mánadagur 4. juli 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76
Sosialurin
Ítróttarblaðið
– Tá ið vit hava analyserað róð
urin á Tvøroyri, so sæst, at tær
manningarnar,
sum
dugdu
at
gagnnýta rennisjógvin, fingu mest
burturúr. Tað vil siga, at tær mann
ingarnar, sum títtaðu, tá ið tær
vóru á aldukambinum, runnu betri
enn tær, sum støðugt hildu sama
tempo. Í Fuglafirði vóru líkingdini
góð, og tí var ikki neyðugt at hugsa
um at skifta tempo. Gongurólvur
hevur staðið seg væl, og tað er lagt
upp til sera spennandi FM kapping
millum Hvessing og Gongurólv. Í
gentukappingini liggur Hvassi sera
væl fyri, men í gentukappingini eru
royndirnar hjá rógvarunum ikki so
nógvar, og tá kann so nógv henda.
Klaksvíkingur, Hvessingur og
Hvassi eru saman við øllum hinum
kappróðrarbátunum farnir at fyri
reika seg til róðurin á Vestanstevnu,
sum verður í Miðvági leygardagin.
– Rógvarum dáma væl, at tað nú
verður kappast hvørt vikuskifti. At
tað er so stutt millum róðrarnar ber
við sær, at tað ikki er møguleiki fyri
nógvari tungari venjing. Sunnudag
rógva vit av, sum vit siga, mánadag,
týsdag og mikudag hava vit tunga
venjing, og so trappa vit niður. Í
hvussu so er eina ferð venja vit
róðrarteinin, sum vit næstu ferð
skulu kappast á. Vit vóru eitt
kvøldið í Fuglafirði og ítaðu av.
Í Hósvík vandu vit alla vikuna,
tí vit fingu neyst til bátin, og á
Jóansøku fóru vit suður kvøldið
fyri,
greiðir
bátsformaðurin
á
Klaksvíkingi, Janus Dam-Jacobsen
frá. Hann hevur nógv at hugsa
um, og leygardagin á Varmakeldu í
Fuglafirði gekk alt upp í eina hægri
eind. Tá vunnu allar tríggjar mann
ingarnar, sum hann hevur venjara
ábyrgdina av, og tí kann ikki sigast
annað, enn at hann fekk bæði í posa
og sekk.
uni@sosialurin.fo
posa og sekk
6-mannafør kvinnur
1 Hvessingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:12. 09
2 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:14. 15
3 Jarnbardur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:32. 11
Støðan
1 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 26
2 Hvessingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 26
3 Jarnbardur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20
4 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4
5 Herningur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4
5-mannafør gentur
1 Hvassi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:25. 23
2 Erla Kongsdóttir . . . . . . . . . . . . . . . 05:27. 11
3 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:32. 01
4 Spógvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:35. 01
5 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:44. 15
Støðan
1 Hvassi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27
2 Erla Kongsdóttir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 22
3 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21
4 Spógvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 16
5 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13
6 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5
7 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3
10-mannafør
1 Klaksvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . 09:08. 10
2 Vestmenningur . . . . . . . . . . . . . . . . 09:12. 22
3 Hoyvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 09:34. 22
Støðan
1 Klaksvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 28
2 Vestmenningur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24
3 Hoyvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20
Felags fyri kvinnurnar á Hvessingi
og genturnar á Hvassa er, at tær
hava vunnið fleiri ferðir, og at tær
eisini hava verið næstfremstar.
Myndir: Norðlýsið