Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76 Sosialurin Uni Holm Johannesen Hann vísir ákærunum aftur. – Tað er bara kleyvar­ skapur, at eg framvegis ikki hava sent Listasavninum eina nærri frágreiðing. Eg kenni tað hinvegin sum, at eg eri skuldsettur fyri at stjala, og tað er púra burturvið. Tað sigur Zacharias Heine­ sen, listamaður, sum harmast, og er samstundis ovfarin, um eitt brot í ársfrágreiðingina hjá Listasavni Føroya. Har skrivar Helgi Fossádal, frá­ farni stjórin, at í búnum eftir William Heinesen vóru tríggjar vatnlitsmyndir eftir Sámal Joensen-Mikines, sum savnið hevur biðið um at fáa aftur frá arvinginunum. – Savnið hevur síðan 2005 fregnast um myndirnar, og arv­ingarnir váttaðu, at mynd­ irnar vóru í Williams húsi. Tó at hetta var lovað okkum, hendi einki víðari í málinum. Í ár vendi savnið sær einaferð enn til arvingarnar fyri at fáa tær tríggjar myndirnar heim, men tá vóru boðini frá arvingunum, at myndirnar vóru horvnar! Savnið bað arvingarnar um at greiða frá hesum tilburði í einum brævi, men onki er enn komið, skrivar fráfarni stjórin í árs­ frágreiðingini 2010. Tú fær ikki greitt svar í løtuni um, hvør hevur rætt. Tað veldst um, hvønn tú spyr. Skrásettu listaverkini Tá Helgi Fossádal tók við sum stjóri á Listasavni Før­ oya í 2003, fór hann undir at skráseta listaverk við tal­ gildari skipan. Niðurstøðan var, at 80 málningar vóru horvnir. Savnið hevur fingið nakrar av málningunum aftur seinastu árini – men ikki vatnlitsmyndirnar eftir Sámal Joensen-Mikines. Zacharias Heinesen sigur, at málningar hava verið á goymslu, men onkur er eftir øllum at døma farin avstað við málningunum. – Eg havi boðað Lista­savn­ inum frá fyrr, at vit mettu okkum hava málningarnar. Meðan vit leitaðu, var greitt, at málningarnir eru horvnir, og eg veit ikki, hvar teir eru. Listasavnið hevur biðið um eina frágreiðing, og tað er bara kleyvarskapur, at tað ikki er fingið frá hondini. Eg havi verið upptikin og gloymt tað. Tað er hinvegin ikki nøkur orsøk til at skuldseta meg fyri at stjala. Eg havi ikki stolið nakað, sigur Zacharias Heinesen. Hann fer nú at tosa við nevndina í Listasavninum um málið. Sosialurin ringdi til Helga Fossádal bæði fríggjadagin og í dag, men tað hevur ikki eydnast okkum at fingið viðmerkingar frá honum. Uni Holm Johannesen – Spurningarnir um Face­book eru nógvir. Til­dømis um falskar vanga­myndir, hjálp til at strika ónærisligar við­ merkingar ella myndir, Face-rape, at strika vanga­mynd hjá deyðum per­sóni, um hakking, happ­ing og annað. Dátueftirlitið hevur viðgjørt heili 125 mál fyrstu seks mánaðirnar í ár. Tað eru 22 prosent meira enn í fjør. Tað snýr seg mest um sam­ skiftismiðilin Facebook, tá føroyingar spyrja Dátu­eftirlitið um hjálp. – Málini um Facebook eru støðugt vaksandi, mill­um annað við út­ spill­ing og umbøn um hjálp at strika upp­lýs­ ingar og myndir, skriv­ar Dátueftirlitið á sínari heimasíðu í dag. Nógv at gera Starvsfólkini á Dátu­ eftir­litinum keða seg í øllum førum ikki. Um­ framt Facebook, eru nógvir fyrispurningar um vakmyndatól, eftirlit, inn­lit í telefonrokningar, gransk­ing, hoyringar av lógum og kunngerðum. Tað eru serliga skúlar og foreldrabólkar, sum senda boð eftir Dátu­ eftir­litinum fyri at greiða børnunum frá inter­netinum. – Eisini hava fleiri næm­ingar bæði í fólka­ skúlanum og tildømis sjúkra­røktarfrøðingar vent sær til Dátueftirlitið við fyrispurningi um vegleiðing í samband við skriving av uppgávum, eins og fólk venda sær til Dátueftirlitið í sam­ band við gransk­ingar­ verkætlanir, skrivar Dátureftirlitið. Facebook er ein trupulleiki – Málini um Facebook eru støðugt vaksandi, millum annað við útspilling og umbøn um hjálp at strika upplýsingar og myndir á Facebook, skrivar Dátueftirlitið Listamaður harmast um ákæru frá Listasavninum Zacharias Heinesen harmast um, at ársfrágreiðingin hjá Listasavninum skuldsetir hann fyri at stjala. - Eg havi boðað Listasavninum frá fyrr, at vit mettu okkum hava málningarnar. Meðan vit leitaðu, var greitt, at málningarnir eru horvnir, og eg veit ikki, hvar teir eru, sigur hann – Málini um Facebook eru støðugt vaksandi, millum annað við útspilling og umbøn um hjálp at strika upplýsingar og myndir, skrivar Dátueftirlitið á sínari heimasíðu í dag. Zacharias Heinesen sigur, at málningar hava verið á goymslu, men onkur er eftir øllum at døma farin avstað við málningunum.