mánadagur 4. juli 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Hóast bæði Føroyar og Bermuda
liggja í Norðuratlantshavi, er frá
støðan so mikið stór – í beinari
linju um 6.000 kilometrar – at tað er
púrasta óhugsandi, at ferðast verð
ur beinleiðis til Bermuda, tá oyggja
leikirnir verða har í 2013. Helst verð
ur neyðugt at fara umvegis Ísland
ella Danmark til USA og so víðari
til Bermuda.
At tað er dýrt at ferðast, vita vit
frá teimum frá Bermuda, ið tosa um
nógvar pengar, ið skulu til, hvørja
ferð tey skulu til oyggjaleikir um
okkara leiðir. So givið er, at leikirnir
um tvey ár fyri føroysku ítróttar
fólkini verða teir dýrastu nakran
tíð.
– Uttan at vit enn hava kannað
prísirnar nágreiniliga, kunnu vit
nokk siga, at kostnaðurin er so
mikið stórur, at ein ítróttargrein
sum flogbóltur, ið skal avstað við
kanska 34 fólkum, helst vil hugsa
seg væl um, um farast skal til
Bermuda ella ikki, tí fyri somu
pengar ber til at fara til fleiri altjóða
kappingar nærri Føroyum, sigur
Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti.
– Ein annar bági við at fara til
Bermuda, er stóri hitin har mitt
um summarið, sum ger, at best er
at vera í góðari tíð. Tí kundi eitt
hugskot verið, at føroysku ítróttar
fólkini fóru á venjingarlegu undan
leikunum, eitt nú eina viku áðrenn,
so tey fingu vant seg til veðurlagið
áðrenn sjálvar leikirnar. Tað kostar
sjálvandi eisini, men er næstan
neyðugt, skal ferðaíløgan svara seg
ítróttarliga eisini.
Landið má spæla við
Frá fleiri av hinum oyggjasamfel
øgunum, vit kappast við á oyggja
leikum, vita vit, at har er góður
almennur stuðul inni í myndini, tí
hjá fleiri teirra hevði slett ikki borið
til at verið við til leikirnar uttan
almenna hjálp, tí tað annars hevði
verið alt ov kostnaðarmikið. Spurn
ingurin er tí, um ikki eisini tað al
menna í Føroyum átti at verið meira
beinleiðis við sum ein stuðul.
– Vit í Ítróttarsambandinum
vóna, at landið sær týdningin av
oyggjaleikunum og hjálpir til, og
tað kundi eitt nú verið gjørt við
beinleiðis hjálp til fígginginga, ið
kundi komi frá mentamálaráðnum,
sigur Petur Elias Petersen, ið vísir
á, at ítrótturin bara hevur fingið
minni og minni av pengum.
– Játtanin til ítróttin er skerd,
men tað, sum er komið til úrvals
ítróttin, hevur munað væl. Nú
skuldi bara eisini komið ein játtan til
uttanlands tiltøk, har oyggjaleikir
kundu fingið annaðhvørt ár og
aðrar ítróttarhendingar annaðhvørt
ár. Ein langtrøkkandi ætlan á hes
um øki hevði komið væl við, so
allir partar vistu, hvussu arbeiðast
kundi frameftir.
ÍSF-forsetin vísir somuleiðis
á, at tað hevur stóran týdning, at
føroyingar møta rímiliga vælmann
aðir upp í Bermuda, nú vit liggja
framvið at fáa oyggjaleikirnar í
2019 í Føroyum, tí um bara eitt lítið
»krúkkulið« møtir upp á Bermuda, tí
vit ikki hava ráð til meira, kann tað
gerast ein fótongul fyri ætlanirnar
um at hýsa leikunum her.
hilmarjan@sosialurin.fo
Undan einum oyggjaleikum er
altíð áhugavert at vita, hvørjar
ítróttargreinar eru við, tí tað er
nú upp til vertirnar at gera av,
hvørjar greinarnar verða. Fyrr
vóru seks fastar ítróttargreinar,
og so kundu vertirnir velja tær
síðstu átta, men nú hava vertirnir
fult ræði á, hvørjar greinar
verða.
Næstu ferð, tá oyggjaleikir
verða í Bermuda í 2013, verða
ítróttargreinarnar
badminton,
fimleikur, flogbóltur, fótbóltur,
frælsur ítróttur, golf, kurvabóltur,
sigling, skjóting, súkkling, svimj
ing, squash, tennis og triatlon.
Tað vil siga, at ein av okkara
allardrúgvastu ítróttargreinum,
bogaskjóting, ið hevur vunnið
Føroyum fleiri teggjur av gull
heiðursmerkjum,
ikki
verður
við í Bermuda, men helst kemur
innaftur í Jersey í 2015. Hinvegin
er ein onnur ítróttargrein, sum
onkrar leikir hevur roynst sera
væl, fimleikur, aftur at síggja í
Bermuda.
Soleiðis er tað næstan hvørja
ferð, at summar rúka út og aðrar
koma innaftur, sum ruku út síðst.
Judo, sum plagar at roynast væl,
er ikki við í Bermuda, men tað er
hinvegin súkklingin, ið kom við
aftur í Isle of Wight, eftir at hava
verið úti í Álandi fyri tveimum
árum síðani.
Bogaskjóting út, fimleikur inn
Bermuda-leikirnir
verða dýrir
Oyggjaleikir Um tvey ár skal Bermuda
hýsa oyggjaleikunum, sum uttan síðustykki
verða nógv teir dýrastu hjá føroysku
ítróttarfólkunum nakrantíð, tí ferðast
skal langa leið. – Tað er alneyðugt,
at landið spælir við fíggjarliga, sigur
ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen
LANDIÐ MÁ VIÐ
– Vit í Ítróttarsambandinum vóna, at landið sær týdningin av oyggjaleikunum og
hjálpir til, sigur ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen, sum ásannar, at tað verður sera
dýrt at senda føroysk ítróttarfólk til leikirnar í Bermuda um tvey ár
Mynd: Álvur Haraldsen