Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-01, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2011síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 75 · 1. juli 2011 7 tíð, tá samskifti ímillum landspartar var ógvuliga trupult. Tí var tað tá skilagott at hava desentralar umsitingareindir spjaddar um landi, og fyri at ansa eftir, at talan ikki gjørdist um smá konga­ríki hjá embætisfólkunum, fingu komm­ unur­nar eina demokratiska dimensión, við fólkavaldum kommunu­stýr­um. Spurningurin er, um tað yvir­høvur gevur meining at hava fleiri komm­ unalar eindir í Føroyum í dag. Kanska er skilabest við bert einum kommunalum myndug­leika fyri alt landið. Føroyskar útbúgvingarmøguleikar Fólkafráflytingin er ein tann størsta avbjóðingin hjá føroyska samfelagnum. Hvussu heldur tú, at vit steðga fólkafráflytingini? Skulu vit royna at forða ungum at fara uttanlands at lesa? – Fólk rýma ikki frá einum stað, har tey hava møguleikar og har tey trívast. Fólk trívast har tey sleppa at liva í friði og sleppa at útfolda seg. Politiski myndug­leikin í Føroyum skal tryggja fólki rásarúm bæði fysiskt og andsligt. Ungir føroyingar skulu ikki noyðast av landinum at taka útbúgving – út­búgv­ ingarmøguleikar skulu vera her. Og út­ lendingar skulu vera vælkomnir at leita sær til Føroya at liva og virka. Hvat saknar tú í føroyskum fjølmiðlum? Hvørjum vilt tú hava meira av? – Føroyskir fjølmiðlar eru generelt máttleysir, miðleysir og einkisigandi. Eg vildi, at miðlarnir í nógv størri mun vóru upplýsandi og greinandi og í nógv minni mun ókritiskt endurgevandi. Sum løgtingsmaður kann eg einki gera við tað - vit skulu hava eina fría pressu – men sum privatpersónur hevði er ynskt mær, at fjølmiðlarnir vóru meira tilvitaðir um sín týðandi samfelagsliga leiklut. Føroyar í luksusfelluni Tú skrivar á Facebook, at »størri hall á fíggjarlógina fyri langhyl og saltsilo. Eg meini, at Føroyar eru endaðar í luxusfelluni«. Hvat meinar tú við ítøkiliga? – Tá fólk hava møguleika fyri ótálm­að at keypa uppá borg, kunnu tey full­ komiliga missa tamarhaldið á sínum privata búskapi. Tey endað tá í luksus­ felluni. Tá Løgtingið samtykkir at brúka pengar uppá meira ella minni óneyð­ugar íløgur, hóast landskassin ikki eigur pengarnar, so haldi eg at Føroyar eru endaðar í luksusfelluni. Eg haldi als ikki at Saltsilo og langhylur, eru verkætlanir, sum eru so týðandi, at tað kann forsvarast at seta landi í – størri – skuld fyri at gera tær. Hvør er tín politiska fyrimynd, og hví? – Eg havi fleiri. Eg vil nevna Mikhail Gorbatjov og F. W. de Klerk. Teir høvdu báðir dirvi til at fara undir at avviklað tey ómenniskjansligu stýrir, teir vóru settir at leiða, vælvitandi at teir harvið eisini beindu fyri síni egnu politisku maktpositión. Fólk, sum gera tað rætta, vælvitandi at tað ikki er teimum til persónligan fyrimun, havi eg stóra virðing fyri. – Fiskiveiðan skal stýrast, og gjaldast skal fyri vinnuliga gagnnýtslu. Men fiskivinnan skal annars skipa seg sjálva eftir liberalum marknaðartreytum, sigur Jóanes N. Dalsgaard, valevni fyri Sjálvstýrisflokkin Stríðið um valdið... Politisku flokkarnir brynja seg til stríðið at fáa tín kross á løgtingsvalinum. Tað verður ikki uttan svørslag. Floksformenninir hava lagt ætlanina, og allar snildir verða brúktar fyri at sannføra teg um, at tín atkvøða er neyðug fyri at menna fólkaræðið. Sosialurin fer komandi vikurnar at taka pulsin og varpa ljós á valstríðið. Vit práta við valevni, sum ætla sær á ting á fyrsta sinni, umframt at seta serfrøðingum stevnu um politikk og valstríð. Fakta Navn: Jóanes N. Dalsgaard Aldur: 41 ár Flokkur: Sjálvstýrisflokkurin Bústaður: Hvalvík Yrki: Fulltrúi Fyrrverandi yrki: Lærari, byggimeistari, HR-ráðgevi og fyrisitingarleiðari Útbúgving: Stjórnmálafrøðingur (cand.scient.pol.), byggitøkningur og húsasmiður Føroyskir fjølmiðlar eru generelt máttleysir, miðleysir og einkisigandi. Eg vildi, at miðlarnir í nógv størri mun vóru upplýsandi og greinandi og í nógv minni mun ókritiskt endurgevandi mynd: Jens kristian Vang Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin Næstu ferð: