mánadagur 4. juli 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76
10
Sosialurin
Tekstur: Rógvi Nybo
Myndir: Claus Boesen,
MediaPress
BankNordik yvirtók fríggja
dagin teir sokallaðu sunnu
partarnar av Amagerbanken.
Avtalan
við
Fíggjarligt
Støðufesti er undirskrivað,
og í morgun lat bankin upp
aftur fyri nýggjum kundum.
Fyrstu tíðina fer bankin
ikki at broyta navn, men fer
framvegis at eita Amager
banken.
Janus
Petersen,
forstjóri, sigur, at orsøkin er
at tað fyrst og fremst var
umráandi at fáa bankan
skjótt í gongd aftur.
– Hetta er ein banki, sum
fór fallit. Hann hevur virkað,
men hevur ikki havt møgu
leika at lánt pengar út ella
nakað sum helst tað seinasta
hálva árið. Tí var tað øgiliga
umráandi fyri okkum at fáa
gongd á bankan, soleiðis at
vit kunnu taka nýggjar kund
ar inn, sigur Janus Petersen,
og leggur afturat, at seinni
verður tikið støða til navnið.
Mest privatkundar
Við keypinum hevur Bank
Nordik
yvirtikið
umleið
92.000 nýggjar kundar, harav
umleið 70 prosent eru smáir
privatkundar
og
smærri
vinnufeløg.
Samstundis
yvirtekur bankin 13 deildir
av
teimum
upprunaligu
25. Upprunaliga var ætlað
at yvirtaka 11 deildir og
okkurt um 150 starvsfólk.
Men bankin hevur gjørt at
vaksa um henda partin við
tveimum deildum og upp
aftur 50 starvsfólkum. Sostatt
hevur BankNordik yvirtikið
11 deildir í Keypmannahavn
- harav 6 liggja á Amager -
og tvær deildir í ávikavist
Odense og Aarhus.
Hetta merkir at Bank
Nordik hevur yvirkitið um
leið helvtina av deildunum
á Amager, sum vóru áðrenn
krakkið.
Janus Petersen sigur, at
leiðslan í BankNordik leggur
dent á at hava stórar deildir.
– Vit halda, at tað er um
ráandi at hava stórar deildir
og at savna ekspertisuna.
Kundarnir í dag eftirspyrja
alt meira spesialiseraðari
tænastu, og tí er neyðugt
at
hava
serfrøðingarnar
savnaðar á størri deildum,
fyri at kunna veita eina
betri tænastu, sigur Janus
Petersen, forstjóri.
Leita ikki longur
Leiðslan í BankNordik legði
á tíðindafundinum fríggja
morgunin dent á, at Bank
Nordik ikki hevur í hyggju
at keypa fleiri bankar.
Við keypinum av Amager
banken hevur BankNordik
eitt innlánsyvirskot á 1,6
milliardir krónur og ein
solvens upp á 15 prosent.
rogvi@sosialurin.fo
Amagerbanken komin
á føroyskar hendur
Bankar Í rúma tíð framyvir fer Amagerbanken enn at eita Amagerbanken. Tað boðaði leiðslan
í BankNordik frá fríggjadagin, tá avtalan við Fíggjarligt Støðufesti varð undirskrivað
Ovasta leiðslan í
BankNordik var
fríggjadagin savnað
í høvuðssætinum hjá
Amagerbanken, har
endaliga yvirtøkan
av bankanum varð
kunngjørd á tíðindafundi
Ovasta leiðslan í BankNordik og Amagerbanken. F.v.
Janus Petersen, forstjóri, John Rajani, stjóri, og Jan Ulsø
Madsen, landastjóri hjá BankNordik í Danmark