fríggjadagur 1. juli 2011síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 75 · 1. juli 2011
15
bókabrell
lagt til rættis: Rógvi Nybo
í tann amerikanska herin, og hann skal
melda seg til í sínum egna føðistati
Ohio.
Nú vóru góð ráð dýr hjá Bobby,
dreymurin um at gerast ein stór
countrystjørna brast, hann sleppur sær
av við náttklubban og fer heim aftur til
Springfield í Ohio. Á ferðini heim koma
tankar til hansara um at skriva ein sang
um ein ungan mann, sum verður inn
kallaður í herin, hetta bleiv til sangin
»All American Boy«.
Komin aftur til Springfield hittir
Bobby vinmannin Bill Parson, teir
høvdu spælt saman, Bill var eitt sindur
eldri, og var júst komin úr herinum og
vildi royna seg sum sangara. Bobby
bjóðar honum at syngja sínar sangir.
Teir kontakta Orville Lunsford, sum
hevði »Cherokee Records« í Springfield,
um at fíggja single plátuna, teir ætla at
geva út.
Bill skuldi syngja sangir, sum
Bobby hevið gjørt. Tann nýggjasti »All
American Boy« var so nýggjur, at Bill
hevði ikki lært hann, tá ið teir fara í
studio. Avgjørt verður tí at Bobby Bare
skuldi syngja henda sang inn, síðani
skuldi Bill læra hann og syngja hann
inn av nýggjum. Upptøkurnar blivu
gjørdar á Fraternity Records. Tann,
sum sat við knøttarnar, var sami Eddie
Smith, sum hevið avvíst Bobby Bare
fyri fimm árum síðani.
Eftir at upptøkurnar vórðu gjørdar,
kom ivamál um sangurin »All American
Boy« kundi útgevast í navninum hjá
Bobby Bare, tí hann hevði sáttmála við
Speedy West og Ken Nelson í California.
Endin verður at bert navni Bill Parson,
varð sett á bandupptøkuna.
Hatta eri eg sum syngi!
Harry Carlson, sum átti Fraternity
Records, bleiv so hugtikin av hesum
upptøkum, at hann bjóðar Lundsford,
sum hevið lagt peningin út fyri at hesar
upptøkur blivu gjørdar, 500 US dollarar
fyri rættindi til hesar upptøkur, og
Bobby Bare og Bill Parson fingu 50 US
dollarar í part fyri ómakin at syngja.
Dagin eftir fór Bobby Bare í herin og
hugsaði ikki víðari um henda sangin,
og hvat hann skuldi blíva til.
Eitt kvøldið liggur Bobby á songini í
sovisalinum hjá herinum, radiotólið er
frá, nú kemur sangurin »All American
Boy« út úr hátalaranum. Bobby leyp
á føtur og sigur »Hatta eri eg, sum
syngi handa sangin« Hinir soldatarnir
flentu bert at honum og bóðu hann
leggja seg aftur, tí teir skuldu møta til
venjing klokka 4:30 morgunin eftir. Tað
er óneyðugt at siga, fortelur Bobby, eg
svav ikki ta náttina.
Nakað eftir hetta ringdi Bill Parson til
Bobby og segði, at tað var plátufelagið,
sum hevði sett hansara navn á plátuna,
ímeðan tað var Bobby Bare, sum sang
sangin. Bill fekk nógvan pening burtur
úr hesum sangi, ímeðan Bobby Bare
ikki fekk eitt oyra í loyvisgjaldi.
Fyri hesa upptøku, hann fekk bert
teir 50 US dollararnar, sum hann fekk
fyri at syngja sangin inn á bandupp
tøkuna.
Sangurin bleiv ógvuliga kendur,
hann blívir nr. 2 á tí amerikanska popp
listanun. Ein orsøk var, at Memphis
verður nevndur í sanginum, og øll
settu hann í samband við at sangurin
var gjørdur um Elvis Presley, sum var
í »herinum« um tað mundi. Sangurin
er um ein ungan suðurstatsdrong úr
Memphis, sum keypir sær eina gittar
og byrjar at syngja fyri at imponera tær
ungu genturnar. Ein dagin eru boð frá
»Uncle Sam«, um at koma í herin, hann
verður plússaður, og sangurin endar
við, at ein yvirmaður tekur gittarina
frá honum og gevur honum eina riflu
í staðin fyri. Country fjepparar tóku
hann ikki so væl til sín, tí hann var
mettur sum ein »rock'n'roll« sangur.
Kári Árting
Starv: Stjóri í Rit&Rák
Yndisbók: Millum aðrar »Barbara«
hjá Jørgen-Frantz Jacobsen
Vánaligasta bók: Tað eru nógvar vánaligar
bøkur til, men eg havi tíbetur annað at gera,
enn at ganga og minnast tær
Hvat er ein góð bók: Ein bók skal, og tað er
óansæð sjangru, vera undirhaldandi og/ella lærandi. Tað kann bæði vera, at søgan,
sum er søgd, er góð, ella at málið í bókini lyftir seg upp á eitt hægri støði. Stutt sagt
ein bók, sum fær kenslur fram
Nær og hvar dámar tær best at lesa: Eg lesi alt og allastaðni
Kære Estrid – Jørgen-Frantz, du kære
Høvundur: Else Lidegaard, DK
Mál: Danskt - Forlag: Gyldendal - Ár: 2011
Hvat snýr bókin seg í stuttum um?
– Bókin snýr seg um brævaskiftið millum Jørgen-Frantz Jacobsen
og Estrid Bannister Good. Hon er persónurin, sum Jørgen-
Frantz forelskar seg í, og sum er modellið til »Barbaru«.
Hví skal henda bókin lesast?
– Jørgen-Frantz var ein dugnaligur brævaskrivari. Um tú kennir søguna »Barbara«,
so kemur nógv fram í brævaskiftinum aftanfyri søguna. Henda bókin fyllir
nógv tómrum í »Barbaru«, eitt nú um hetta ólukkuliga forelskilsið.
Hvør skal lesa hesa bókina?
– Hetta er persónligt brævaskifti, og tað er kanska mest konufólk, sum lesa brævaskifti. Men Jørgen-
Frantz var eisini søgumaður, og kendi nógv til Føroyar, so her eru nógvar lýsingar av Føroyum.
Hvør skal ikki lesa hesa bólkina?
– Hetta eru persónslýsingar, ikki ættargransking. So tey, sum dáma
væl ættargransking, finna ikki nógv í hesi bókini.
Sameland
Høvundur: Magne Hovden, NO
Mál: Týdd til danskt - Forlag: Modtryk - Ár: 2011
Hvat snýr bókin seg í stuttum um?
– Bókin fyrigongur seg í Kirkenes í Norðurnoregi. Hon snýr seg um tveir ungar
menn, sum flyta norður har og vilja tjena nakrar lættar pengar upp á at útnytta
turistar, við at gera eitt turistcentur, sum eitur Sameland. Hetta er ein satira,
sum kann samanlíknast við »Søgur úr Krabburð« eftir Jens Paula Heinesen.
Hví skal henda bókin lesast?
– Hetta er stuttligur og óforpliktandi summarlesnaður.
Hvør skal lesa hesa bókina?
– Hetta er ein løtt bók, sum øll kunnu lesa.
Hvør skal ikki lesa hesa bókina?
– Hetta er ikki ein bók til tey, sum fara eftir seriøsum og tungum bókmentum.
Hvad jeg taler om, når jeg taler om at løbe
Høvundur: Haruki Murakami, JPN
Mál: Týdd til danskt - Forlag: Klim - Ár: 2009
Hvat snýr henda bókin seg í stuttum um?
– Murakami er ein kendur amerikanskur-japanskur rithøvundur.
Hann finnur útav, at hann kann ikki verða sitandi og bara roykja
og skriva, so tí byrjar hann at renna. Her er talan um essays, sum
fylgja hansara lívi frá 1980’árunum til í dag, men samstundis
eru tey um prosessina, um hví hann rennur og um hvat hann fær burturúr.
Hví skal henda bókin lesast?
– Henda bókin er ikki líka djúp og poetisk, sum ymiskt annað hjá Murakami. Men
eg føldi, at eg hevði brúk fyri at gera okkurt og las hana til inspiratión.
Hvør skal lesa hesa bókina?
– Murakami hevur breiðan fjepparaskara, so fjeppararnir lesa hana. Men eisini onkur, sum hugsar
um at fara undir okkurt nýtt, ikki neyðugtvís renning, kann lesa hesa bókina til inspiratión.
Hvør skal ikki lesa hesa bókina?
– Hetta er ikki ein fakbók til rennarar, ella til fólk sum leita eftir tipsum
um renning. Bókin snýr seg um inspiratión, ikki um teknikk.