Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-04, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76 28 Sosialurin Sunnudagin var alment familju­tiltak á Skálatrøð í sam­bandi við at nýggja buss­ leiðin í Tórshavnar kommunu er byrjað at koyra. Økið var ruddað, eins og stórt telt var sett upp og plattformur til undirhald. Allir bussarnir stóðu á rað innan fyri ein snór. Klokkan 14.30 var økið latið upp fyri almenninginum og Angela og Hannibal undirhaldu. Klokkan 15 bjóðaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, væl­komin, og Marin Katrina Frý­dal, formaður í teknisku nevnd, helt røðu. Síðan varð snór­urin kliptur. Eftir tað vórðu bussarnir sýndir fram, og høvi var at sleppa ein busstúr við nýggju bussunum. Nógv fólk nýttu høvið at royna bussarnar, samstundis sum kaffi og køkur vóru at fáa í teltinum. mg Bussar og undirhald á Skálatrøð Marin Katrina Frýdal, formaður í teknisku nevnd, klippir snórin Mynd: Ó.J. Rólantsson Marin Katrina Frýdal handaði busseigarunum blómur, f.v.: Jón Thomasen, Gundur Johanneson og Heðin Zachariasen Nógv fólk vóru komin saman á Skálatrøð Bussarnir stóðu allir á rað Mynd: Ó.J. Rólantsson