Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. juli 2011 · Nr. 77 4 Sosialurin Randi Jacobsen Í gjár og í dag hava 13 dreingir og menn verið á trygdarskeiði hjá Navit í Havn. Summir av monnunum vóru á skeiðinum, tí hitt skeið­ið var gingið út, men har vóru eisini nakrir, sum ikki áður hava verið við skipi. Teirra millum vóru 22 ára gamli Allan Nónsgjógv og 16 ára gamli Bjartur Símun Erlingson. Allan Nónsgjógv kundi hugs­að sær at sloppið við onkrum verksmiðjuskipi. Hin hugsar um at fáa tjans við trolara. Teir hugsa soleiðis, tí teir bátarnir geva mest, í hvussu er meira enn lánubátarnir. Hinvegin avskriva teir ikki heilt at fara við línubáti. Tað kann koma onkuntíð seinni. – Tað er nógv strævnari at vera við línubáti, og so gevur tað minni, siga teir. Báðir hava hug at royna sjólívið, men teir dylja ikki, at ikki minst vnirnar um at vinna nógvar pengar fingu teir at taka avgerðin. Hvørgin hugsar avgjørt, at sjólívið verður fyri lívið. Pengar, pengar Tá ið Allan Nónsgjógv fór úr skúlanum, var hann fyrst eitt ár á tekniska skúla og hevur síðan arbeitt á flakavirki. Nú hugsar hann at fara til sjós fyri at vinna nakað av peningi, áðrenn hann eina ferð fer í læru onkrastaðni, kanska um eitt ár. Bjartur Símun Erlingson er júst liðugur við 10. flokk, og hann hugsar eisini at fara til skips eina tíð fyri at vinna nakað av peningi, áðrenn hann fer víðari í lívinum. Eing­in veit, um hann ikki kanska verður sjómaður leingi, um inntøkan verður góð. Teir vita ikki, hvussu út­ litini eru fyri at fáa tjans, men teir halda báðir, at spyrja teir seg fyri hjá fleiri skipum, man tað fara at eydnast. Fyri at kunna mynstra er neyðugt at hava heilsuváttan og trygdarskeið, og á flestu fiskiskipum noyðast sjó­ menn­inir at keypa sær klæð­ ini. Kostar Íløgan er ikki so lítil, tí heilsu­ váttanin kostar 650 krónur, trygdarskeiðið 3000 krónur, og skal sjómaðurin keypa sær øll neyðugu klæðini skal hann av við út við 4000 krón­ ur aftrat. Klæðini kosta meira enn so, um hann skal við skipi, sum er leingi burtur. Teir báðir komandi sjó­ menninir halda, at trygd­ar­ skeiðið átti ikki at kostað so nógv, men klæðini eru eingn trupulleiki, tí teir eiga báðir tað mesta, sum skal til. Allan Nónsgjógv, sum hev­ur arbeitt, átti fyri trygd­ ar­skeiðið, men hin, sum júst er farin úr skúlanum, fekk foreldrini at gjalda fyri seg. Treytin var, at hann meinti tað í álvar at fara til skips. Hvørgin hevur nakað ímóti at fara umborð eitt skip, sum ger drúgvan túr. – Eg hevði einki lagt í tað, um túrurin vardi í tvey ár, bara eg fekk nakað burturúr, sigur Bjartur Símun Erling­ son. Pengarnir draga At sleppa at royna okkurt annað og vónirnar um góða inntøku. Hetta eru orsøkirnar til, at Allan Nónsgjógv og Bjartur Símun Erlingson ætla sær til skips Allan Nónsgjógv og Bjartur Símun Elringson vóna at kunna vinna nakað av peningi, áðrenn teir fara at útbúgva seg Mynd: Álvur Haraldsen Ein partur av trygdarskeiðinum er at læra fyrstuhjálp Mynd: Álvur Haraldsen