Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-01, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. juli 2011 · Nr. 75 28 Sosialurin Í sendingini verður ein av nýggju býbussunum royndarkoyrdur saman við Gunduri Johanneson, busseigara. Eisini eru samrøður um nýggju koyriætlanina hjá býbussunum við Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu, og Jóannes S. Jensen, leiðara á Plan- og rakstrardeildini hjá Tórshavnar kommunu. Jóannes S. Jensen Jákup Egholm Hansen Vinnu- & Bilradio Leygardagin kl. 17 Sendingin verður eisini endursend sunnudagin kl. 15 og kl. 22 Gundur Johanneson Hugnalig sethús í Klaksvík til sølu Við hesum verður sethúsaognin Víkavegur 39 (matr.nr. 295), Klaksvík, lýst til sølu. Sethúsini eru í tveimum hæddum á uml. 45 m2, umframt loft. Grundøkið er uml. 119 m2 til støddar. Fleiri myndir eru á heimasíðu okkara www.lawfirm.fo. Áhugað kunnu venda sær til Sarah Ann B. Thomsen, sat@ lawfirm.fo ella Gunn Ellefsen. AdvoKAtfelAgið við Strond 4 YViri Við STrond 4 100 TórShAVn TlF. 203040, FAx. 203041 E-mAil: lAwFirm@lAwFirm.Fo JóGVAn PÁll lASSEn · PETur EVEn dJurhuuS JóGVAn E. EllEFSEn · AnnA dAm · inGi høJGAArd Gunn EllEFSEn · mimi STEinTórSdóTTir Sosialurin 341800 Um Kunningarstovuna Kunningarstovan verður rikin av Felagnum Tórshavn og heldur til í Gamla bókhandli mitt í býnum, har eini 30.000 fólk koma á gátt árliga. Har starvast dagliga trý fólk við leiðaranum. Framtíðar virksemi Virksemið hjá Kunningarstovuni hevur fleiri avbjóðingar fyri framman, eins og at Felagið Tórshavn hevur tørv á eini nýggjari menningar­ tilgongd, har handils ­ og vinnuligu áhugamálini og sambondini í býnum sum heild verða styrkt. Kunningarstovan skal framhaldandi vera við til at marknaðarføra býin, samskipa og skipa fyri tiltøkum. Framyvir skal eisini serstakur dentur leggjast á strategi og menningarætlanir og at skapa nýggjar virksemis­ og samstarvsmøguleikar. Starvið sum leiðari á Kunningarstovuni Starvið er áhugavert og fakliga krevjandi. Millum tær týdningarmestu uppgávurnar eru: · Leiða, samskipa og hava ábyrgd av dagliga virkseminum · Tryggja, at Kunningarstovan støðugt mennir seg · Tryggja, at Kunningarstovan hevur fullgóða fíggjarstýring og fremur úrslit · Standa fyri gerð av strategi og menningarætlanum eins og útinnan av hesum Starvið sum leiðari á Kunningarstovuni er eitt fulltíðarstarv og verður lønt sambært nærri avtalu. Førleikakrøv Viðkomandi útbúgving innan ferðavinnu, samskifti, handil ella líknandi. Víst verður somuleiðis til útgreinaða starvsprofilin. Fleiri upplýsingar um starvið Áhugaðir umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við Palla Askham, nevndarformann, tel 292304, ella Bo Møller Hansen, starvsnevndarformann, tel 217593. Sí eisini www.visittorshavn.fo, har útgreinaður starvsprofilur er at finna. Setan av starvinum, umsóknarfreist v.m. Starvið verður at seta skjótast gjørligt. Umsókn við prógvum, við­ mælum v.m. skal sendast til: Kunningarstovan í Tórshavn, Postboks 379, 110 Tórshavn. Umsóknarfreistin er mikudagin 27. juli kl. 12.00. Viðmerk „Leiðari til Kunningarstovuna“. Leiðari til Kunningarstovuna Kunningarstovan í Tórshavn skal hava nýggjan leiðara, nú leiðarin seinastu nógvu árini fer úr starvi. www.visittorshavn.fo