mikudagur 6. juli 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. juli 2011 · Nr. 77
8
Sosialurin
Streymoy
Sandoy
Suðuroy
norðoyggjar
Sundalagið
eyStur
Vágar
Skálafjørðurin
Tað er kærkomið, at vit nú
fáa eina endaliga avgerð á
spurninginum um komm
unusamanlegging.
Tað heldur Asbjørn J.
Djurhuus, formaður í Komm
unufelagnum.
Hann sigur, at sama um
hetta endar við samanlegging
ella ikki, kann tað bara vera
gott, at málið nú verður lagt
aftur um endaliga.
Spuringurin um komm
unusamanlegging
hevur
verið ein ligið sum ein snáv
ingarsteinur
fyri
komm
ununum í eini 15-20 ár og tí
vóni eg, at ein endalig avgerð
nú verður tikin og so kunnu
vit arbeiða víðari útfrá tí,
antin
samanleggingin
so
verður veruleiki ella ikki.
Men hann er púra samdur
í, at hoyringsfreistin er alt
ov stutt, tí longu 18. juli,
skal landsstýrið hava sínar
viðmerkingar.
– Eg veit væl, at málið
er gamalt og vælkent. Men
tað eru kortini heilt nógvir
kommunustýrislimir, sum als
onki kenna til tað, so hetta er
alt ov stutt tíð at kunna seg
um málið.
Áki Bertholdsen
– Tað líkist svartasta ong
um, at landsstýrið ætlar at
gjøgnumtrumfa eina komm
unusamanlegging
mitt
í
summarfrítíðini.
Gunvá við Keldu, forkvinna
í Kommunusamskipan Før
oya, er alt annað enn nøgd
við framferðina, nú lands
stýrið mánadagin almanna
kunngjørdi
eina
nýggja,
politiska semju um komm
unusamanlegging.
Eftir
semjuni
skulu
kommunurnar verða sjey
ella átta í tali tann 1. januar
2013 og uppskotini um hetta
verða løgd fyri Løgtingið á
ólavsøku við tí endamáli at
avgreiða tey tíðliga í heyst.
Samstundis eru uppskot
ini send teimum báðum
kommunufeløgunum
til
hoyringar.
Men freistin er stutt, tí
longu um tvær vikur, tann
18. juli, skal svarið vera lands
stýrinum í hendi aftur.
Manglandi virðing
Hetta er rættiliga fallið for
kvinnuni í Kommunusam
skipan Føroya fyri bróstið.
– Slík framferð kann illa
takast í álvara, staðfestir
hon.
– At geva okkum so
knappa tíð at svara kann
bara vera við einum endamáli
og tað er, at nú ætlar lands
stýrið at trumfa kommunu
samanleggingina ígjøgnum.
– Men at landsstýrið
ætlar at trumfa eina komm
unusamanlegging ígjøgnum
mitt í summarfrítíðini, er
tekin um manglandi virðing
fyri kommununum, leggur
hon afturat.
Sjálv er Gunvá við Keldu
uttanlands í summarfrí og
aðrir nevndarlimir í Komm
unusamskipanini eru eisini
uttanlands.
Tí verður vónleyst at fáa
alla nevndina til fundar við
so stuttum skotbrái, sum
hetta krevur.
Men hon staðfestir, at
Kommunusamskipan
má
koma við einum svari.
Men av tí, at summarfrítíð
er, fær nevndin í Komm
unufelagnum ikki avgreitt
málið øðrvísi enn við einum
telefonfundi og tað er alt
annað enn nøktandi í so
stórum máli, heldur hon.
– Soleiðis ber ikki til at
fara
við
kommununum,
skoytir hon upp í.
Gott við eini avgerð
Sjálv heldur hon, at tað er
gott, at tað nú tykist sum um
at ein endalig avgerð verður
tikin í málinum, antin sam
anleggingin so verður egg
ella ungi.
– Hetta er eitt mál, sum er
viðgjørt í nógv ár, uttan at
nakað er hent, so tað er bara
gott, at ein avgerð fellur, so at
kommunurnar sleppa burtur
úr hesi naggatódnini.
Hon staðfestir eisini, at
hetta er eitt gamalt mál og tí
er tað als ikki ókent, sum so.
Men tað er ongin loyna, at
eisini í Kommunusamskip
anini eru ójavnar meining
ar samanlegging, tí summar
kommunur vilja hava saman
legging og aðrar vilja ikki.
– Júst tí er tað serliga
óheppið, at málið skal av
greiðist mitt í summarfrítíð
ini, tá ið tað ikki ber til at fáa
alla nevndina at sessast við
eitt borð at tosa um málið.
Hinvegin dugir Gunvá
við Keldu ikki at síggja, at
tað hevði seinkað málinum
nakað sum helst, at tað bíðaði
til í august ella september.
aki@sosialurin.fo
Líkist svarta ongum
400
milliónir
Nú kommunurnar skulu leggja saman, er ætlan
in, at eldraøkið skal leggjast undir kommunur
nar at umsita og rinda tann 1. januar 2014.
Men tað er í øllum førum nakað, sum skal rokn
ast nágreiniliga út, fyri at fáa fulla greiði á, hvat
tað fer at kosta.
Tað heldur Gunvá við Keldu forkvinna í Komm
unusamskipan Føroya.
Tað eru sporini frá tí, at kommunurnar yvirtóku
barnaansingina og barnaverndina, sum ræða.
Í tí sambandi vístu útreiðslumetingarnar seg als
ikki at halda, tí tað er nógv dýrari enn mett.
– Tí verður tað neyðugt at gera eina nágreiniliga
kostnaðarmeting, leggur hon afturat.
Asbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunu
felag er samdur.
Hann vísir á, at tað er eisini neyðugt at vit fáa
eina eldralóg, so at allar kommunurnar vita,
hvørji krøvini vera til eldrarøktina í framtíðini
og so at kommunurnar vita, hvat tær hava at
halda seg til og, hvat tað fer at kosta.
– Nú er ongin eldralóg og tí er tí eru ongi krøv,
eins og borgarin heldur ongi rættindi hevur.
Annars hevur landsstýrið sjálvt eitt uppskot
um, hvussu roknistykkið fæst at ganga upp.
– Fáa kommunurnar tað aftur frá landinum,
sum tær missa av sjómannafrádrátti, FAS
og DIS og øðrum frádráttum, fer tað at geva
kommununum einar 315 milliónir í eyka
inntøkum.
Landsstýrið metir, at í 2013 fer at kosta 400
milliónir konur í 2013.
Sostatt fara 85 milliónir krónur at mangla í
og tær skulu kommunurnar fáa í blokkstuðuli
frá landinum, alt eftir, hvussu nógv eldri eru í
teimum einstøku kommununum.
Men eisini landsstýrið ásannar, at tað er
neyðugt at samráðast við kommunurnar um
tænastustøðið í eldrarøktini framyvir.
ONGIN VIRÐING Fram
ferðin hjá landsstýrinum
líkist svartasta ongum og
er tekin um manglandi
virðing, heldur forkvinnan
í Kommunusamskipan
Føroya
Kærkomið
Trumfast
ígjøgnum
Tað er átaluvert, at
landsstýrið fer at viðgerða
kommunusamanlegging mitt
í summarfrítíðini. Tað kann
bara vera tí nú skal málið
trumfast ígjøgnum, heldur
Gunvá við Keldu, forkvinna í
Kommunusamskipan Føroya
Landsstýríð ætlar, at 1. januar 2013 skulu tær 30
kommunurnar í Føroyum, fækkast niður í sjey ella
átta og tá fer kommunala Føroyakortið at síggja
soleiðis út. Einasta ivamáliå er um Eysturkommuna
og Fuglafjarðar kommuna verða saman, ella um tær
báðar eisini verða lagdar afturat Skálafirði í eina
felags Eysturoyar kommunu