Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76 12 Sosialurin Ítróttarblaðið Fekk bæði í p Uni Holm Johannesen Kappróðrarárið er í hæddini. Leygar­dagin var fjórða av sjey FM kapp­ingum, og felags fyri allar vinnararnar á Varmakeldu er, at teir eru við í stríðnum um meistara­ heitið. Klaksvíkingur vann trivaligan sigur í kappingini við Vestmenning. Bátsformaður á Klaksvíkingi er Janus Dam-Jacobsen, sum er ættaður av Skála og í fleiri ár búði í Kolla­firði, áðrenn hann flutti til Klaks­víkar. Hetta er seytjanda árið á rað, at Janus situr við árarnar, og hugurin at rógva er framvegis eins góður og hann var, tá ið hann í 1995 var við til at manna Svan av Skála og árið eftir Koll úr Kollafirði. Síðani róði hann átta ár við Stráluni av Strondum, áðrenn hann í 2005 fyrstu ferð var við til at manna ein av bátunum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Tað var 8-mannafarið Nevið Reyða, sum vann allar róðrarnar og harvið FM. Árið eftir var hann fyrstu ferð við til at vinna FM við Klaksvíkingi. Teir endur­tóku FM í 2009, og higartil í ár hevur gingið stak væl. Tað er bátsformaðurin, sum hev­ur lagt skránna fyri, hvussu teir skulu venja, og sambært báts­ for­manninum liggur nógv stríð og strev aftanfyri avrikini, sum nú á há­sumri eru at síggja á firðum og sundum: – At vera kapprógvari er ein lívs­stílur, tí fyrireikingarnar og kapp­ingin ávirka alt annað, sum tú tekst við. Summir rógvarar halda bara stuttan steðg eftir Ólavsøku, áðrenn teir aftur seta seg í maskin­ urnar og eisini styrkisvenja. Felags fyrireikingarnar hjá okkara mann­ ing fóru vit undir stutt eftir nýggjár, og tað man vera umleið soleiðis hjá teimum flestu manningunum, sigur Janus Dam-Jacobsen. Klaksvíkingur var leygardagin eina bátslongd frammanfyri Vest­ menning. Hóast hetta var fjórða ferðin, at Vestmenningur noyddust at lúta, og tað harvið kanska er ilt at ímynda sær, at tað í teimum trimum róðrunum, sum bíða, skal eydnast Vestmenningi at gera nakað við Klaksvíking, so vil Janus Dam- Jacobsen á ongan hátt avskriva kapp­ingar­neytan. Í fjør var hann við til at manna Vestmenning. Sjey av teimum, sum í fjør vóru bátsfelagar hjá hon­um, sita framvegis umborð á Vest­ menningi: – Vit halda, at Vestmenningur rør ógvuliga væl, og vit síggja tað soleiðis, at tað er alneyðugt hjá okkum at vera hundrað prosent fokuseraðir upp á uppgávuna, tá ið vit venja, og tá ið vit kappast. Um vit ikki eru tað, so fer tað heilt víst at síggjast aftur í kappingini við Vest­menning. Hvessingur og Hvassi Tað kann ikki sigast annað, enn at tað hilnaðist rættuliga væl hjá báts­formanninum á Klaksvíkingi leygardagin. Umframt at leggja venj­ ingarskránna fyri sína manning, so hevur hann ábyrgdina av venjingini hjá tveimum øðrum manningum. Talan er um kvinnumanningina á 6-mannafarinum Hvessingi og gentumanningina umborð á 5-manna­farinum Hvassa. – Av góðum grundum fái eg ikki vant so nógv saman við teim­um. Eftir áheitan havi eg lagt venjingar­ ætlanina fyri tær. Eina ferð millum hvørja kapping stimi eg saman við Hvessingi undir venjing, og so tosa vit ofta í telefonini um venjingina og kappingarnar. At tað í Fuglafirði endaði soleiðis, at vit og bæði Hvessingur og Hvassi vunnu var sjálv­andi sera hugaligt, staðfestir Janus Dam-Jacobsen. Felags fyri kvinnurnar á Hvess­ ingi og genturnar á Hvassa er, at tær hava vunnið fleiri ferðir, og at tær eisini hava verið næstfremstar. Á Varmakeldu var tøtt kapping millum Hvassa og Erlu Kongsdóttir, sum vann á Sundalagsstevnu, og sum ikki megnaði meiri enn fjórða pláss á Jóansøku. Leygardagin var Hvassi knappliga tvey sekund frammanfyri Erlu Kongsdóttir. Hvessingur hevur alt árið verið í kapping við Gongurólv. Talan hevur ikki verið um serliga tætta kapping, tí allar fýra ferðirnar hevur mun­ urin millum tann fremsta og tann næstfremsta verið meiri enn eitt sekund. Valdast umstøður Umstøðurnar vóru góðar í Klaksvík og í Fuglafirði, meðan tær ikki vóru optimalar í Hósvík og á Tvøroyri, sigur Janus Dam-Jacobsen, og hann heldur fram: KAPPRÓÐUR Bátsformaðurin á Klaks­ víkingi er eisini venjari hjá kvinnunum á Hvessingi og gentunum á Hvassa, sum báðir vunnu í Fuglafirði Klaksvíkingur vann trivaligan sigur í kappingini við Vestmenning Mynd: Norðlýsið