mánadagur 4. juli 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76
14
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Gullið helt seg bu
Uni Holm Johannesen
Hagtølini siga, at Róðrarfeløgini
í Havn plaga at eiga vinnarar á
hvørjari stevnu. Í ár hevur verið
longri millum sigrarnar hjá teimum
báðu stóru feløgunum, enn tað ofta
hevur verið, men í Fuglafirði var
fyrsta ferðin í ár, at hvørki Havnar
Róðrarfelag
ella
Róðrarfelagið
Knørrur vunnu nakran róður.
Á Tvøroyri vunnu havnarfeløgini
tríggjar kappingar, men í Fuglafirði
vóru marginalarnir ikki við bláu
bátunum og teimum hvítu við
drekastevnunum.
Meðan tað hilnaðist minni
væl hjá teimum heimanfyri ánna,
so royndist tað betri hjá Argja
Róðrarfelag, sum vann tveir róðrar
og harvið var mest vinnandi fel
agið í Fuglafirði. Hinir sigrarnir
vóru vunnir av feløgunum í Vági,
á Glyvrum, í Kvívík, í Hvalvík/
Streymnesi, á Oyri, í Miðvági og í
Klaksvík.
Argjabáturin heldur fram
Tølini søgdu, at tað fór at verða
sera tætt og spennandi í kappingini
millum 8-mannaførini.
Argjabáturin
hevði
vunnið
tríggjar tær fyrstu ferðirnar, men
munurin aftur til Ørv hjá Havnar
Róðrarfelag var støðugt minkaður,
og á Jóansøku var hann eitt
sekund.
Ørvur leyp avstað í Fuglafirði, og
tá ið startspurturin var liðugur, var
hann tað mesta av einari bátslongd
frammanfyri Argjabátin og Nevið
Reyða.
So legði Argjabáturin til brots.
Tøkini hjá argjamonnum vóru
dyggari enn tey hjá kappingarneyt
unum, og tá ið 1500 metra málið
var hálvrunnið, var Argjabáturin
fremstur. Í endaspurtinum rann
reyði báturin frá Ørvi, og á málinum
var gott og væl leyst millum hesar
báðar bátarnar.
Nevið Reyða endaði á triðja
plássi, men kappingin við Miðving
gjørdist at enda sera tøtt.
Riddarin er suverenur
Sammett við undanfarnu ferðirnar,
so var munurin frá Riddaranum
og aftur til Lóm av Argjum minni
hesa ferð, enn hann hevði verið,
men kortini var 6-mannafarið
við monnum úr Miðvági mest
sannførandi vinnarin av øllum á
Varmakeldustevnu.
Bæði í Hósvík og á Tvøroyri
var munurin frá Riddaranum og
aftur til Lóm átta sekund. Hesa
ferð var hann fimm sekund. Men
tað var avgjørt einki, sum bendi
á, at nakar fer at hótta Riddaran,
ið beinanvegin legði seg á odda og
skjótt var leysur av hinum.
Lómur var aftur hesa ferð
næstfremstur, og Smyril endaði
aftur hesa ferð á triðja plássi. Men
kappingin millum hesar báðar
hevur ongantíð verið so tøtt sum
í Fuglafirði, tá ið tað bara var brot
partur av sekundi frá Lómi og aftur
til Smyril.
Vágsdreingir aftur á beint
Á Norðoyastevnu vunnu vágs
dreingir umborð á Royndini Fríðu,
men tvær tær næstu ferðirnar hiln
aðist ikki so væl hjá teimum. Drekin
hjá Havnar Róðrarfelag vann í
Sundalagnum, og Blikur hjá Argja
Róðrarfelag vann á Tvøroyri.
Vágbingar, sum kendu seg hava
verið sera óhepnar, komu fyri
seg aftur í Fuglafirði. Teir vunnu
á Jallinum hjá Knørrafelagnum.
Higartil hava tríggir bátar vunnið í
fýra kappingum, og um nakar bátur
so at siga eigur tørn at vinna, so
KAPPRÓÐUR Merkisvert var tað, at eingin
bátur hjá teimum báðu stóru feløgunum í
Havnini var millum vinnararnar í Fuglafirði