Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76 18 Sosialurin Ítróttarblaðið Frælsur ítróttur Gull 0 Silvur 2 Bronsa 3 Hóast tað ikki gjørdist til nakað gullmerki, kláraði frælsi ítrótturin seg betur, enn hann plagar at gera. Bjørk Herup Olsen vann heiðursmerki í øllum sínum trimum kappingum, blaðungi Marnar Djurhuus vann eitt bronsumerki, og tað gjørdi Øssur D. Eiriksfoss eisini. Kappingin vísti, at tað eru talent á veg í frælsa ítróttinum og heldur menningin fram, kunnu tey vinna heiðursmerki av fínasta slagi í komandi leikum. _____________________________________________________ Flogbóltur Gull 0 Silvur 0 Bronsa 0 Menninir kláraðu seg betur á hesum leikunum enn seinast, meðan kvinnurnar ikki megnaðu at verja gullmerkið frá leikunum á Álandi. Hjá monnunum var Saaremaa í flokki fyri seg, meðan Føroyar fram til finaluna vístu seg sum eitt gott og sterkt lið. Hjá kvinnunum var tað eitt vónbrot, at Føroyar ikki vunnu gull, men í finaluni hevði Saaremaa munin, hóast fólk sótu eftir við kensluni, at Føroyar kundu havt vunnið kappingina. 6 ítróttargreinar vunnu heiðursmerki Oyggjaleikir Føroyar tóku lut í 9 ítróttargreinum á Oyggjaleikum hesaferð, og í 6 ítróttargreinum eydnaðist at vinna heiðursmerki. Her taka vit saman um avrikini hjá teimum ymsu ítróttargreinunum Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Svimjing Gull 15 Silvur 12 Bronsa 6 Svimjararnir vunnu ein stóran part av føroysku gullmerkjunum, men sum tosið var fyri leikirnar, høvdu nógv væntað enn fleiri gullmerki í teimum mongu svimjikappingunum. Men tað vísti seg, at serliga Guersney hevði tikið seg nógv fram, og tí fingu føroysku svimjararnir ikki so lætt spæl, sum fólk rundan um teir høvdu lagt upp til. Men 15 gullmerki var avgjørt eitt góðkent avrik í teimum tøttu og spennandi kappingunum.