mánadagur 4. juli 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76
6
Sosialurin
Whale Wars
– hvat gera
Barbara Holm
Tað sær út til, at kríggið
móti føroysku aldargomul
siðvenjuni ongan enda fær. Í
byrjanini av árinum vitjaðu
aktivistarnir Pete Bethune
og hansara viðhaldsfólk í
Føroyum, og í farnu viku var
umhvørvismaðurin aftur á
klettunum.
Hesaferð ljóðar tað, at
kongurin í aktivistaheimin
um Paul Watson og hansara
lið koma til Føroyar – hesa
ferð við Animal Planet í høl
unum.
Vælumtókta sendirøðin
Whale Wars er sjónvarps
sending, sum fylgir Sea Shep
ard og Paul Watson og teirra
royndum at steðga eitt nú
grindadrápi. Fyrsti partur
í røðini varð frumsýndur
á heysti 2008, og 3. juni í ár
varð fyrsti partur av fjórða
umfari í røðini víst. Higartil
hava upptøkurnar av Watson
og hansara harkaliði í stóran
mun verið gjørdar, tá teir
hava verið eftir japanskum
hvalaveiðumonnum,
men
nú skilst, at leiðin gongur til
Føroya.
Heimurin leggur
trýst á
Tey, sum arbeiða innan fjøl
miðlar og almenna umsiting
vita, at teldupostar og brøv
floyma inn í landi, har fólk
kring allan knøttin heita á
okkum um at steðga bar
bariska grindadrápinum í
stundini.
Hvalir hava kenslur og
hava uppiborið betri, siga
tey.
Uttan mun til, um hesir
copy/paste teldupostarnir
hava
nakran
veruligan
týdning, so mugu vit kortini
staðfesta, at tilvitanin hjá
umheiminum um grinda
dráp tykist vera vaksandi og
harvið trýstið á føroyingar,
um at lata hesa siðvenjuna
fara í ommu sína.
Spurningurin er so, hvat
vit gera, tá ið hetta stóra
filmslið, sum telur 10 fólk,
kemur til okkara við tí fyri
eyga at vísa umheiminum
hvussu vit drepa grind.
Japan fekk ringar dagar
av Whale Wars og Animal
Planet, og gjørdist í eygunum
hjá aktivistum kring knøttin
ein veruligur svartur plettur
á heimskortinum.
Við
einari
reyðlittari
strond, føroyskum monnum
við blóði upp undir høk
una og knívi í hond, og
smábørnum,
sum
spæla
millum
deyðuhvalirnar
í Whale Wars kunnu vit
lættliga enda í somu støðu
sum Japan, og enda undir
einum øgiligum trýsti frá
umheiminum, verður hetta
varpað út.
Tí hevur Sosialurin spurt
nakrar føroyingar um vit
í
summar
skulu
halda
okkum frá grindadrápi fyri
frið skyld, ella um vit skulu
halda fram júst sum vit
plaga.
Løgmaður: Vit hava rætt til at drepa grind
Grindadráp – Lat ongan iva vera um, at vit í Føroyum halda fast um rættin at gagnnýta havsins
tilfeingi á burðardyggan hátt. Tað er greiða niðurstøðan hjá Kaj Leo Johannesen, sum ikki heldur
tað verða neyðugt at leggja grindadrápi til viks, meðan umhvørvisfólkini eru í landinum.
Barbara Holm
Grindahvalur er ikki eitt
hótt djóraslag, og vit seta
djóravælferð í hásæti.
Tá ið hvalurin verður
dripin, verður lagt nógv
upp fyri til tess at tað
skal ganga skjótt og væl,
staðfestir løgmaður.
Men løgmaður heldur
samstundis, at vit skulu
verja og virða talu- og
skrivifrælsi.
– Vit ganga inn fyri ein
um opnum og fólkaræðis
ligum samfelag, har ið
fólk hava rætt til at verða
ósamd. Fólk hava rætt til
mótmæla. Útlendingar eins
og føroyingar. Tí eiga vit
at vísa tolsemi og tiltikna
føroyska gestablídni er
framvegis ein dygd, ið vit
eiga at fjálga um. Men tey,
ið vilja mótmæla grinda
drápi eiga eisini at virða
tey, ið nýta sín lógliga
rætt at fara í grind. Eitt
er at mótmæla, men verða
landsins lógir og reglur
brotnar, og fremja fólk
ágang á ognir og fólk, er
tað ábyrgdin hjá løgregluni
at taka sær av slíkum til
tess at uppihalda lóg og
landaskili, staðfestur Kaj
Leo Johannesen.
barbara@ras2.fo
Grindadráp Sendingin hjá Animal Planet Whale Wars er nú ávegis til Føroya,
saman við Paul Watson og Sea Shepard. Saman við Watson fer eitt stórt filmslið
at gera eina roynd at varpa føroyskt grindadráp út til allan heimin