Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-01, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2011síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 75 · 1. juli 2011 14 Søgan um Bobby Bare Oddbjørn Vágslíð Greinarøð (1. partur av trimum) Nú henda stóra Country legendan, Bobby Bare, kemur at vitja mín føðibý, Klaksvík, á Summarfestivalinum 2011, føli eg tað sum eina skyldu sum ein stórur country fjeppari at greiða al­ menn­inginum eitt sindur frá um lív og lagnu hjá Bobby Bare. Eg havi stóran ahuga í lívi og lagnum hjá teimum country­stjørnunum, sum av og á koma upp á country stjørnuhimmalin við sínum tónleiki og sangum og undir­ halda okkum áhoyrarar. Her er Bobby Bare í serflokki. Líka síðani ein stórur partur av okkara unga fólki í 1960-unum og frameftir í egningarskúrum og á trolaradekki yviri við New Foundlands og Canada strendur ein stóran part av árinum royndu eftir fiskifongi og peningi at føra heim til Føroyaland og teirra kæru familjur, hava orðini, sum Bobby Bare sang »I Wanna Go Home« livað í hjørtunum hjá hesum fiskimonnum, sum mangan mundu leingjast heim til gentuna ella teirra kæru. Man ikki ein stórur partur av teim­ um, sum tá vóru ungir fiskimenn, og sum enn eru á lívi, fara at leita sær til Vágsbø í Klaksvík í august mánaði 2011, nú sum pensionistar, fyri at hoyra Bobby Bare syngja teirra yndissang, »Detroit City«, sum hann upprunaliga eitur. Eg fari eftir førimuni her at geva ein lýsing av lívi og lagnu hjá country legenduni, Bobby Bare, á mínum egna móðurmáli, so at almeningurin veit eitt sindur meira um hann, enn bert um sangin »Detroit City«. Søgan um Bobby Bare er upp á nógvar mátar eisini ein søga um The American Dream. Fátækur móðurloysingur Bobby Bare ella Robert Joseph Bare, sum hann var navngivin, er føddur 7. apríl 1935 á einum lítlum bóndagarði við býin Ironton í statinum Ohio í USA, og er hann sostatt 76 ár, nú hann kemur á páll á Summarfestivalinum 2011. Foreldrini hjá Bobby vóru fátækra­ fólk, sum royndu at lívbjarga sær við einum jarðarstykki, og tí grøði hetta gav. Í 1935, tá íð Bobby verður fødd­ur, er stór fíggjarkreppa í USA av børs­ krakk­inum í 1927. Tá ið Bobby er 5 ára gamal, doyr mamma hansara. Pápin, sum sat eftir við Bobby og systrini, hevur ikki um­ støður at forsyrgja børnunum, nú konan var farin. Endin verður, at syst­ ur­in verður ættleidd og send burtur. Nú vóru so bert feðgarnir eftir, og tað bleiv hart fyri teir at lívbjarga sær. Hetta kemur at ávirka Bobby restina av lív­inum, hann kom at fáa eina stóra respekt fyri tí arbeiðandi fólkinum, Tá ið Bobby er 14 ára gamal, fer hann á ein størri bóndagarð í økinum fyri at vinna sær pening, har arbeiðir hann 12 tímar um dagin, 6 dagar um vik­una. Tá ið ein fríløta er, byrjar hann uppá at byggja sær eina gittar, tí hann hev­ur sett sær fyri at blíva sangari og sang­skrivari, og hann vildi blíva líka so kendur sum Hank Williams, sum var ein av hansara fyrimyndum í ung­dóms­ árunum. Hann er eini tvey ár á hesum bóndagarði. Leyg um aldurin Trongdin at koma víðari ger, at hann fer upp til býin Springfield í Ohio, har hann bjóðar seg fram sum sangara í einum bólki uttan samsýning. Hesin bólkur sang á drykkjustovum um viku­skifti. Hetta kundi ikki breyðføða hann, so hann søkir sær fulltíðararbeiði á einari klædnaverksmiðju. Reglarnir vóru, at tú skuldi vera 18 ár fyri at kunna átaka tær verksiðjuarbeiði, so Bobby lýgur um, at hann er 18 ár, hann er tá bara 16 ár. Tað er um hetta mundið, at Bobby byrjar at skriva sínar egnu sangir. Hann fær sær ein nýggjan bólk at spæla saman við sær, og byrjar hann sum so mangir aðrir countrysangarar tá í tíðini at syngja og reklamera fyri onkra vøru í radiosendingum, sum blivu sendar tíðliga á morgni, tá ið fólk var á veg til arbeiðis. Hetta førir við sær, at Bobby fær ar­beiði á sjónvarpsstøð í býnum Charleston í West Virginia, har hann lærir nógv um, hvussu hann skal upp­ traðka. Men fyri at gerast kendur var neyð­ugt at koma inn á plátumarknaðin. Hann avger tí at fara upp til høvuðstaðin í Ohio, Cincinnati, at royna eydnuna. Hann bankar uppá hurðina hjá fleiri ymiskum plátufyritøkum, men allar venda honum tummilin niðureftir. Bobby sigur sjálvur: – Eg minnist at blíva avvístur av Eddie Smith, sum var framleiðslustjóri hjá King Studio, og tað var sami maður, sum sat aftan­ fyri knøttarnar, tá ið eg 5 ár seinri, innspældi »All American Boy«, og hann trúði framvegis ikki uppá meg. Leitar sær vestur eftir Eftir at vera avvístur av plátufram­leið­ arunum í Cincinnati fer Bobby at leita sær vestur eftir til California fyri at royna eydnuna har. Hann hevur bert 30 dollarar í lummanun, so har var ikki nokk av peningi til eina tokferð og mat, allan vegin frá Ohio til California. Hann velur tí at »tumla« allan vegin. Komin til Los Angeles í California ráddi um at finna onkran í tónleika­ um­hvørvinum. Hann kemur í samband við Speedy West, sum hevði sítt egna útgávufelag til sangir. Bobby ger ein sáttmála við Speedy West, um at útgeva hansara sangir, sum hann hevur skrivað. Nakrar demoupptøkur blivu gjørd­ar og lagdar fram fyri kenda Ken Nelson, sum var framleislustjóri hjá plátu­felag­ num Capitol í LA, ella í Holly­wood, har tann eyðkendi bygningurin liggur. Ken var hugtikin av sangunum og meinti eisini, at Bobby hevði evnir til at blíva ein Country sangstjørna. Hann ger so ein plátusáttmála við Bobby Bare 18 mánaðir eftir, at hann var komin til California. Ken Nelson upptekur tríggjar stak­ plátur við Bobby Bare. Teir, sum spæla undir, eru ikki hvør sum helst, Buck Owens spældi guitar, og Ralph Moony spældi steelgittar, teir vóru ókendir tá, vit eru nú stødd uml í 1955. Í tónleikaumhvørvinum rundan um Capitol í LA, eru fleiri persónar innan countryheimin, m.a. var ein ungur maður úr statinum Kentuckey komin yvir til California at royna eydnuna sum sangskrivara, hetta var ongin annar enn Harland Howard, sum seinri kom at hava ein stóran leiklut í, at Bobby Bare kom fram í countryheiminum. Bobby Bare fær ikki tað gjøgnum­ brotið í California, sum hann hevði væntað. Hann skiftir nú branchu og opnar ein náttklubba/drykkjustovu í bý­num Riverseid. Hann er úti um seg og fær kendar ungar stjørnur at fram­føra á sínum náttklubba, so sum Johnny Cash, Lefty Frizzel og Webb Pierce. Sjálvur er Bobby Bare á palli viðhvørt. Innkallaður í herin Ein dagin í 1958 kemur bræv frá »Uncle Sam« til Bobby, at hann er innkallaður Fátækur móður- loysingur Foreldrini hjá Bobby vóru fátækrafólk, sum royndu at lívbjarga sær við einum jarðarstykki. Og Bobby Bare skuldi sum unglingi arbeiða nógv og hart fyri at lívbjarga sær Oddbjørn Vágslíð í Klaksvík tekur saman um lívið hjá countrysangaranum Bobby Bare. Greinarøðin er í trimum pørtum.