Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-01, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 75 · 1. juli 2011 4 Samrøða Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Christina Elisabeth Mørkøre hevur eina fýra ára langa MA útbúgving, sum er tikin í Danmark og í London. Men gerandisdagurin hjá Christinu Elsabeth sær munandi øðrvísi út, enn hjá teimum flestu við hægri útbúgvingum. Hon hevur nevniliga eitt universi­ tetsprógv, sum sigur, at hon hevur førleikar í sangi, drama og dansi. Christina Elisabeth livir av at spæla sang­leikir. Í eina tíð hevur hon starvast í Dan­mark, men hon hevur eisini roynt seg í London. Komin langt Síðani Christina Elisabeth varð liðug við útbúgvingina í London, hevur hon arbeitt allatíðina. Hesa seinastu tíðina hevur hon verið við í stóra sangleikinum »Wicked«, sum hevur gingið á Det Ny Teater í Keypmannahavn. Har hevur hon eisini verið »understudy«, sum merkir, at tá høvuðsleikarin fær forfall, er tað Christina Elisabeth, sum traðkar til. – Eg var understudy til tveir leik­ lutir, høvusðleiklutin, Elphaba, og ein hjáleiklut, Nessarose. Harumframt hevði eg eina rúgvu av smærri leiklutum. Um øll vóru frísk, so hevði eg smærri leiklutir. Men um tær fingu forfall, so skuldi eg í front. So eg skuldi duga nógvar leiklutir uttanat, um eg brádliga mátti yvirtaka teirra leiklutir. – Tað var ofta við lítlari fyri­reik­ ingartíð, at eg skuldi traðka til. Longsta skoðbráið, sum eg fekk at fyrireika meg í, var tveir tímar. Eg vandi allar under­ studyleiklutirnar í januar, men tað er long tíð frá januar til mai. So eg ivaðist ofta, um eg nú dugdi alt, og um eg mintist replikkirnar og sangirnar. Tað gekk tó væl hvørja ferð, sigur Christina Elisabeth smílandi. Hesar seinastu sjey mánaðirnar hevur hon fleiri ferðir verið høvuðs­ leikari í sínum dreymaleikluti, sum var tann grøna heksin Elphaba í leikinum Wicked. – Tann allar besta løtan innan sang­ leikin, var tá eg fyrstu ferð varð biðin at spæla Elphaba. 50 minuttir fyri sýn­ingina fekk eg at vita, at eg skuldi spæla tann grøna heksin, sum eg so leingi hevði droymt um. Eg græt av gleði aftaná, tí tað gekk so væl, og við­ leikararnir stuðlaðu mær so væl. – Báðar systrarnar hjá mær og mostur mín vóru í Keypmannahavn aðru ferð eg royndi meg í front. Tær sleptu øllum, tá tær frættu, at eg skuldi hava høvuðsleiklutin. Tað gjørdist heilt fan­tastiskt, tá tær eisini kundu uppliva tað saman við mær. Mamma og babba komu niður dagin eftir, og tey vóru so for­harmað, at tey ikki sóu meg. Vit elska x-factor Men tað er ikki bara sum at siga tað at sleppa fram at teimum góðu leik­ lut­unum. – Tað er ringt at sleppa framat, tí tað eru nógv um boðið. Men eg havi verið heppin og havi havt arbeiði, síðani eg varð liðug. Eg havi eisini havt onkrar høvuðsleiklutir, um enn ikki á teimum stóru teatrunum. Christina Elisabeth greiðir frá, at hon einaferð var til eina upptøkuroynd í London. – Tey søktu eftir damum, sum vóru ljóshærdar, eitt sindur krúllutar, og sum vóru almindiligt bygdar. Hatta er jú akkurát ein lýsing av mær. Men tá eg kom inn til upptøkuroyndina, sótu Prát – At vita, at tú fylgir dreyminum, og at tú gert tað, sum tú brennir fyri, er fantastiskt. Tað gevur eitt stórt nøgdsemi í gerandisdegnum. Men tað krevur bæði nærlagdni og sera hart arbeiði. At koma úr Føroyum er tó bara ein fyrimunur, tí føroyingar hava gott orð á sær, sigur Christina Elisabeth Mørkøre, sum livir av at spæla sangleikir, syngja til konsertir o.a. Gott brand at vera føroyingur Ein stór løta fyri Christinu Elisabeth var, tá hon hitti Stephen Schwartz, sum er ein sera kendur maður innan sangleik. Hann hevur skrivað Wicked, og hann er eisini kendur fyri Godspell, sum Christina Elisabeth var við í í Føroyum. Hann hevur eisini gjørt sangleikir úr Pocahontas, Klokkarinum úr Notre Dame og Prince of Egypt