Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. juli 2011 · Nr. 77 10 Sosialurin Fleiri lond mótmæltu, tá norð­menn tóku hvalaveiðina uppaftur í 1993 bara fá ár eftir, at Altjóða Hvalaveiðinevndin samdist um at banna allari vinnuligari hvalaveiði. Tá­ verandi amerikanski for­ set­in, Bill Clinton, helt, at norska avgerðin var av slík­ um slagi, at tað hevði verið rættvíst at sett tiltøk í verk ímóti landinum. Avleiðingin var, at norskar vørur vórðu boykottaðar í fleiri londum, og kend fólk sum Brigitte Bardot og Paul McCartney fóru upp í bardagan ímóti "teimum norsku villmonn­ un­um". Í Oslo hevur uttanríkis­ ráðið havt uppgávuna at svara teimum nógvu mót­ mæl­unum. Men í dag eru mót­mælini munandi færri, og tí hevur stjórnin gjørt av at flyta "málsøkið" úr uttan­ ríkisráðnum til fiski­mála­ ráðið, sum umsitur tilfeingið í havinum - eisini hval. Sakligt samskifti gjørt mun Teir útlendsku diplomatarnir í Oslo hava eisini varnast, at altjóða samfelagið hevur ikki so stóran áhuga fyri teirri norsku hvalaveiðini longur. Wikileaks hevur kunngjørt eina frágreiðing, sum ameri­ kanska sendistovan í Oslo sendi til Washington, og sum Aftenposten hevur hugt ígjøgnum. Har stað­fest­ir sendistovan, at í dag stríðast teir norsku hvala­veiði­menn­ in­ir ikki við mótmæli ella mót­mælisfólk, men við mink­andi eftirspurning eftir tvøsti. Í norska uttanríkisráðnum halda tey, at tað er einum áhaldandi og sakligum sam­ skifti fyri at takka, at mót­ mælini ímóti norsku hvala­ veiðini eru at kallað tagnað. – Okkara argument um, at hvalaveiðan byggir á eitt vísindaligt grundarlag og er burðardygg, hevur vunn­ið frama, sigur Karsten Kleps­ vik í uttanríkisráðnum við Aftenposten. Størri kvotur Síðani miðskeiðis í nítiárun­ um hava norðmenn veitt sild­ reka, og tann árliga kvotan er vaksin úr umleið 300 hvalum miðskeiðis í nítiárunum í 1.286 hvalir í fjør og í ár. Norð­menn siga, at stovnurin tolir væl kvotuna. Teir vísa á, at sambært teimum vís­ indaligu metingunum eru meiri enn 81.000 sildrekar í Norð­sjónum, fram við norsku strondini, við Svalbard og í Barents­havinum. Landsbúkaparliga hev­ur hvalaveiðan lítlan og ong­an týdning fyri Noreg. Hvala­ bátarnir eru umleið 30 í tali, og sambært einari frá­ greiðing í fjør liggur veiði­ virðið millum 20 og 25 milli­ ónir krónur um árið. 0arni@sosialurin.fo (Kelda: Aftenposten) Færri mótmæla hvalaveiði Altjóða herferðin ímóti norsku hvalaveiðini er at kalla tagnað, og tí hava myndugleikarnir nú gjørt av at flyta "málsøkið" úr uttanríkisráðnum til fiskimálaráðið Fleiri lond boykottaðu norskar vørur, tá norðmenn tóku hvalaveiðina uppaftur Mynd: Aftenposten Gamla Beatles-stjørnan Paul McCartney hevði fremstafingur á lofti ímóti norsku hvalaveiðini Mynd: Aftenposten