Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76 Sosialurin til Føroya vit ? Ferðavinnu­ f­elagið: Ikki drepa grind í summar Barbara Holm Tað kann føra við sær óbótaligan skaða, um Animal Planet sleppur at varpa grindadráp út til allan heimin at síggja. Tað heldur formaðurin í Ferðavinnufelagnum, Jákup Sverri Kass. Ferðavinnufelagið hevur umrøtt málið á fundi, og felagið er samt um, at grindadráp tænir ongum endamáli í summar. Meðan Animal Planet og Sea Shepard eru í Føroyum er tað best, at vit halda okkum burtur frá grindadrápi. Vit kunnu jú ikki vita hvussu Animal Planet fer at vinkla sendingina, og kunnu tí ikki útiloka, at vit vera framsett sum mordarar, heldur Jákup Sverri Kass. Whale Wars er ein ógvuslig sending har Watson og hansara ferðalið nýta allar møguleikar fyri at steðga grindadrápi, og samstundis framleiða gott sjónvarp. Koma teir stormandi inn mitt í einum drápi kann alt henda. Menn eru heitir meðan ástendur, og fara neyvan at finna seg í, at Sea Shepard órógvar drápið, sigur Jákup Sverri Kass. Ferðavinnufelagið heldur, at Føroyar mugu nýta ein stóran bunka av pengum til at fáa umdømi føroyinga aftur á rætta kós, um Whale Wars verður sent úr Føroyum. barbara@sosialurin.fo Bakkafrost: Tað er upp til politik­ ararnar Barbara Holm Bakkafrost er tann størsta útflutningsfyritøkan í Føroyum, og Regin Jacobsen, stjóri sigur, at ein slík sending sjálvandi kann ávirka teirra útflutning. Men Bakkafrost hevur ein politikk á økinum, og tað er at blanda seg uttanum kjakið. Vit halda, at hetta er eitt ógvuliga eymt mál, sum politikararnir mugu taka støðu til, uttan at vit blanda okkum uppí málið, sigur Regin Jacobsen í stuttari viðmerking. Stjórin í Bakkafrost váttar tó, at verður ein slík sending varpað út til umheimin, so kann tað fáa avleiðingar fyri teirra útflutning. Tó vil hann ikki siga, um føroyska grindadrápið longu hevur sett sín dám á teirra sambond út í heim barbara@sosialurin.fo Djóra­verndar­ felagið: Vit mugu taka eina støðu Barbara Holm – Vit mugu kjakast um grind, tí at føroyingar hava onga meining um grind. Føroyingar hava eina hugsan um hvat umheimurin heldur, og hvat vit skulu gera, tá ið onnur biðja okkum gevast. Men føroyingar hava ongantíð sjálvir tikið støðu til hvat vit vilja við grindini í framtíðini, sigur Turid Christophersen, forkvinna í Djóraverndarfelagnum. Djóraverndarfelagið hevur onga støðu til grindadráp, men heldur fólki skal gera sær eina hugsan, og tað skjótast. Inntil vit hava fingið eitt ordiligt kjak í tí føroyska samfelagnum um málið, so ber tað ikki til at koma við einari niðurstøðu, heldur Turid Christophersen. Djóraverndarfelagið heldur, at grind ikki er ein einfaldur spurningurin, og vil tí hava føroyingar at kjakast um málið. – Vit eiga at byrja við kjakinum nú, tí vit føroyingar mugu hava eina støðu, sigur Turid. barbara@sosialurin.fo