mánadagur 4. juli 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Isle of Wight endaði langt aftast í
flogbóltskappingini hjá monnum á
Oyggjaleikunum.
Isle of Wight var í bólki við
Caymanoyggjarnar,
Grønlandi,
Álandi og Jersey. Talan gjørdist um
fýra greið tap, har mótstøðuliðini
øll vunnu 3-0. Stigmunurin hjá
Isle of Wight, aftaná fýra dystir
var 145 vunnin og 300 tapt stig.
Frægasta settið hjá Isle of Wight
var ímóti Jersey, tá teir í øðrum setti
»bert« taptu 18-25 ímóti Jersey.
Flogbóltsliðið hjá Isle of Wight
hevur kortini staðið fyri einum
ógvuliga jaligum og lívsjáttandi
íkasti til hesar oyggjaleikirnar. Á
flogbóltsliðnum hjá Isle of Wight
hava tey nevnliga ein super-veteran,
sum eitur Dave Clark. Dave Clark
er nevnliga 66 ár! Og í hesu vikuni
verður hann 67 ár. Hann stríddist
kortini manniliga, og ein sá hann
savna nógvar bóltar upp, og hann
var ikki bangin fyri at kasta seg
eftir einum ringum bólti.
Dave segði í samrøðu við Rás2, at
hann ætlar at halda seg í form, og um
Isle of Wight sendir eitt flogbóltslið
avstað til oyggjaleikirnar á Ber
muda í 2013, so ætlar hann sær
at verða partur av hópinum. Í
samrøðuni harmaðist Dave eisini
eitt sindur um, at ein prestur, sum
spælir við liðnum ikki servaði betur.
Konan stuðlar væl
Dave Clark sigur, at hann hevur
spælt flogbólt í nærum eina hálva
øld, og hann hevur eisini spælt
fótbólt. Hann elskar at spæla fótbólt
við tí 10 ára gamla abbasoninum.
Dave harmast um, at ikki størri
undirtøka er fyri flogbólti í Onglandi,
sum hann heldur er ein ótrúliga
góð ítrótt hjá tilkomnum fólki at
íðka. Dave kann eisini fegnast um,
at konan Sue bakkar hann upp.
Sue hevur verið til allar flogbólts
dystirnar hjá Isle of Wight á
oyggjaleikunum, og hon dugir
sanniliga at larma og stuðla, so tað
væl og virðiliga hoyrist.
Sue íðkar ikki nakran ítrótt
sjálv, men sigur kortini, at hennara
»ítróttur« er at møta upp og stuðla
manninum.
66 ára gamal spældi flogbólt
OYGGJALEIKIR 66 ára gamli Dave Clarke var við á flogbóltslandsliðnum hjá Isle of
Wight, og hann ætlar sær eisini at verða við á næstu oyggjaleikunum. Dave Clarke
harmast um, at ein prestur, sum eisini spælir við liðnum, ikki servaði betur
66 ára gamli Dave Clarke heldur,
at flogbóltur er góð ítrótt hjá
tilkomnum fólki at íðka
Mynd: Carl-Henrik Fridén
Hóast fimleikur ikki taldist mill
um ítróttargreinarnar á oyggja
leikunum á Isle of Wight í farnu
viku, verða fimleikararnir ikki
fullkomuliga snýttir fyri sínar
leikir. Nakrar av oyggjunum hava
tikið seg saman um at hava eina
serligar fimleikaoyggjaleikir hesa
vikuna í staðin.
Leikirnir verða á Jersey hesa
vikuna, frá hósdegnum til leygar
dagin, og har fara Føroyar at
kappast við Jersey, Áland, Isle of
Man, Bermuda, Cayman-oyggjar
nar og Ynys Mon.
Tilsamans hava venjararnir,
Alida Savina og Valery Savin, tik
ið út 11 fimleikarar til føroyska
oyggjaleikalandsliðið hesa ferð.
Føroyska ferðalagið telur tilsam
ans 21 fólk, sum eru farin av land
inum í dag og koma aftur um eina
viku.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fimleikarar
til Jersey
Mynd: ÁLvur Haraldsen