húsini á Skotarók 6 í Tórshavn lýst til sølu. Talan er um eini sermerkt hús, ið standa í einum góðum umhvørvi og við frálíkum útsýni. Grundøkið er 512 m2 til víddar. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Nærri fæst at vita á tlf. 31 17 44 ella á www.klett.fo Bringsnagøta 21 · Postboks 62 · 110 Tórshavn · Tel 311744 Faks 318844 · www.klett.fo · klett@klett.fo Hús í Tórshavn til sølu Lions Club Tórshavn skipar aftur í ár fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á ólavsøku. Opið verður 28. juli til 31. juli.. Hevur tú hug at taka lut í hesi framsýning, set teg í samband við Lions Club Tórshavn á teldupostadressu: lions.torshavn@hotmail.com ella á telefon 210599 áðrenn 9. juli. Síðani fært tú sendandi eitt tilmeldingarskjal at fylla út. Hvør luttakari kann hava í mesta lagi 3 til 5 málningar, alt eftir stødd. Málningar, ið skulu sýnast fram, skulu handast nevndini tann 23. juli kl. 18 – 20 í Müllers Pakkhúsi. Óseldir málningar skulu avheintast aftur sunnudagin tann 31. juli millum kl.18 og 20. Vinningurin av listaframsýningini fer óskerdur til átøk innan orðblindni hjá børnum og ungum.