Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-04, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76 Sosialurin CHILL OUT WITH A COLD ONE NÝTT! SOFT ICE Við sós: 9 kr. 7 kr. Sjálvdan havi eg verið meira samsint í nøkrum enn í hesum, ið Jákup Petersen greið­ir frá. Í mong ár havi eg hugsað um hesa ómetaliga dálking, ið framm er farin í Føroy­um í mínari tíð. Borðin í heim á Strondum 1928, tá ið nógv børn vóru í hvørjum hús­ið. Eingir barnagarðar, men mamm­urnar vóru heima. Vit spældu nógv úti og ofta niðri í fjørðuni, tá ið vit gjørd­ust størri. Tá ið tíðini fingu børn hvørki slikk ella sodavatn. Tá ið vit spældu í fjørð­ uni, jaglaðu vit tang. Vit tóku eitt tarablað, royttu bløð­ini burtur og jaglaðu mið­streingin. Tað hevði eg neyvan bjóða nøkrum í dag. Í hvørjum húsið stóð náttpottur undir seingini. Hvønn morgum varð pottur­ in tømdur í eina tunnu, sum antin stóð úti ella inni í kjallaranum. Náttpotturin var vaskaður, skolaður og settur undir aftur seingina. Nátthús vóru oftast undir úttrappuni ella í kjallaranum. Hvørt hús hevði køst. Tá ið spannin skuldi tømast, fór innihaldið í køstin, somu­ leiðis tá ið sópað var undan kúnni ella seyði, ið stóð inni um veturin. Tað, sum fór í køstin, varð um várið borðið út í veltu ella í bø. Landið, ið stóð í tunnuni varð eisini nýtt til ymiskt, sum tildømis at vaskað ullina við, til plantuliting, og tað vóru tey, ið vaskaðu sær hárið í landi, tí hetta skuldi vera sera gott fyri hárið og geva tí serligan glans. Eg royndi tað einaferð, men tað bleiv bert til tað einu ferðuna, vegna luktin. Tá ið kríggið var av og nýggjari tíðir komu, vóru pottarnir og nátthúsini skift út við VC, ið skolaði alt út á sjógv, og flestu fólk fingu sær vaskimaskinu. Við hes­ um broytinginum kom eisini nakað heilt annað inn. Vit vórðu undirdýkt við reklamum um ymisk vaski­evni, ið øll skuldu vera tey bestu, tað verði seg til klædna­vask ella VC-reins. Hvat ið hesi vaskievnir vóru saman­sett av, er ilt at meta um. Nú varð alt skolað út á sjógv. Eg, sum flest onn­ ur, royndi mong ymisk vaskievni. Sjálvt havi eg gjørt nógv­ ar ymiskar royndi við føroy­ skari ull, so sum at spinna, binda, veva og lita. Fyrst í áttatiárinum fór eg at royna meg í garving, tað gekk eisini væl, inntil eg fór í holt við eitt hvítt veðra­skinn. Veðraskinnið var vak­urt, tá ið tað var turt. Eg mýkti og pussaði. Tað sá gott út á síðunum, men sjálv miðan á skinninum - rygg­ur­in, var ov feitur. Eg tosaði tá við Vilhelm Nielsen í Sanda­ vági og spurdi um ráð, hann svaraði mær aftur, at hann helst ikki garvaði veðra­ skinn, tí tey høvdu ov nógva fiti í rygginum, men seldi tey av landinum. So lá skin­ n­ið og bíðaði eina tíð. Tá fekk eg tað góða hug­skot at royna vaskievnið "Bio­tex Hvidvask". Eg hevði fløtt vatn, koyrdi nakað av pulv­ eri í og læt skinnið liggja eina løtu í vaskinum. Tá ið eg so skuldi fara at taka skinnið upp aftur, gjørdist eg rætti­ liga kløkk. Skinnið var totalt upployst, lá sum tjúkk súpan, bert ein snøkil av hálsinum var eftir. Dagin eftir typtist vaskið í køkinum, eg ringdi tá til "Demich" og spurdi, um teir høvdu vilja hjálpt mær við vaskinum, svarið, ið eg fekk, var "keyp ein pakka av Biotex, koyr nakað í vaskið í kvøld, so man fara at hjálpa. Av góðum royndum tók eg teir upp á orðið og væl gekk. Tá ið eg hevði lisið grein­ ina hjá Jákupi Petersen, kom eg at hugsa um sildina á Skála­fjørðinum, okkara fasta føði í upp­vøkstrinum, bæði summ­ar og vetur. Gudarnir viti, hvussu rein hon er í dag? Grinda­hvalur útdeyður um 50 ár Nicolina Jensen Beder Sonur mín eg elski teg, spyrji hví eg skuldi missa teg. Fagra smílið um tín munn, gav mær styrk og lætti mær um stund. Í huga havi eg, øll minnini um teg. Í stillheit gráti eg nú um teg. Vársins rósa følna er, sum tá vetur fjalir fløtur her. Veit eg aldrin síggja skal, vin mín koma glaður ímóti mær, og altíð fari eg, at sakna ein vin sum teg. Nú ævinleika tók teg sín veg. Lagnan førir meg sín veg, fari fram í lívi uttan teg. Okkar látur vekir meg, tá á nátt eg droymi, minnist teg. Nú stilli ræður her, sól tín slókna er. Tín látur tagnaður er nú her. Lívið tyngir sorg mær ber, sker í sál, tó lív mítt fram á fer. Aldan eigur enn sín dal, sum brýtir títt á kalda hav, men soleiðis tað er, Várharra lagnu ger. Tað skilir ongi frændi her. Tíðin tekir tað sum her, tyngir, særir, hjarta tungt mítt ger. Takki fyri minnini, ja alt sum eg eigi eftir teg. Oh vinur, sonur mín, eitt síðsta farvæl til tín. Nú sól tín fór um havsins sýn. Jóannes Joensen Ein vinur skrivar nakrar reglur til eina móður og ein faðirsum syrgja yvir mista barnið sítt Til minnist