mánadagur 4. juli 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Føroyingar eru ikki vanir við ann
að, enn at tað eru ættarbondini
hendavegin, sum eru avgerandi, tá
finnast skal fram til ítróttarfólk,
ið kunnu umboða Føroyar í altjóða
kapping. Eigur tú í minsta lagi eina
føroyska ommu ella ein føroyskan
abba, so er tað nóg mikið til, at tú
í altjóða høpi roknast sum føroy
ingur og kanst sleppa á eitt føroyskt
landslið.
Soleiðis er ikki við oyggjaleik
unum, tí har er grundreglan ikki
lagað eftir, hvussu gjørt verður í
londum, sum eru í altjóða kapping,
men heldur hvussu oyggjar gera,
sum eru partar av einum landi. Og
tí ræður um at vera føddur á eini
oyggj, sum er við, ella at búgva har,
fyri at fáa rætt til at sleppa á eitt av
oyggjaleikaliðunum.
– Hetta eru ikki reglur, ið hóva
okkum serliga væl, tí upp á henda
mátan koma vit at hava eitt
A-landslið, ið kann fara til allar
altjóða kappingar, og so eitt B-lands
lið, ið bara kann fara til oyggjaleikir,
sigur Petur Elias Petersen, ÍSF-for
seti, sum ítøkiliga hevur roynt at
fingið hetta broytt.
– Á aðalfundinum í IIGA, sum
var á Isle of Wight, løgdu vit fram
eitt broytingaruppskot, so eisini
kann gangast eftir teimum treytum,
vit vanliga halda okkum til. Hetta
uppskot fekk ikki beinleiðis undir
tøku, men tað eydnaðist okkum at
fáa tað í nevnd, so nú skal tað við
gerast til næstu ferð. Fyri okkum
hevur tað nógv at siga, at fáa tað
ígjøgnum.
Petur Elias nevnir sum dømi
góða badmintonspælaran, Sigrun
Smith, sum á oyggjaleikunum í
Álandi í 2009 vann gull í einmans
leiki hjá kvinnum og saman við
Guri Poulsen silvur í tvímansleiki
hjá kvinnum, umframt at hon í
liðkappingini saman við Brynhild
Carlsson vann avgerandi tvímans
leikin hjá kvinnum.
– Okkara trupulleiki er bara, at
Sigrun í veruleikanum ikki hevur
loyvi at vera við á leikunum, tí
hon ikki lýkur treytirnar, sum eru
galdandi í IIGA. Men fyri tað er
hon fullgóður føroyingur og kann
vera við í bæði EM- og HM-kapp
ingum sum føroyingur, men bara
ikki á oyggjaleikunum, sigur ÍSF-
forsetin.
– Hetta skapar ein óneyðugan
mismun, sum vit vilja av við, og tí
royna vit at fáa tað broytt. Vit skilja
væl, at onnur hava eina aðra støðu,
men kundu eitt nú ynskt, at báðar
reglurnar vóru í gildi, tí vit hava
einki ímóti, at hini taka síni lið út
eftir gomlu reglunum, bara vit
sleppa at brúka altjóða reglurnar,
so vit altíð kunnu hava okkara
bestu ítróttarfólk við.
hilmarjan@sosialurin.fo
Gullmerki
Badminton
Menn tvímansleikur . . . . . . . . . . . . . . . . . . Aksel Poulsen/Niclas Eysturoy
Bogaskjóting
Recurve »Head to Head« lið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Føroyar
Bogaskjóting
Compound FITA lið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Føroyar
Bogaskjóting
Compound FITA menn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Jógvan Niclasen
Bogaskjóting
Recurve FITA lið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Føroyar
Svimjing
Menn 100 m frísvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Pál Joensen
Svimjing
Menn 1500 m frísvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Pál Joensen
Svimjing
Menn 200 m bringusvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Pál Joensen
Svimjing
Menn 200 m frísvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Pál Joensen
Svimjing
Menn 4 x 100 m frísvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Føroyar
Svimjing
Menn 4 x 50 m frísvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Føroyar
Svimjing
Menn 400 m frísvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Pál Joensen
Svimjing
Menn 400 m blandað svimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Pál Joensen
Svimjing
Menn 50 m firvaldssvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Magnus Jákupsson
Svimjing
Menn 50 m frísvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Pauli Ø. Mohr
Svimjing
Kvinnur 100 m ryggsvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Birita Debes
Svimjing
Kvinnur 200 m bringusvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . Turið S. Christiansen
Svimjing
Kvinnur 4 x 50 m frísvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Føroyar
Svimjing
Kvinnur 4 x 50 m blandað svimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Føroyar
Svimjing
Kvinnur 50 m ryggsvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Birita Debes
Silvurmerki
Badminton
Menn tvímansleikur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Guri Poulsen/Niclas Eysturoy
Bogaskjóting
Compound »Head to Head« lið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Føroyar
Bogaskjóting
Recurve »Head to Head« menn . . . . . . . . . . . . . . . . . Hans Petur Højgaard
Bogaskjóting
Compound FITA menn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Albert Dam
Flogbóltur
Kvinnur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Føroyar
Flogbóltur
Menn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Føroyar
Frælsur ítróttur
5. 000 m kvinnur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Bjørk Herup Olsen
Frælsur ítróttur
10. 000 m kvinnur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Bjørk Herup Olsen
Svimjing
Menn 100 m ryggsvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Magnus Jákupsson
Svimjing
Menn 100 m blandað svimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Pál Joensen
Svimjing
Menn 200 m ryggsvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Magnus Jákupsson
Svimjing
Menn 200 m blandað svimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Pál Joensen
Svimjing
Menn 4 x 100 m blandað svimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Føroyar
Svimjing
Menn 4 x 50 m blandað svimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Føroyar
Svimjing
Menn 50 m ryggsvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Magnus Jákupsson
Svimjing
Menn 50 m bringusvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Pauli Ø. Mohr
Svimjing
Kvinnur 100 m ryggsvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Poula Ø. Mohr
Svimjing
Kvinnur 4 x 100 m frísvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Føroyar
Svimjing
Kvinnur 4 x 100 m blandað svimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Føroyar
Svimjing
Kvinnur 50 m ryggsvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Poula Ø. Mohr
Bronsumerki
Badminton
Liðkapping . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Føroyar
Bogaskjóting
Compound »Head to Head« menn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Albert Dam
Bogaskjóting
Recurve FITA menn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Absalon Hansen
Bogaskjóting
Recurve FITA kvinnur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Annika Vang
Bogaskjóting
Compound »Head to Head« kvinnur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Sigrid Vang
Borðtennis
Kvinnur tvímansleikur . . . . . . . . . Henrietta Nielsen/Rakul Mikkjalsdóttir
Frælsur ítróttur
5. 000 m menn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Marnar Djurhuus
Frælsur ítróttur
Hálvt maraton kvinnur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Bjørk Herup Olsen
Frælsur ítróttur
Hæddarlop menn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Øssur Debes Eiriksfoss
Svimjing
Menn 100 m bringusvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Pál Joensen
Svimjing
Menn 100 m firvaldssvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Magnus Jákupsson
Svimjing
Menn 50 m frísvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Heðin Lisberg Olsen
Svimjing
Kvinnur 100 m blandað svimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Poula Ø. Mohr
Svimjing
Kvinnur 50 m firvaldssvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Astrið Foldarskarð
Svimjing
Kvinnur 50 m frísvimjing . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Birita Debes
Føroysku
heiðursmerkini
Nr Oyggjaland
Gull
Silvur
Bronsa
Samlað
1 Guernsey
41
41
25
107
2 Isle of Man
26
22
20
68
3 Jersey
22
31
30
83
4 Føroyar
20
20
15
55
5 Isle of Wight
17
15
21
53
6 Áland
14
7
13
34
7 Gotland
9
12
21
42
8 Minorka
8
8
12
28
9 Caymanoyggjar 8
7
8
23
10 Hetland
7
4
4
15
11 Gibraltar
6
5
5
16
12 Saaremaa
4
5
7
16
13 Bermuda
3
5
10
18
14 Ynis Mon
2
2
0
4
15 Orknoyggjar
1
2
1
4
16 Hebridurnar
1
1
2
4
17 Sark
1
1
1
3
18 Hitra
0
1
2
3
19 Grønland
0
1
1
2
20 Rhodos
0
1
1
2
Reglurnar mugu broytast
Oyggjaleikir Sigrun Smith, sum í Álandi í 2009 var við til at
vinna Føroyum fleiri heiðursmerki í badminton, var ikki við á
oyggjaleikunum í Isle of Wight, tí hon ikki hevur rætt til at umboða
Føroyar í hesum høpi. Nú verður arbeitt við at broyta reglurnar
SLAPP IKKI VIÐ
Sigrun Smith, sum fyri tveimum árum síðani í Álandi var
við til at vinna fleiri heiðursmerki í badminton, var ikki við
á Isle of Wight, tí altjóða reglur eru ikki galdandi fyri, hvør
kann umboða eitt oyggjasamfelag á oyggjaleikum
Mynd: Álvur Haraldsen