fríggjadagur 1. juli 2011síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 75 · 1. juli 2011
10
politikkur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
– At føroyska flokkaskipanin riggar so
illa, skyldast millum annað, at politisku
flokkarnir at kalla ikki hava nakað
skipað ungdómsarbeiði. Tað snýr seg
bara høvuðleyst um at fáa atkvøður
og at vaksa um flokkin. Úrslitið er,
at tilvildarlig fólk, sum hava verið í
miðlunum av øðrum orsøkum, uttan
nakra politiska bakrund yvirhøvur,
verða biðin um at bjóða seg fram. Tey
hava onga politiska skúling, og ofta
vita floksleiðslurnar ikki eingang, um
politiska áskoðanin er í familju við
stevnuskránna hjá flokkinum, og tað
er púra tilvildarligt, um tey duga at
fáast við politikk ella ikki. Tú verður
á ongan hátt lærdur upp. Tá er ikki
undarligt, at tað er ruðulleikin, sum
valdar. Flokkarnir vikna samstundis
sum sjálvsøkni veksur. Tað er ikki so
frægt longur, at formenninir í flokk
unum kunnu kenna seg vísar í, at
avtalur halda, sum teir gera við aðrar
flokkar, og tá gongur tað heilt galið.
Úrslitið verður, at lægsti felagsnevnarin
stjórnar øllum, og tað gongur álvarsliga
út yvir menningina av samfelagnum.
Sum gongdin er nú, verður endin, at 33
flokkar sita á tingi, og tá gerst kaosið
fullkomið. Flokkarnir vóru ikki búnir
til tað eina valdømið, tað er ein partur
av orsøkini. Valfeløgini í útjaðaranum
dovnaðu, tí tey mistu sín suverenitet
og gjørdust harvið meiningsleys, og
har endaði rekrutteringin uttanfyri
miðstaðarøkið. Um 12 ár verður ein
stórur meiriluti av tingmonnunum úr
Havn og hennara nærmasta grannalagi.
Parlamentið, sum skuldi ligið eini 20
ár frammanfyri kringumstøðurnar,
og sleipað samfelagið til menning og
vøkstur, gerst við tíðini ein populistisk
kvørn, eitt slaraffenland hjá meinings
leysum monnum og kvinnum, sum
brúka høvið til sjálvprofilering og til
at fáa eina brúkiliga løn.
Tað var í barndómsheiminum, at
hann varð brynjaður sum politikkari.
Ikki tí, ongin aktivur politikari var
í familjuni sum so, og politikkur lá
ikki fremstur í huganum. Tað var
havið, sum dróg. Tað var mest sum
í blóðinum. Kring døgurðaborðið í
barndómsheiminum hjá rokmikla
skiparanum av Skálafjørðinum vóru
tingini ongantíð ballað inn, men søgd
hart og kontant. Í hesum umhvørvinum
lærdi smádrongurin at taka til. Tað
hevur seinni eyðkent hansara politiska
profil. Hann hevur altíð tosað hart og
verið framfýsin og bersøgin í talu og
verki. Hann limaði seg inn í Eystur
oyar Tjóðveldisfelag, og harvið Tjóð
veldisflokkin, 19 ára gamal, í 1975,
og hevði verið partur av flokkinum í
samfull 23 ár, tá hann varð valdur á ting
í 1998. Tá hevði hann siglt sum skipari
í 20 ár. Hann kendi stevnumiðini og
kósina hjá flokkinum. Meginparturin av
familju hansara vóru og eru loysingar
sinnað fólkafloksfólk, men hann valdi
Tjóðveldi, tí stevnuskráin, bæði tann
tjóðskaparligi parturin og vinstrahalla
politiska leiðin stóðu betri til hansara
fatan um samfelagslig viðurskifti. Hann
heldur, at um tú er samdur við skrá og
mið floksins, gerst flokkurin við tíðini
títt politiska heim. Hann sigur í dag, at
hann hevur ongantíð umhugsað at fari
upp í annan flokk, hóast tað onkuntíð
hava verið óvanligir hurlivasar í flokk
inum, har hann hevur verið partur av
málinum, og meira enn tað. Men brest
ingarnar menna á ymsan hátt flokkin,
um skilið ger, at steðgað verður á, áðr
enn alt fer úr spónalagnum, og menn
rýma í øðini, bara tí at teir ikki fáa júst
síni sjónarmið ígjøgnum, sum tey alt
ráðandi. Á hesi kontuni hevur Tjóðveldi
mist tveir tingmenn seinnu árini. Tað
er spell fyri flokkin, og fyri teir, sum
frammanundan høvdu fingið álit frá
floksins veljarum at umboða sjónarmið
hansara á tingi. Hinvegin kann hetta
eisini tulkast soleiðis, at flokkurin ikki
er endaður sum ein politisk samkoma,
har viljaleys fólk hava skrúva høvdið
av sær sjálvum, í eini dyrkan av deyð
iligum einstaklingum. Stevnan má
standa omanfyri alt. Loysingin og
tað solidariska samfelagið. Við einum
óvanliga hvøssum, djørvum og skemt
ingarsamum penni hevur Tórbjørn
Jacobsen sett sín sermerkta dám á før
oyskan politikk seinastu 13 árini.
Tað er fremsta orsøkin til, at Tórbjørn
Jacobsen hevur staðið seg í politikki.
Lortaspannirnar hava verið nógvar,
og fúlar, men sjálvur heldur hann, at
skiparaárini búnaðu hann í so máta. Tað
eru hinvegin ikki øll, sum hava somu
bakgrund sum hann. Tað eru onnur,
sum eru meira siðilig og smæðast
burtur – sum ikki gera stórvegis háva
burtur úr sær sjálvum. Summi hava
ongantíð verið partur av nøkrum polit
iskum flokki, men hava roynt at fylgt
við sum áskoðarar á síðulinjuni. Einki
politikarar
skulu
framleiðast
ov nógvir politikarar standa púra á berum, tá teir verða valdir á ting.
– Tað er pínadoyð ein stór ábyrgd at stýra einum samfelag. Tað er púra
óskiljandi, at flokkarnir ikki taka uppgávuna í størri álvara og brynja
yngra ættarliðið at stjórna føroyska samfelagnum. Tað vísir, at eingin
hugsar longur enn til dagin í dag og møguliga í morgin, heldur Tórbjørn
Jacobsen, sum meinar, at føroyingar skulu framleiða politikarar
– Flokkurin og ungmannafeløgini eru
nærmast ikki heft av hvør øðrum, og
tað verður millum lítið og einki gjørt
fyri at blæsa lív í politiska ungdómin