Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-01, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. juli 2011 · Nr. 75 26 Sosialurin Klaksvíkar Kommuna I Vegadeildin Klaksvíkar Kommuna I Nólsoyar Pálsgøta 32 I FO-700 Klaksvík Tel. 410000 I Fax. 410001 I klaksvik@klaksvik.fo I www.klaksvik.fo Persónligir førleikar Vit sóknast eftir einum handverkara ella líknandi við neyðugum førleika til at røkja omanfyri nevndu arbeiði. Arbeiðsformaðurin, sum verður dagligur leiðari, skal helst vera útbúgvin handverkari, ella hava aðra viðkomandi útbúgving. Tímalønta starvsfólkið verður sett skjótast tilber, og lønin verður sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Hans Fróða Hansen leiðara á vegadeildini á tlf. 21 32 49. Umsóknir, saman við upplýsingum um útbúgving, royndum og møguligum viðmælum v.m., verða at senda til: KLAKSVÍKAR BÝRÁÐ Postsmoga 2 700 Klaksvík og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. juli 2011. Eitt starv sum arbeiðsformaður á gongubreytatoyminum hjá Klaksvíkar Kommunu er við hesum leyst at søkja. Ætlanin er, at tann, ið settur verður, skal byrja skjótast gjørligt. Gongubreytatoymið er ein deild undir Vegadeildini, sum røkir gongubreytirnar í býnum. Á deildini eru tvey størv, ein tímaløntur arbeiðsformaður, sum skal verða handverkari ella líknandi og eitt tímalønt arbeiðsfólk. Starvið sum arbeiðsfólk er sett. Umframt vanligu tímalønina fær arbeiðsformaðurin eina eykað samsýning fyri dagligu ábyrgdina av gongubreytatoyminum. Arbeiðssetningur, bygnaður o.a. Arbeiðið fevnir um dagliga umsiting av kommunalum gongubreytum og gongugeilum so sum umvæling av betongkantum og asfalti, nýgerð serliga í eldri økjum, ymiskt viðlíkahald, reingerð og kavagrevstur av gongugeilum og trappum o.a.m. Gongubreytatoymið hevur tilvísing til leiðarin á Vegadeildini. Av amboðum, ið eru tøk til arbeiðið hjá toyminum kunnu nevnast ein lítil lastvognur og ein lítil gravimaskina. ArbeiðsformAður til gongubreytAtoymi hjá KlAKsvíKAr Kommunu hundaframsýning