Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76 24 Sosialurin Vilmund Jacobsen Landsstýrið hevur ásett, at tey fyrstu 20.000 tonsini av hesi felagskvotu kunnu fiskast frá 20. juni – og síðan skulu sambært ætlanini onnur 20.000 tons leysgevast til veiði hin 20. juli. Men hvussu nógv ísfiska­ skip og onnur skip, sum hava fingið loyvi at fiska, eru virkin í hesi veiði, og hvussu nógv tey higartil hava fiskað, er eftir øllum at døma ikki so einfalt at fáa greiði á. Ov nógv sild Á Fiskiveiðieftirlitinum siga tey, at veiðan hjá ísfiska­skip­ um hevur verið nøku­lunda sum í fjør, har tað gongur betri hjá summum enn hjá øðr­um skipum at fiska. – Men vit hava einki hoyrt um, at skip sum heild hava latið illa at, sigur eftirlitið. Trupulleikar hava verið við ov nógvari sild uppi í makrel­veiðini, og trupult hevur soleiðis verið hjá skip­um at halda seg undir pro­sent­vísa hámarkið fyri hjáveiði. Men enn hevur Fiskiveiði­ eftirlitið ikki tikið nakað skip fyri ov nógva hjáveiði. – Hjá teimum skipum, sum hava sildakvotu, verður sildin drigin burtur av hesi kvotu, sigur eftirlitið. Sum skilst, er flakatrolarin Vesturvón eisini farin á makrelveiði, eins og Gadus hjá JFK-Troli eisini fer at gera onkran túr, til annað skip hjá felagnum er klárt at fara. Rækjutrolin Arctic Viking, sum annars hevur verið á beding á skipasmiðjuni í Havn, loysti eisini herfyri sam­an við einum makkara, men teir fingu trupulleikar við motori­num og noyddust at leggja leiðina til lands aftur. Veiðan higartil Fiskiveiðieftirlitið ger á síni heimasíðu upp fráboðaðu makrelveiðina í føroyskum sjógvi, men í yvirlitinum eru nótaskip, ídnaðarskip og ísfiskaskip øll í sama yvirliti – og tískil fiska øll hesi skip ikki av somu kvotum. Nóta­ skipini hava sínar kvotur, meðan ísfiskaskip og onnur skip fiska av nevndu felags­ kvotu á 20.000 tons. Yvirlitið hjá Fiskiveiði­ eftirlitinum sigur annars, at veiðan hjá føroyskum fiski­ førum í føroyskum sjógvi higartil hevur verið henda: Atlantsfarið 40 tons, Christian í Grótinum 108,5, Fagraberg 1.994,4, Farið 0,0, Finnur Fríði 2.314,6, Franziska 697,3, Høgaberg 272,1, Jupiter 2.372, Niels Pauli 320, Norðborg 1.980, Næraberg 671,2, Pacific Voyager 0,0, Phoenix 0,0, Steintór 155 og Tróndur í Gøtu 1.614,9. Sambært yvirlitinum hevur samlaða makrelveiðan hjá skipum undir føroyskum flaggi – og í føroyskum sjógvi – higartil verið 12.540 tons. vilmund@sosialurin.fo Niels Pauli hevur fiskað størstu makrelnøgdirnar Líkt er til, at tað er eitt sindur trupult í eini handavend at fáa greiði á, hvussu nógvur makrelur er veiddur av felagskvotuni, sum ísfiskaskip og onnur skip undir føroyskum flaggi – undantikið nótaskipini - hava fiskað, síðan fyrri helmingur av stívliga 40.000 tonsum av makreli varð leysgivin til veiði hin 20. juni Dagstovnurin Varðin á Skála Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum til Varðan, at byrja 15. August 2011 ella eftir nærri avtalu. Størvini eru 30-35 t/v. Ella eftir nærri avtalu. Í Varðanum eru børn í forskúlaaldri og fríðtíðar skúlabørn. Førleikakrøv: vit sóknast eftir starvsfólki, ið eru nýhugsandi og ígongdsetandi og eru opin, jalig, duga at veita um- sorgan og hava góð samstarvsevnir. Vit ynskja, at tú, í tøttum samstarvi við starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri hvørt einstakt barn. Vit ynskja eisini at tú sært allar teir møguleikar ið nátturan hevur, og gert brúk av teimum í dagliga arbeiðinum. Setanarviðurskifti: Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um eingin námsfrøðingur søkir størvini verða hjálpar- fólk sett í tíðaravmarkað starv. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Berit G. Olsen, varðaleiðara, á tlf. 237042/442062 www.123hjemmeside.dk/vardin Umsóknir við avritum av prógvi verða at senda til Runavíkar kommunu í seinasta lagi 15. juli 2011. Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 Postrúm 139 Fo 610 Saltangará Runavíkar kommuna Heiðavegur 26 · Postsmoga 139 · FO-600 Saltangar Vilmund Jacobsen – Síðan føroyingar hava skrivað sær sjálvum eina størri makrelkvotu enn framm­anundan, hava hini stranda­londini sum kunn­ ugt noktað at taka ímóti føroyskum makreli. Undan­ farin ár er allur makrel­urin farin til matnð. Men hesin makrelur er ikki landað­ur í Føroyum, tí einki virki hevur verið at taka ímóti fiski frá føroysku skipunum. Tað skrivar Vinnan í Gøtu á síni heimasíðu. Lagt verður aftrat, at síðan í fjør hevur Faroe Pelagic í Kolla­ firði tikið ímóti fiski frá nótaskipunum. – Trupulleikin í fjør - og aftur í ár – er, at virkið í Kolla­firði ikki hevur nóg stóran kapasitet at taka ímóti øllum makrelinum, tí hann skal fiskast innan fyri einar tríggjar mánaðir. Fiski­ skapurin kann soleiðis ikki drýggjast. Virkið í Kollafirið hevur ikki klárað meir enn 1/3 av tí, sum er neyðugt at frysta inn fyri at halda tørn. Hetta kemur vónandi at vaksa upp um eina helvt í øllum førum. Betringar eru longu at síggja. Tey hjá Faroe Pelagic arbeiða hart fyri at økja um kapasitetin. Positiv kapping Á heimasíðuni hjá Vinnuni verður víst á, at tað er gott fyri øll skip, sum fiska makrel undir Føroyum, at vit við risa­skipinum Lafayette hava fingið frysti­kapasitet til land­ ið, so­leiðis at vit sleppa undan at landa makrel til ídna. – Øll munnu vera samd um, at vit eiga at fiska makrel­in til matna, og tað er møgu­ligt, nú vit hava fingið nóg stóran frystikapasitet. Ein onn­ur síða av somu søk er, at tú fært sjáldan rætta prísin, tá tað bara er ein keyp­ari. Tá er tað betri við tveim­um ella fleiri, skrivar Vinnan. Í greinini verður víst á, at fyrsta landingin hjá Tróndi í Gøtu til Lafayette gekk bæði skjótt og væl. vilmund@sosialurin.fo Tróndur landar til móttøkuskip - Lafayette er komin í føroyskt øki og er nú byrjað at taka ímóti fiski. Landingin gekk væl hesa fyrstu ferðina, sigur Vinnan í Gøtu á síni heimasíðu Sambært yvirlitinum hjá Fiskiveiðieftirlitinum hevur ísfiskatrolarin Niels Pauli fiskað 320 tons av makreli higartil í ár Mynd: Jens Kristian Vang