Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. juli 2011 · Nr. 75 24 Sosialurin Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, 110 Tórshavn Tel. 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Vilt tú seta tíni fingramerki á framtíðarbygging í Føroyum við týdningar- miklum og stásiligum bygningsverkum, so er Landsverk rætta arbeiðs- plássið. Sum stovnur bjóða vit tær eitt spennandi og avbjóðandi starv sum deildarleiðari á nýggjari byggideild. Arbeiðsuppgávur Byggideildini varðar av strategiskum ætlanum og raðfestingum í sambandi við alla nýbygging og viðlíkahald undir landinum. Uppgávurnar fevna bæði um smærri verkætlanir frá eini hálvthundrað túsund krónum og heilt upp í risaverk­ ætlanir sum eitt nú Skúladepilin við Marknagil fyri fleiri hundrað mió. krónur. Harafturat umsitur deildin leigumál hjá landsmyndugleikunum og reglur við­ víkjandi bygging; herundir ávegis byggireglugerð. Í løtuni starvast 11 starvsfólk á byggideildini, men væntandi fer deildin at vaksa. Førleikakrøv Tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni. Harafturat hevur tú gott innlit í byggivinnu, leiðsluroyndir og førleikar innan verkætlanarstýring og ­eftirlit. Sum persóni dámar tær at ganga undan, eins og tú ert savnandi og evnar at skapa eitt gott og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi. Harafturat ert tú bæði væl­ skipað/ur og hevur góð analytisk evni. Setanartreytir Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Deildarleiðari til nýggja byggideild á Landsverki Landsverk er undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. Við umleið 140 starvsfólkum er Landsverk ikki bert ein av størstu almennu stovnunum í Føroyum, men eisini millum teirra, sum hevur størstu serfrøðina savnaða undir sama taki. Umsóknir Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast umvegis landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. juli 2011 kl. 08.00. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ewald Kjølbro, stjóra, á tlf. 290 801 ella ek@lv.fo Brót upp úr nýggjum Starvslýsing Komið øll og roynið bussarnar! Kom oman á Skálatrøð sunnudagin 3. juli og síggj borgarstjóran koyra buss. Far ein túr við familjuni í nýggju bussunum. Kom við til almenna hátíðarhaldið, tá nýggju bussarnir verða sýndir fram. Kl. 14.30 ∙ Økið letur upp ∙ Bussar eru opnir fyri almenninginum ∙ Angela og Hannibal undirhalda børnunum ∙ Tónleikur ∙ Kaffi og køkur Kl. 15.00 ∙ Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin ∙ Marin Katrina Frýdal, form. teknisku nevnd, heldur røðu ∙ Snórurin verður kliptur ∙ Øll kunnu fara stuttan býtúr við bussunum. Kl. 17.00 ∙ Liðugt TÓRSHAVNAR KOMMUNA MeiTiLBerg ArTS