Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 6. juli 2011 · Nr. 77 Sosialurin Rógvi Nybo Føroyar og Grønland vóru sam­an við Danmark til eftir­ met­ingar hjá ST tann 2. mai 2011 í sambandi við manna­ rætt­indatilgongdina Univer­ sal Periodic Review. Enda­ málið við Universal Perio­dic Review er at trygg­ja, at ST lima­lond­ini veita sín­um borg­ar­um ásettu manna­ rætt­indi bæði í lóg og í verki. Uttanríkisráðið skrivar í gjár, at undir eftirmetingini komu tilsamans 133 tilmæli frá ST limalondunum um, hvørji stig, ið Danska kongs­ rík­ið eigur at taka t­il tess at bøta um manna­rætt­inda­ viður­skiftini. Trý av hesum eiga Føroyar. Tilmælini snúg­va seg um at halda á fram við at seta tiltøk í verk fyri at basa harðskapi móti kvinn­um og at taka upp til við­gerð­ar ST frumskjølini um rættindi hjá børnum í sam­band við sølu av børnum, barna­prost­i­tu­tión og barnaporno, og frum­ skjal­ið um fyribyrging og revs­ing av mannahandli við fólki, serliga við kvinnum og børn­um. Føroyar hava góðtikið at taka hesi tilmæli upp til við­ gerðar, boðar Uttan­ríkis­ráð­ið frá. rogvi@sosialurin.fo Rógvi Nybo Upp á skift hava búskap­ ar­se­rfrøðingar í longri tíð teknað daprar myndir av heimsbúskapinum við framrokningum um nýggj­ar resessiónir, double-dip pro­ feti­ir og nýggjar olju­krepp­ur. Tað skrivar danska heima­síð­ an EPN.dk í gjár. 27 av fremstu bús­kap­ar­ ser­frøðingunum í USA eru tó samdir. Spurdir, um hvat teir meta er størsta hóttan­ in móti amerikanska bú­ skapi­num, svarar helvtin av teimum, at eitt grikskt stats­ banka­rott verður altoyði­ leggj­andi fyri bæði tann amerikanska búskapin og heims­bú­s­kapin. - Um Grikkaland ikki klárar seg gjøgnum kreppu­ na, fer heimurin at standa við einari búskaparligari kreppu svar­andi til 2008, metir ein av ser­frøð­ingunum. Afturat hesum met­ ir helmingurin av ser­ frøðingunum, at høgur olju­ prísur er næststørsti vand­in. – Um oljuprísurin verð­ur yvir 125 dollarar fyri tunnu­ na í seks mánaðir ella meiri, vil tað við vissu føra til eina nýggja resessión í 2012, met­ir James Smith, sum er yvir­bú­ skapa­r­frøðingur fyri Par­sec Financial Manage­ment. Oljuprísurin er støðugt á veg uppeftir, og tó at altjóða orku­stovnurin fyri tveimum vik­um síðani tók 30 milliónir tunn­ur úr reservuni fyri at steðga prísvøkstrinum, er prísurin longu á næstan sama støði aftur, nevniliga 95 dollarar fyri tunnuna. Føroyar fingið trý tilmæli frá ST Mannarættindi Føroyar hava fingið trý tilmæli frá ST at taka upp til viðgerðar. Harðskapur móti kvinnum, rættindi hjá børnum og mannahandil við kvinnum og børnum eru evnini Marrumyndin hjá búskaparfrøðingum Búskapur 27 av fremstu búskaparserfrøðingunum í USA eru samdir. Størsta hóttanin móti búskapinum er uttanfyri teirra ávirkan STEÐGAST Eitt tilmæli snýr seg um at steðga harðskapi móti kvinnum (modelmynd) KREPPA Grikkaland fer so ella so at hava ein avgerandi leiklut í, hvørjar avleiðingar heimskreppan fer at fáa í mong ár framyvir