mikudagur 6. juli 2011síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 6. juli 2011 · Nr. 77
Sosialurin
Rógvi Nybo
Fyrr í mánaðinum gjørdist
greitt, at enn eina ferð noyð
ist sjúkrahúsverkið at finna
sparingar. Játtanin til ser
viðgerðir uttanlands fer ikki
at halda, og Dimmalætting
skrivar mánadagin, at sum
tað sær út í løtuni, fara 6
milliónir at resta í við árs
enda til at halda áfram við
hesum viðgerðum.
Tí boðaði John Johanne
sen, landsstýrismaður við
heilsumálum, sjúkrahúsun
um frá, at frá nú av skulu
bert bráðneyðugar viðgerðir
uttanlands fremjast.
– Tað harmar meg mikið
at taka hetta stig, men tíverri
røkka pengarnir ikki til. Tað
er ein skylda hjá mær at halda
lógarfestu játtanina. Tí havi
eg boðað sjúkrahúsunum
frá, at einans sjúklingar við
bráðfeingis tørvi á viðgerð
verða ávístir til viðgerðir
uttanlands, boðaði John Jo
hannesen frá.
Eisini boðaði landsstýris
maðurin frá, at hann fer at
biðja um eina eykajáttan til
serviðgerðir uttanlands.
Vistu um hetta
At játtanin til serviðgerðir
uttanlands ikki fer at halda,
eigur tó ikki koma óvart á
landsins myndugleikar.
Tað vísir seg, at í Fíggjar
lógini fyri 2011 hevur Løg
tingið skrivað, undir kontuni
til serviðgerðir uttanlands,
at
»Samlaða
játtanin
til
høvuðskontuna
er
fram
skrivað við 7 milliónum
krónum, sum er væl minni
enn væntaði vøksturin í
viðgerðarútreiðslum. Hetta
fer at merkja, at ein stóran
part av árinum fara bert
sjúklingar at verða sendir
av landinum, ið hava brúk
fyri bráðneyðugari viðgerð.«
Sostatt vistu bæði Løgting og
Landsstýri um henda trupul
leika, tá fíggjarlógin fyri 2011
varð samtykt.
Spurningurin er hví
Tann brennandi spurning
urin, sum stendur eftir, er
hví Løgtingið, tá tað sam
tykti fíggjarlógina fyri 2011,
hevur avgjørt at játtanin til
serviðgerðir uttanlands skal
verða so lítil, at helvtina av
árinum verða bert bráðneyð
ugar viðgerðir uttanlands
framdar.
At Løgtingið og Lands
stýrið frá ársbyjan hava vit
að, at játtanin fór at verða
uppi á hálvum ári, og at
landsstýrismaðurin tí verður
noyddur at biðja um eina
eykajáttan, kann av mongum
tykjast sum ein ábendig um,
at Fíggjarlógin fyri 2011 er
»sminkað«, soleiðis at hon á
pappírinum sær betur út enn
veruligu tølini fara at vísa, tá
eykajáttanin er samtykt.
Ein annar møguleiki er,
at ætlanin við hesum er at
útseta sparingar, soleiðis at
tær ikki komu í samband við
viðgerðina av fíggjarlógini í
heyst, men ístaðin nú skulu
finnast innan heilsumál, utt
an at tað skal ganga út yvir
samlaðu játtanina.
Dýrur heilivágur
eisini ein trupulleiki
Afturat játtanini til servið
gerðir uttanlands, sær heldur
ikki út til at játtanin til dýran
heilivág fer at halda. Dýri
heilivágurin sær í løtuni út
til at kosta 1 til 2 milliónir
krónur meira, enn roknað er
við.
Vit hava roynt at fingið
fatur á landsstýrismanninum
í heilsumálum, John Jo
hannesen, men áðrenn hetta
blaðið fór til prentingar,
hevur hetta ikki eydnast.
rogvi@sosialurin.fo
Vistu at
játtanin
var ov
lítil
Serviðgerðir Uttanlands
Bæði Løgtingið og Landsstýrið
vistu, at játtanin til serviðgerðir
uttanlands fór ikki at halda, og
at eykajáttan tí er neyðug
Hetta
kann vera
ein ábend
ing um, at
Fíggjarlógin
2011 er
sminkað
Bæði løgting og landsstýri vistu, tá fíggjarlógin 2011 varð samtykt, at játtanin til
serviðgerðir uttanlands bert fór at halda ein part av árinum
Mynd: Savnsmynd