Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76 Sosialurin Ítróttarblaðið Badminton Gull 1 Silvur 1 Bronsa 1 Tað var eitt sindur av einum vónbroti, at Føroyar ikki spældu seg í hálvfinaluna í badminton, og tað var eisini spell, at sterki kvinnuligi spælarin Rannvá Carlsen fekk skaða og ikki fekk spælt ella spælt upp til sítt besta í kappingini. Men kappingin var bjargað við einum gullmerki hjá Niclasi Eysturoy og Akseli Poulsen, og harafturat fingu Føroyar eitt heiðursmerki úr silvuri og bronsu. Borðtennis Gull 0 Silvur 0 Bronsa 1 Borðtennisliðið stílaði eftir hálvfinaluplássi í liðkappingini, men endaði sum nummar 5. Tað var eitt vónbrot fyri spælararnar. Spælararnir kláraðu heldur ikki at gera seg galdandi í einsmansleikinum, og einasta heiðursmerkið kom í tvímansleikinum hjá kvinnum, har Henrietta Nielsen og Rakul Mikkjalsdóttir vunnu bronsu. Golf Gull 0 Silvur 0 Bronsa 0 Føroysku golfspælararnir eru fittan tein frá at kunna gera seg galdandi í stríði um heiðursmerki á Oyggjaleikum, men Føroyar eru tó ikki veikasta oyggjalandið. Í liðkappingini hjá monnum gjørdust Føroyar nummar 14 av 18, meðan fremsti einstaklingurin hjá monnum var nummar 28 av 71 spælarum. Hjá kvinnum var einasti føroyski luttakarin nummar 27 av 44. _____________________________________________________ Súkkling Gull 0 Silvur 0 Bronsa 0 Føroysku súkklufólkini komu ikki veruliga í nánd av heiðursmerkjum á hesum leikunum. Hvørki í einstaklinga- ella liðkappingum megnaðu Føroyar at verða millum tey fremstu. Á undanfarnum leikum er tað komið fyri, at Føroyar hava vunnið heiðursmerki, men Føroyar eru dragnaðar í kappingini við hinar oyggjarnar. _____________________________________________________ Skjóting Gull 0 Silvur 0 Bronsa 0 Føroysku skjúttarnir raktu ikki so væl, at tað gav nakað heiðursmerki hesaferð. Í onkrum kappingum snoddaðu føroyskir skjúttar til heiðursmerkjapláss, men tað gjørdist ikki til nakað heiðursmerki hesaferð. Bogaskjóting Gull 4 Silvur 3 Bronsa 4 Bogaskjúttarnir vunnu fýra gullmerki, men teir høvdu ætlað sær enn fleiri og vóru eisini um reppið at vinna nøkur afturat. Men í nøkrum kappingunum vóru marginalar ímóti, og tí endaði tað við fýra gullmerkjum. Tí úrslitinum kunnu bogaskjúttarnir liva við, men tað livdi ikki heilt upp til tað, sum tey høvdu vónað frammanundan.