Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76 8 Sosialurin Á hálsi · Smyrilsvegur 7 · tlf. 312138 Støkk inn á gólvið S T Ó R A Ú T S Ø L A N Er byrjað í Dadduni Ú t s ø l u v ø r u r - 5 0 % Øll tannaringaklæðir (8-16 ár) og skógvar skulu út Summarfrí Vegna summarfrí hevur Studni stongt frá 11. juli. Opið verður aftur 8. august. Hoyvíksvegur 72 · Postsmoga 3279 FO – 110 Tórshavn · tlf. 30 65 65 · fax 30 65 66 studni@studni.fo · www.studni.fo Uni Holm Johannesen Íslendingar kæra seg eisini um, at makrelurin hevur annað ferðamynstur í ár enn undanfarin ár. – Fyrr plagdu skipini at fáa mest eystan fyri Ísland, men í summar held­ ur makrel­urin seg í heit­ ari sjógvi sunnan­fyri. Tað hevur eisini víst seg, at meiri er at fáa við Vestmanna­ oyggjarnar í ár, skrivar Vísir. Blaðið skrivar, at makrelurin er heldur seinni á veg í ár enn undanfarin ár. Tað verður lagt afturat, at nú er gongd við at koma á fiskiskapin, sum verður stýrdur úr landi, soleiðis at sum mest fer til matna. uni@sosialurin.fo Íslendski makrelurin er seinur Tað eru ikki bara føroyingar, sum kæra seg um, at makrelurin hevur annað ferðamynstur í ár. Makrelurin er í heitari sjógvi sunnanfyri, siga íslendingar www.sosialurin.fo DeilDarstjóri til Uttanríkisráðið Í Uttanríkisráðnum er eitt starv leyst at søkja sum deildarstjóri fyri eina nýskipaða deild fyri altjóðarætt. Deildarstjórin vísir til aðal­ stjór an og hevur dagligu leiðsluna av deild­ ini. Á deildini verða altjóðarættarligu viðurskifti Føroya fyrisitin, heruppií, mannarættindi, havrættur, WTO­rættur og evropiskur sam­ veldis rættur. Harumframt verða trygdar­ politisku viðurskifti Føroya fyrisitin í deildini. Uttanríkisráðið er í altjóðarættarligum viður­ skiftum evsti tulkingarmyndugleiki í fyri sit­ ingini í Føroyum, og fer deildin at útinna henda n myndugleika sum partur av ráðnum. Vit vænta, at umsøkjarar hava nomið sær løg­ frøðiliga útbúgving á akademiskum stigi frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi út­ búgving. Vit vænta eisini, at tann, ið sett/ur verður, hevur politiskt tev og góð sam starvs­ evni, er tænastuhugað/ur og lagalig/ur, er miðvís/ur og sjálvstøðug/ur, er stinn/ur í før­ oyskum og enskum máli, umframt hevur kunn leika til onnur mál. Somuleiðis vænta vit, at tann, ið sett/ur verður, ikki einans virkar sum leiðari á deildini, men eisini sum máls viðgeri á deildini. Viðgerðin av umsókn­ unum tekur støði í leiðsluprofilinum hjá Uttan ríkisráðnum. Starvið er tænastumannalíknandi sum deildar stjóri í 37. lønarflokki. Setanarøkið fevnir um Uttanríkistænastuna, Løgmans­ skriv stovuna og hini stjórnarráðini. Tænastu­ staðurin er í løtuni Uttanríkisráðið, og skal tann, ið sett/ur verður í starv, tola at verða flutt/ur í onnur leiðandi størv í Uttanríkis­ tænastuni. Vinaliga setið tygum í samband við Herluf Sigvaldsson aðalstjóra á telefon +298 306111 at frætta meira um starvið. Umsóknir við prógvum og øðrum skjølum skulu sendast til Uttanríkisráðið, Tinganes, FO­100 Tórshavn ella við teldubrævi til mfa@mfa.fo og vera frammi í seinasta lagi hósdagin 7. juli 2011 kl. 12.00. Uttanríkistænastan fevnir um Uttanríkisráðið og sendistovur Føroya til London, Keyp­ manna havnar, Evropasamveldið og Reykja­ víkar og er ein og sami myndugleiki. Uttanríkistænastan er høvuðsamboðið og kveikjarin hjá Føroyum støðugt at tillaga føroyska samfelagið til alheimsgjørda heimin, til tess at íbúgvar, myndugleikar og vinnufeløg landsins fáa best hugsandi umhvørvi at búleikast, virka og mennast í, bæði burturi og heima. U T Ta n R Í K i S R Á ð i ð MiniSTRY OF FOREiGn aFFaiRS Tinganes • FO­100 Tórshavn • Faroes • Tel.: (+298) 306100 • Fax: (+298) 351015 • e­mail: mfa@mfa.fo • www.mfa.fo Sosialurin 341800