fríggjadagur 1. juli 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 75 · 1. juli 2011
6
Valevni
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Hann átti virknan leiklut undir valstríð
num til løgtingsvalið í 2008. Tá var tað
sum samfelagsfrøðingur og politiskur
viðmerkjari, at hann gjørdi seg gald
andi. Nú eru tað onnur, sum skulu meta
um hansara meiningar.
Jóannes N. Dalsgaard er millum
teirra, sum eru í uppskoti fyri Sjálv
stýrisflokkin. Hann saknar yvirskipað
mál, visiónir og perspektiv í føroyskum
politikki. Hann heldur, at politiski
myndugleikin í Føroyum skal tryggja
fólki rásarúm, bæði fysiskt og andsligt,
og at ungdómurin ikki noyðist av land
inum at taka útbúgving.
Hugsar ikki um stevnuskráir
Hví bjóðar tú teg fram fyri
Sjálvstýrisflokkin?
– Eg eri ikki ein, sum gongur so nógv
upp í stevnuskráir. Stevnuskráir hava
lyndi til allar at líkjast. Tað, sum eg
hefti meg við, er søgan, mentanin og
hugburðurin, sum merkir Sjálvstýris
flokkin og sjálvstýrisfólk. Sjálvstýris
flokkurin er í sínum uppruna ein
framburðsflokkur. Siðbundna sjálv
stýrisstevnan var og er proaktiv og
ikki reaktiv. Hetta merkir, at fokus er á,
hvat tú vil, heldur enn hvat tú ikki vil.
Sjálvstýrispolitikkur er stremban eftir
framburði, og til tess krevjast góð kor
fyri nýhugsan, ikki minst frælslyndi og
tolsemi. Eg kenni meg at vera andliga
skyldan við nógv av teimum framburðs
fólkunum, sum upprunaliga myndaðu
Sjálvstýrisflokkin. Serliga vil eg nevna
háskúlamenninar Rasmus Rasmussen
og langabba mín Símun av Skarði, sum
mínar fyrimyndir.
Mangla visiónir
Hvat saknar tú fremst av
øllum í føroyskum politikki?
– Eg sakni yviskipað mál, visiónir og
perspektiv. Tak tildømis hetta, at vit
skulu byggja nýtt havrannsóknarskip.
Hetta kundi verið gjørt til eina sam
felagsliga framburðsverkætlan fyri
Føroyar, eins og Apollo-verkætlanin
var tað fyri USA. Í 1961 boðaði John.
F. Kennedy frá, at innan 10 ár skuldi
USA hava sett fólk á Mánan. Við
hesum byrjaði ein tilgongd, sum hevði
kollveltandi avleiðingar fyri fram
burðin, ikki bara í amerikanska sam
felagnum, men í øllum heiminum.
Nýggja havrannsóknarskipið kundi
verið okkara Apollo-verkætlan! Vit
hava stak dugnalig og vælútbúgvin fólk
í Føroyum, sum arbeiða við menning
og framleiðslu av øllum frá software
til hátøkniligan elektroniskan og
mekaniskan útbúnað. Settu vit okkum
tað fyri, at menna mest framkomna
havrannsóknarskip í heiminum, kundi
hetta skapt eitt satt framlop í føroysku
samfelagsmenningini.
Men ístaðin fyri at síggja perspektivið
í hesum, brúkti Løgtingið herfyri
nógvar tímar uppá at viðgera, hvussu
til ber at varðveita gamalt føroyskt
bátasmíð. Hetta er eitt dømi um, hvat
er galið við føroyskum politikki!
Hvussu kundi tú hugsa tær, at
fiskiveiðan verður løgd til rættis?
– Fiskiveiðan skal stýrast, og gjaldast
skal fyri vinnuliga gagnnýtslu. Men
fiskivinnan skal annars skipa seg sjálva
eftir liberalum marknaðartreytum.
Liberala fatanin er, at øll hava rætt
til frítt at gagnnýta alt náttúrutilfeingi,
so leingi tað er til egið uppihald. Tá
gagnnýtslan gerst vinna, er støðan ein
onnur, serliga um gagnnýtslan hjá ein
um skerjir møguleikarnar hjá øðrum
at gagnnýta sama tilfeingi. Tá talan er
um vinnu, sum kann hava oyðing við
sær, skal samfelagið í fyrsta lagi gera
fyriskipanir, sum forða fyri oyðing. Í
øðrum lagi skal samfelagið áleggja
teimum, sum reka vinnu og harvið
skerja møguleikarnar hjá øðrum at
gagnnýta frítt, eitt hóskandi gjald, sum
endurgjald til samfelagið, fyri mistar
møguleikar. Í triðja lagi skulu tey, sum
fáa serrættindi til at gagnnýta, sum
bera í sær at onnur ikki sleppa framat,
gjalda fyri hesi rættindi. Gjøldini skulu
vera ásett á fríum marknaði.
Landsstýrið ætlar, at tað um
hálvtannað ár skulu vera sjey
kommunur í landinum. Tekur
tú undir við hugskotinum?
– Kommunurnar eru ein leivd frá eini
Føroyar eru
endaðar í
luksusfelluni
– Tá Løgtingið samtykkir at brúka pengar upp á meira ella minni
óneyðugar íløgur, hóast landskassin ikki eigur pengarnar, haldi eg,
at Føroyar eru endaðar í luksusfelluni, sigur Jóanes N. Dalsgaard,
valevni fyri Sjálvstýrisflokkin, sum ikki metir, at verkætlaninar
við Saltsilo og langhyli eru so týdningarmiklar, at tað kann
forsvarast at seta landi í størri skuld fyri at gera tær
Fólk rýma ikki frá einum stað, har tey hava
møguleikar og har tey trívast. Fólk trívast har
tey sleppa at liva í friði og sleppa at útfolda seg