Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-01, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2011síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 75 · 1. juli 2011 5 har 20 gentur, sum líktust mær akkurát. Tað var ótrúliga løgið. Tað er eitt sindur lætt­ari í Danmark. Men eisini her er tað tor­ført at sleppa framat. Christina Elisabeth vísir á, at vit eru púra burtur í teimum, sum eru kend – og serliga teimum, sum eru við í realitysjónvarpi. – Tey, sum hava verið í sjónvarpinum ella sum hava givið eina poppfløgu út, verða í stóran mun tikin fram um tey, sum hava prógv ella royndir, tí tey kendu draga áskoðarar til. Fólk tíma betri at hyggja at fólki, sum hava verið við í x-factor ella øðrum. Christina Elisabeth er greið um, at hon helst hevði havt munandi betri møguleika at fáa høvuðsleiklutir, um hon hevði verið við í t.d. x-factor. Men tað vil hon ikki. – Eg veit, at tað eru manipuleraðar sendingar. Tey klippa jú alt saman og skapa eina mynd av tær, sum tey halda vera gott sjónvarp. Har hevði eg mist tamarhaldið sjálv, og tað vil eg ikki. Tí má eg heldur bíða í tolni og arbeiða meg upp. Kappingin við sjónvarpið er eisini hørð í aðrar mátar, tí tað er ringt at fáa fólk upp úr sofuni og í teatrið. Men tað gongur. – Tað veldst eisini um, hvar í land­ inum tú spælir. Tá eg herfyri var á Det Ny Teater í Keypmannahavn, vóru ótrúliga nógv fólk og hugdu, tí hetta er eitt stórt teatur, sum ger nógv burturúr tí tekniska. Í Wicked vóru t.d. flúgvani heksir og sera vakrir leikbúnar. – Men hugsa vit um Føroyar, so fylla sangleikirnir hjá studentaskúlanum eisini Norðurlandahúsið fleiri ferðir. Fólk tíma væl at hyggja at sangleikum, tí tað er nakað heilt serligt. Christina Elisabeth sigur, at nógv halda sangleikir vera lætti­soppa­undir­ hald, uttan veruligt innihald. Men hetta er ikki rætt. – Tað eru fleiri sangleikir, sum taka álvarsom evni upp, til dømis sálarsjúku. Tað nýtist ikki at vera stór prosjekt við sangarum, dansarum, orkestri og sang­ kóri. Tað eru eisini sangleikir, sum bara hava fimm leikarar og eitt fýra-mans orkestur. Tað gevur eitt heilt annað huglag, vísir Christina Elisabeth á. Óvist arbeiði Men starvið er tó ikki serliga trygt. Og tú arbeiðir ongantíð frá 8-16. – Av tí, at vit arbeiða við fram­førsl­ um, fái eg sáttmálar í nakrar mánaðir í senn. Nú havi eg arbeitt á Ny Teater við einum sáttmála, sum hevur verið í sjey mánaðir, og tað er ein langur sáttmáli í hesi vinnuni. Áðrenn tað hevði eg ein sáttmála í fimm mánaðir, og tað er púra vanligt. So tað er ringt at leggja nakrar langtíðarætlanir, tí tú ánar ikki, hvar fer at henda. Tað er eitt sindur strævið. – Meðan tú arbeiðir við einum leiki, mást tú samstundis eisini hugsa um títt næsta arbeiði, og søkja leikir, sum fara at verða settir upp, tá leikurin, tú nú ert við í, er liðugur. Tú mást eisini alla­ tíðina senda brøv út og lata fólk vita, at tú ert til. Tað kann vera hart. Christina Elisabeth greiðir frá, at hon hevur arbeitt á teimum flestu teatrunum í Danmark. Tað merkir, at hon eisini hevur flutt runt, har arbeiði er at fáa, og hon hevur millum annað búð í Fredericia og Keypmannahavn og pendlað ímillum til Odense. – Hetta er eitt starv, sum krevur nógv av teimum nærmastu. Eg havi til dømis ikki havt frí ein tann einasta leygar­dag seinastu sjey mánaðirnar. Men tíbetur havi eg ein sjeik, sum eisini arbeiðir við sangleikum, so hann skilir, hvat krevst. Men hóast tað er strævið, so er tað eisini bæði spennandi og mennandi. – At vita, at tú fylgir dreyminum og at tú gert tað, sum tú brennir fyri, er fantastiskt. Tað gevur eitt ómetaliga stórt nøgdsemi í gerandisdegnum. Ein ann­ar fyrimunur er, at eg ongantíð nái at keða meg í mínum arbeiði. Tað skiftir alla­tíðina, og avbjóðingarnar eru sera ymiskar. – Harumframt arbeiði eg sera tætt saman við viðleikarunum, so eg havi fingið nógvar góðar vinir. Hóast vit bert starvast saman í fáar mánaðir, so er tað ógvuliga intenst, og vit koma tætt inn at hvørjum øðrum. Tað er eitt stórt pluss við hesum starvinum, heldur Christina Elisabeth. Føroyingar áttu at roynt seg Umframt Christinu Elisabeth er tað bert ein onnur føroysk kvinna, sum starvast innan sangleikir í Danmark. – Eg skilji ikki, hví fleiri føroyingar ikki eru í hesi vinnuni. Føroyingar eru sera evnaríkir, tá tað kemur til at spæla sjónleik, dansa og syngja, og tað er heilt víst, at fleiri høvdu klárað seg væl innan sangleikin. – Tað er eitt gott brand at vera før­ oy­ingur, tí so nógvir føroyingar hava út­merkað seg uttanlands, bæði innan tónleik, sjónleik og dans. Tey eru beinan­vgin positiv, tá eg sigi, at eg eri úr Føroyum. Tá eg havi verið úti til upp­tøkuroyndir, eri eg fleiri ferðir spurd, hví allir føroyingar duga so væl at syngja. Og eg plagi at siga »jamen, tað er tí vit syngja so nógv!«. Tað gera vit eisini – tað fellir okkum natúrligt. Tað einasta, sum kann vera eitt haft um beinið á føroyingum í Danmark, er, at vit hava ilt við at tosa flótandi danskt. – Eg havi arbeitt nógv við mínum máli, fyri at fáa tað at vera hundrað prosent rætt danskt. Úttalan er ok og orðavalið er ok, men nú manglar melodikkurin í málinum. Føroyingar syngja meiri, tá vit tosa, og serliga tað flata keyp­mannahavnska er ringt at raka. – Herfyri helt onkur, at eg kom úr Herning, og tá jublaði eg, tí so halda tey um ikki annað, at eg ljóði sum ein danskari, sigur Christina Elisabeth og flennur hart. Syngja í Tivoli Leikurin á Det Ny Teater er liðugur, og nú er Christina Elisabeth farin undir fyrireikingar til eina konsert-røð, sum skal vera hvørt týskvøld í juli inni í Tivoli. Hon skal syngja saman við Kurt Ravn, sum spældi Røde í donsku sendingini Matador. Tað er hann, sum hevur biðið um at fáa Christinu Elisabeth at syngja saman við sær. – Tað verður ein spennandi av­bjóð­ ing, tí tað koma nógv fólk á plenuna í Tivoli. Tað kann kanska lata nakrar hurðar upp fyri mær afturat. Tað er tað, sum er so spennandi við hesum starv­ inum. Eg veit ongantíð, hvat hendir. Christina Elisabeth veit, at tað verður torført at kunna liva av sangleikinum í Føroyum. Men hon kundi tó hugsað sær gjørt okkurt prosjekt her heima onkuntíð. Kanska onkran lítlan sangleik við eini 4-5 leikarum. – Eg havi fingið so nógvan stuðul heiman­ífrá, og eg fegin vil geva okkurt aftur. Um vit fáa høvi at síggja hana í Føroyum, má tíðin vísa. Í øllum førum kunnu tey, ið fara til Keypmannahavnar í summar, uppliva hana í Tivoli. Hesa seinastu tíðina hevur Christina Elisabeth Mørkøre fleiri ferðir roynt seg í dreymaleikluti sínum, høvuðsleiklutinum Elphaba í leiknum Wicked á Det Ny Teater