fríggjadagur 1. juli 2011síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 75 · 1. juli 2011
11
hegni sum politikarar. Tá er skjótt at
koma í politiskt ódnarveður. Tað eru
fleiri av hesum fólkunum, sum politisku
flokkarnir vilja hava sum løgtings
umboð fyri seg. Og tað kann verða ein
stórur trupulleiki, tí er hjartað ikki heilt
og sannført, tá tú fert inn á politiska
vígvøllinum at stríðast um hvønn vegin
samfelagið skal fara, so kanst tú ikki
brúkast, heldur Tórbjørn Jacobsen.
– Tað er pínadoyð ein stór ábyrgd
at stýra einum samfelag. Tað er púra
óskiljandi, at flokkarnir ikki taka upp
gávuna í størri álvara og brynja yngra
ættarliðið at stjórna føroyska sam
felagnum. Tað vísir, at eingin hugsar
longur enn til dagin í dag og møguliga
í morgin. Flokkarnir fara óskipaðir á
val, og soleiðis sum politiska skipanin í
Føroyum í løtuni virðir seg sjálva gerst
onki. Vit megna ikki at gera neyðugu
íløguna í fólkaræði. Hóast tingmann
ingin broytist, skal hugsjónin liva
víðari, og politiska kósin skal haldast.
Flokkarnir vita ov lítið um einstøku
valevnini í dag. Tey, sum eru í uppskoti
til løgtingið, hava onga upplæring
fingið í, hvat flokkurin vil og ætlar, og
at tað er politiska hugsjónin, sum SKAL
haldast. Vilja tey ikki tað, skulu tey fara
í annan flokk. Eingin er størri enn
flokkurin, sigur hann, og leggur afturat,
at í Tjóðveldinum hava tey roynt at
bøtt um hetta við ymsum skeiðum og
fundum í seinastuni, har stórpolitisk
mál og filosofiskir spurningur verða
sett á dagsskrá.
Raðfesta øðrvísi
Tórbjørn Jacobsen heldur tað vera
eina sannroynd, at politisku ung
mannafeløgini yvirhøvur eru lítið
virkin. Unga Tjóðveldið er tó frægasta
undantakið. Tað kemur sjáldan nakað
gleps frá feløgunum, og arbeiðið er lítið
støðugt. Barrikadurnar standa tómar
og rópa eftir teimum. Tingmaðurin
fyri Tjóðveldi vil ikki siga, at virkandi
ungmannafeløgini kunnu rópast fyri at
vera politiskt ungdómsarbeiði. Flokk
urin og ungmannafeløgini eru nærmast
ikki heft av hvør øðrum, og tað verður
millum lítið og einki gjørt fyri at blæsa
lív í politiska ungdómin. Og hann
noyðist sjálvsagt at taka í egnan barm
eisini, nú hann hevur verið næstfor
maður í Tjóðveldinum í áravís.
Í grundini kann hetta samanberast
við ítróttarfeløgini, sum brúka nógva
orku til ungdómin, sum skal bera
feløgini, tá hesi gerast vaksin. Politikarar
skulu onkursvegna framleiðast. Ikki
heilavaskast, men teoretiska, filosofiska
og politiska fundamentið má styrkjast,
fyri at sinnið kann verða so opið sum
gjørligt, og barlastin so trivalig, at ein
komandi politikari ikki koppar av fyrsta
nosinum.
Flokkarnir skulu raðfesta øðrvísi,
heldur hann.
– Meginparturin av pengunum hjá
flokkunum fer til lýsingastovurnar í
eini roynd at vinna eitt løgtingsval. Tað
skal ikki vera so. Tað er ein demokratisk
uppgáva at gera íløgur í fólkini, sum
skulu taka við ábyrgd seinni. Greitt
dømi er leisturin hjá dønum. Har hava
fólkini verið virkin í flokkinum í fleiri
ár. Tað verður skipað fyri fyrilestrum og
øðrum tiltøkum, sum ger tey ungu til
reiðar at bjóða seg fram, sigur Tórbjørn
Jacobsen.
Hann tekur Danmark sum dømi,
tí hann kennir donsku politisku skip
anina frá árunum 2001 til 2004, tá
hann hevði sæti sum eykamaður hjá
Høgna Hoydal á Fólkatingi. Ongin
ivi er um, at viðurskiftini á Fólkatingi
hava imponerað hann. Danir hava valt
at gera eina trivaliga íløgu í fólkaræði,
tingmenn verða bornir á lógvum, og
verða so væl stuðlaðir við sekretariati
og allari aðrari hjálp, at í grundini skal
tú ikki gera annað sum fókatingsmaður,
enn at brúka høvdið. Í hesum sambandi
tekur hann aftur í orðini hjá Finnboga
Ísakson, sála, um, at fyritreytirnar fyri
at gerast ein góður politikari, eru, at tú
dugir at skriva, at tosa og ikki minst at
brúka høvdið.
– Politiska skipanin eigur ikki at vera
so pírin við flokkarnar peningaliga, at
teir ikki fáa kálvføtt síni ungmenni
betri enn nú, sigur hann.
Hann heldur, at tað hevði verið ein
byrjan, at flokkarnir stillaðu valevnini
upp í nummarrøð, soleiðis sum gjørt var
í Føroyum fyri 1966. Fær flokkurin t.d.
sjey tinglimir, so veit tú rímiliga neyvt
frammanundan, hvørji tey sjey eru,
sum fara at umboða flokkin. Tá hava
flokkarnir betri skil á, hvørji teir vilja
dúva uppá – og tá er lættari at finna
ein felagsleist. Kanska er hetta einasta
vápnið ímóti vaksandi óskilinum sum
rann upp úr kjalarvatninum av tí eina
valdøminum. Alternativið er at fara
aftur til gomlu valdømini, men tað
verður trupult, tá meira enn helming
urin av tingmonnunum vera høvuðs
staðarborgarar.
– Verður farið aftur til at stilla upp
í nummarrøð, kann flokkurin í størri
mun gera av, hvørja kós, flokkurin skal
fara. Í hvussu er ber tá til at forða fyri, at
onkur tilvildarligur charlatanur dettur
inn um lágu gáttina hjá flokkinum, og
í ringasta føri fer avstað við honum,
sigur Tórbjørn Jacobsen.
Samanumtikið heldur hann, at
svarið til bót og bata, er, at vit gera
eina størri íløgu í parlamentarisku skip
anina, eisini, fyri at hon í framtíðini
kann standa útinnandi valdinum og
tess umsiting kurl. Megna vøldini ikki
at skáka hvørt annað samsvarandi
javnbjóðis fyritreytum, gongur tað heilt
galið, og fólkið í landinum verður tap
arin. Stóri taparin.
mynd: savnsmynd
– Tað er púra óskiljandi, at flokkarnir ikki taka uppgávuna í størri álvara og brynja yngra
ættarliðið at stjórna føroyska samfelagnum, sigur Tórbjørn Jacobsen
Stríðið um valdið...
Politisku flokkarnir brynja seg til stríðið at fáa
tín kross á løgtingsvalinum. Tað verður ikki uttan
svørslag. Floksformenninir hava lagt ætlanina, og
allar snildir verða brúktar fyri at sannføra teg um,
at tín atkvøða er neyðug fyri at menna fólkaræðið.
Sosialurin fer komandi vikurnar at taka pulsin og
varpa ljós á valstríðið. Vit práta við valevni, sum
ætla sær á ting á fyrsta sinni, umframt at seta
serfrøðingum stevnu um politikk og valstríð.