Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76 Sosialurin Rólant Waag Dam – Eg veit, at mínar útrokningar eru rættar. Eduard Ranghiuc er ivaleysur. Hann eigur og rekur heimasíðuna football- rankings.info. Ein heimasíða, sum verður brúkt og siterað í altjóða fjølmiðlum, men sum áðrenn mikudagin í farnu viku ikki hevði nógvar vitjanir úr Føroyum. Men eftir at almenni styrk­islistin hjá FIFA varð kunngjørdur, gjørdist foot­ ball-rankings.info ógvu­liga áhugaverd millum føroy­ ingar. Millum tey, sum hava vitjað síðuna og síðani sett seg i samband við Eduard Ranghiuc, er føroyska fót­ bóltssambandið. – Eg havi tosað við umboð úr føroyska fót­bólts­ sambandinum, greitt teimum frá mínum útrokningum og havi eisini sent teimum mítt tilfar. Mín áheitan til tey er, at tey skulu trýsta og skunda undir FIFA, fyri at fáa eina frágreiðing, sigur Eduard Ranghiuc. Hann vísir á, at møgu­leik­ arnir fyri at fáa stig í undan­ kappingum økjast munandi, um vit møta einum liði úr styrkisbólki 6, so sum San Marino, heldur enn einum liði úr bólki. Allir fáa sama úrslit Tað stutta av tí langa við útrokningunum á football- rankings.info, er, at Føroyar hava 0,0691559 stig fleiri enn Wales. Eftir nógvar mailar úr Føroyum valdi Eduard Ranghiuc at leggja fram sínar útrokningar á heimasíðu síni, soleiðis at eingin ivi skal vera um, hvussu hann er komin fram til síni úrslit. Sosialurin hevur eisini tos­að við føroying, sum hev­ur fylgt føroyska fótbóltslands­ liðnum tætt síðstu mongu árini. Jákup Emil Hansen úr Runavík hevur, eins og Eduard Ranghiuc, roknað upp á úrslitini út frá sama leisti sum FIFA ger. Hann kemur fram til neyvt somu úrslit sum Eduard Ranghiuc, altso at Føroyar 273,4821429 stig og Wales 273,412987 stig. Fótbóltssambandið hevur um vikuskiftið eisini roknað upp á úrslitini. – Har eru øgiliga nógv fyrilit at taka í útrokn­ing­ unum, men vit eru nú komin til akkurát somu úrslit sum football-rankings.info, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF. Hesi hevur hann eisini sent til FIFA, umframt at hann hevur kravt FIFA eft­ir eina útgreinaðari frá­greið­ ing. rolant@sosialurin.fow Rólant Waag Dam Tey munnu vera fá, ið hava so stórt inn­lit í føroyskan lands­liðs­fót­ bólt sum Ivan Eginsson Moskalenko. Hann hev­ ur fylgt gongdini og menn­ingini hjá føroyska lands­liðnum, síðani vit fóru upp í altjóða fótbólt, og er ivaleysur um týdn­ingin av at flyta ein styrkis­bólk upp. – Søgan seinastu 20 árini sigur okkum, at vit hava framúrskarandi ha­gtøl í móti liðum, sum eru á okkara støði. Til EM-undankappingina í 1996 vunnu vit báð­ ar dystirnar í móti San Marino, til HM-und­an­ kappingina í 1998 vunnu vit báðar dystirnar í móti Malta og til HM- undankappingina í 2002 vunnu vit báðar dystirnar í móti Luksem­ burg, greiðir Ivan Egins­ son Moskalenko frá. Fleir fyrimunir Ivan sær eisini fyri sær aðrar fyrimunir enn teir ítróttarligu. – Flyta vit teir styrkis­ bólk upp, so vekir tað áhuga, fleiri fólk koma til dystirnar og tað merkir aftur fleiri krónur í kass­ an hjá FSF, vísir Ivan Egins­son Moskalenko á. Hann dregur fram til tann 8. juni í 1997 sum dømi. – Til dystin í móti Malta varð føroyskt áskoð­aramet sett, tá 6640 áskoðarar vóru og hugdu. So nógv hava hvørki áður ella síðani verið til dyst, tá lands­liðið hevur spælt í Føroyum, hóast bæði Týskland, Frakland og Italia hava vitjað síðani, greiðir Ivan Eginsson Moskalenko frá. Tí heldur fótbólts­ser­ frøðingurin, at FSF skal stríðast alt tað, tey eru ment, fyri at fáa FIFA sannført um, at Føroyar eiga at liggja omanfyri Wales og ikki umvent, sum støðan er nú, hóast sama stigatal. – Í ringasta føri eigur hetta at verða avgreitt við lutakasti, tí vit kunnu ikki bara góðtaka støð­una sum hon er, sigur Ivan Eginsson Moska­lenko. Smátjóðir passa okkum best FIFA-LISTIN Ivan Eginsson Moskalenko er sannførdur um, at tey hevði tænt føroyskum fótbólti, um vit fluttu ein styrkisbólk upp. – Hagtølini eru 100 prosent við okkum, sigur hann Trýstið FIFA FIFA-LISTIN Maðurin handan heimasíðuna football- rankings-info er fullvísur í, at hansara útrokningar eru rættar. Hann heitir á FSF, um at trýsta FIFA Ivan Eginsson Moskalenko heitir á FSF um at stríðast fyri síni søk Rólant Waag Dam Virgar Hvidbro tosaði beint fyri døgurða við um­ boð frá FIFA. – Tey vátta fyri okkum, at tær útrokningar, vit hava gjørt, sum geva somu úrslit sum football-rank­ ings.info, eru púra rættar. Føroyar hava fleiri stig enn Wales, um vit taka allar desimalir við, sigur Virgar Hvidbro. Hann leggur dent á, at talan ikki er um eina al­ menna fráboðan frá FIFA, men eitt munnligt svar frá einum umboði. – Okkara fyrispurningur skal í gjøgnum fleiri in­ stansir, áðrenn nøkur enda­lig fráboðan kemur, men hetta er so fyribils svar­ið, vit hava fingið, sigur Virgar Hvidbro. Aðalskrivarin vísir á, styrkislistin, sum londini verða bólkaði eftir, kemur út 27. juli, men av tí, at evropeisku londini gera millum lítið og einki við fótbóltin í juli, fer støðan neyvan at broytast. Við tí í huganum og ný­ komnu boðunum frá FIFA sær út til, at Fót­bólts­ føroyar hava okkurt at gleða seg til. rolant@sosialurin.foß Lovandi boð frá FIFA Føroyar eru omanfyri Wales, eru fyribils boðini frá FIFA, meðan vit bíða eftir eini endaligari almennari fráboðan Málið í stuttum Hóast sama stigatal, 273, hevur FIFA sett Wales omanfyri Føroyar á styrkislistanum fyri juni. Útrokningar hjá football-rankings.info, Jákup Emil Hansen og Fótbóltssambandinum vísa hinvegin, at Føroyar eru, runt roknað, 0,07 stig frammanfyri Wales. Støðan á styrkislistanum er avgerðandi fyri, hvørjum styrkisbólki Føroyar enda í. Enda vit omanfyri Wales, flyta vit ein styrkisbólk upp og kunnu sostatt møta londum sum Malta og San Marino. FSF hevur kravt FIFA eftir eini frágreiðing, har útrokningarnar verða útgreinaðar.