mánadagur 4. juli 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76
26
Sosialurin
Hósdagin 6. juli verður Henry
Debes Joensen á Argjum 75
ár
Henry er ættaður úr Fám
jin, sonur Henriettu Karolinu,
f. Gaard, úr Fámjin, og Joen
Magnus Joensen frá Gjógv.
Henry tók læraraprógv
á Føroya Læraraskúla í 1960
og var lærari í heimbygdini,
Fámjin, frá 1960 til 1965.
Hesa tíðina røkti hann eisini
dekna- og urgutænastuna í
bygdini.
Í 1965 flutti hann til Argir
at búgva, tá hann gjørdist
lærari við Argja skúla. Hetta
starv røkti hann til 1. august
1998. Í hesum tíðarskeiði
var hann bæði fyrstilærari,
varaskúlastjóri
og
settur
skúlastjóri.
Henry hevur í mong ár
verið organistur við guds
tænastur á Landssjúkrahús
inum og við jarðarferðir í
Kirkjugarðskapellinum. Síð
an Kirkju- og Missiónshúsið
kom á Argjum í 1974, hevur
hann eisini verið deknur og
urguleikari har. Í 2005 fekk
hann “tjenestemedalje i sølv”
frá Margrethu drottning.
Henry er giftur Katrin,
f. Johannesen, av Skála.
Tey eiga tríggjar synir: Jón
Magnus, Bergur og Heðin.
Jón Magnus er giftur Anne
lisu Joensen, og eiga tey
børnini Teit og Tanju. Bergur
er giftur Astu Joensen, og
eiga tey børnini Beintu,
Heina og Vilhelm. Familjan
býr øll á Argjum.
Føðingardagurin verður
hildin saman við familju og
systkjum.
Nøvn
Henry Debes Joensen 75 ár
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum
og kenningum, at okkara kæri
Dánial Johansen
av Strondum
andaðist í heiminum sunnudagin 3. juli,
53 ára gamal.
Familjunnar vegna
Áki Bertholdsen
Tann 1. januar 2013 skulu
tað bara vera sjey ella átta
kommunur í Føroyum.
Tað eru politiskir flokkar
á Løgtingi samdir um.
Síðani ABC samgongan
skrædnaði, hevur Helena
Dam á Neystabø, lands
stýriskvinna
í
innlendis
málum roynt at finna eina
nýggja semju um ætlanina
at leggja kommunurnar sam
an.
Og tað hevur hepnast
so mikið væl, at á Ólavsøku
fer hon at leggja uppskot
fyri Løgtingi um at leggja
Føroyar saman í sjey ella
átta kommunur frá 1. januar
í 2013.
Hon hevur eisini fingið
undirtøku í landsstýrinum
fyri ætlanini.
Einasta ivamál er um
Fuglafjørður
og
Eystur
kommuna verða lagdar sam
an í eina kommunu, ella um
tær báðar kommunurnar
skulu vera í eini savnaðari
Eysturkommunu.
Tað avgerðina skulu tær
báðar kommunurnar hava
tikið í seinasta lagi 1. juni
í 2012. Men eru tær ikki
komnar til eina niðurstøðu
tá, verða tær lagdar saman
í eini savnaða Eysturoyar
Kommunu og so verða tað
sjey kommunur í landinun
um.
Nú skal landsstýris-kvinn
an eisini hava fund við bæði
kommunufeløgini um ætl
anina og tey fáa hana síðani
til hoyringar.
Málið er búgvið
Helena Dam á Neystabø
hevur raðfest málið um
kommunusamanlegging
og tí hevur hon samráðst
við politisku flokkarnar í
summar í eini roynd at finna
eina semju.
Og tað arbeiðið hevur nú
borið frukt so væl, at hon
heldur, at stundin er komin at
leggja uppskot fyri Løgtingið
um kommunusamanlegging
og tað fer hon at gera á Ólav
søku.
– Eg meti, at uppskotið
er búgvið at leggja fyri
Løgtingið nú, tí eg meti,
at tað fer at vera til at fáa
meiriluta fyri tí.
Men hon staðfestir, at tað
er ikki fyrrenn málið kemur
til viðgerðar, at endalig greiða
fæst á tí.
Kortini heldur hon, at
verður ikki ein avgerð tikin
nú, so at kommunurnar
verða lagdar saman 1. januar
í 2013, tá ið eitt nýtt valskeið
byrjar, skulu vit bíða í minst
fýra ár afturat og tað heldur
hon er ov leingi.
– Málið hevur verið so
leingi á skrá, at dettur tað
niður fyri nú, tað er komið so
nær, verður helst seinur dagur,
áðrenn nakar hættar sær
undir tað aftur, heldur hon.
Tað er greitt, at bæði
Sambandsflokkurin,
Javn
aðarflokkurin,
Sjálvstýris
flokkurin
Framsókn
og
Sjúrður Skaale, uttanfloks
tinglimir, hava boðað frá, at
teir taka undir við ætlanini.
Harumframt er væntandi,
at onkur fólkafloksfólk taka
undir við ætlanini.
Eitt nú hevur kommunu
samanlegging
verið
eitt
hjartamál hjá fyrrverandi
landsstýriskvinnuni í inn
lendismálum, Anniku Olsen,
sum nú er tingkvinna.
Hinvegin er greitt, at
partur av Fólkaflokkinum
er ímóti ætlanini og heldur
ikki hava Tjóðveldi og Mið
flokkurin vilja bundið seg til
nakað.
Landsstýriskvinnan sig
ur, at í hesum sambandi
verður eldraøkið lagt undir
kommunurnar at verða um
sitið 1. januar 2014.
aki@sosialurin.fo
Kommunur skulu leggja saman í 2013
NÝGGJ SEMJA Nú er ein nýggj politisk semja gjørd um at leggja kommunurnar saman uma hálvtannað ár
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá kæra systir mín
Solgerd Jacobsen
doyði og varð jarðað.
Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og
peningagávur til Heimið við Vallalíð.
Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Heiminum við
Vallalíð, fyri teirra kærleika og umsorgan.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Svanhild
Samanlegging
Kommunusamanlegging hevur verið á skrá í mong ár og er umrøtt á nógvum fundum. Her hevur Helena Dam á Neystabø
orðið á einum slíkum fundi, men nú fer hon at leggja uppskot fyri Løgtingið um at skipa Føroyar í sjey ella átta kommunur.
Myndin er frá fundi í Vestmanna um kommunusamanlegging
Mynd: Jens Kristian Vang