mikudagur 6. juli 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 6. juli 2011 · Nr. 77
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
Fulham verður roknað sum eitt
av teimum minnu feløgunum í
Premier League. Felagið er stovnað
sum »Fulham St Andrew’s Church
Sunday School F.C.« og hevur í dag
131 ár á baki. Tað eru fólk tætt at St
Andrew's kirkjuni, ið stovna felagið.
Í 1896 spældi Fulham á fyrsta sinni
á Craven Cottage, sum enn tann dag
í dag er leikvøllurin hjá felagnum.
Troyggjurnar hava verið hvítar
síðani 1903.
Fulham sigur nei
til Stamford Bridge
Tíðliga í farnu øld fær Henry
Norris, táverandi formaður í felag
num, møguleikan at flyta felagið til
Stamford Bridge. Tað er vinnulívs
maðurin, Gus Mears, ið vil hava eitt
fótbóltsfelag at spæla sínar heima
dystir á Stamford Bridge – eitt
hangleiv frá Craven Cottage. Henry
Norris velur tó at takka nei. Av tí
sama avger Gus Mears at stovnað
fótbóltsfelagið Chelsea Football
Club. Tey bæði feløgini eru í dag
grannar og arvafíggindar.
Toppfótbóltur eftir kríggið
Í 1949 kemur Fulham á fyrsta sinni
í bestu ensku fótbóltsdeildina.
Tað gongur illa og eftir trý minni
góð ár flytur felagið niður aftur. Í
1959 flytur Fulham aftur upp og
hesa ferð liggur betur fyri. Longu
í fyrsta kappingarárinum megnar
Fulham at blíva nummar tíggju.
Um hetta mundi eru javnan yvir
30.000 áskoðarar til heimadystirnar
hjá Fulham. Men niðurflytingin
er ongantíð langt burtur og í 1965-
66 kappingarárinum er nær við.
Felagið megnar tó at vinna níggju
av teimum 13 dystunum, ið eru eftir
og hórar undan niðurflyting. Tvey
ár seinni gongur tó galið og felagið
flytur niður tvey ár upp í slag og
endar í triðbestu deildini.
Mr Fulham: Johnny Heynes
Størsti leikarin í søguni hjá Fulham
er Johnny Heynes. Hann spælir sín
fyrsta dyst í 1952 og sín seinasta
átjan ár seinni, í 1970. Hann spælir
samanlagt 657 dystir fyri London
felagið og tað er framvegis met.
Hann umboðar eisini Onglandi 52
ferðir, harav 22 sum liðskipari. Í
1962 kemur Johnny Heynes illa fyri
í eini ferðsluvanlukku og kemur
ongantíð veruliga fyri seg aftur
sum fótbóltsspælari. Hann er tí
ikki partur av enska landsliðnum,
sum í 1966 vinnur HM á heimavølli.
Ein partur av Craven Cottage er
uppkallaður eftir honum. Johnny
Heynes doyði í 2005.
George Best og
»lower league football«
Frá 1970 til 1996 megnar Fulham
ongantíð at blanda seg í millum
tey bestu í enskum fótbólti. Millum
glottarnar í hesum tíðarskeiði er
FA Cup finalan í 1975. Tíverri fyri
Fulham, so tapa teir hana móti
West Ham. Í 1976 skiftir navnframi
George Best til Fulham, tvey ár eftir
hann er givin í Manchester United.
Hann er ikki eins kvikur á fótum
sum tá hann var í hæddini, men
bóltførleikanum bilar einki. Hann
spælir 42 landskappingardystir
fyri Fulham í næstbestu deildini og
skorar átta mál.
Kolvelting í 1997
Um summarið í 1997 keypir rík
maðurin, Mohammed Al Fayed,
Fulham. Felagið stríðist í triðbestu
deildini, men málini eru høg.
Premier League fótbóltur um fimm
ár eru boðini. Kevin Keegan verður
settur í eitt leiðandi ítróttarligt
starv, meðan Ray Wilkins verður
settur sum venjarin. »Dream Team«
kalla ensku fjølmiðlarnir saman
setingina, ið skal flyta Fulham upp í
Premier League. Eftir eitt ár takkar
Ray Wilkins fyri seg, eftir at hann
og Kevin Keegan eru ósamdir um
uppstillingina.
Chris Coleman tíðin
Kevin Keegan tekur yvir og felagið
flytur upp. Í 1999 vil Ongland hava
Kevin Keegan til landsliðsvenjara,
eitt starv hann ikki kann siga nei
takk til. Árið eftir verður fraklend
ingurin, Jean Tigana, settur sum
venjari og í 2001 flytur Fulham upp
í Premier League. Eftir eina minni
góða tíð fyrstu árini í Premier
League, verður ungi og óroyndi
Chris Coleman settur sum venjari.
Undir leiðslu av Chris Colemann
gongur væl hjá Fulham, sum mill
um annað endar í ovaru hálvu av
stigatalvuni í Premier League. Men
felagið er kroyst fíggjarliga og má
selja fleiri av lyklaleikarunum,
eitt nú Louis Saha til Manchester
United. Chris Coleman takkar fyri
seg í 2007.
Roy Hodgson
bjargar Fulham
Tað gongur illa hjá Lawrie Sanchez,
ið er settur í sum venjari. Síðst í
2007 verður hann avloystur av Roy
Hodgson. Ringa gongdin heldur
fram og niðurflytingin tykist vís.
Men so vendur alt í einum útidysti
móti Manchester City. Fulham vinn
ur 3-2, eftir at hava verið aftan fyri
2-0 í hálvleikinum. Alt endar við, at
Fulham í seinasta dystinum í ár
inum vinnur sær rættindini at halda
fram í Premier League. Maðurin, ið
skorar avgerandi málið, er Danny
Murphy. Hann er í dag liðskipari
hjá felagnum. Árið eftir gongur væl
og felagið endar á einum sjeynda
plássi í Premier League. Tað gevur
atgongd til Europa League.
Europa League ævintýrið
Kappingarárið 2009-10 verður mett
sum tað besta kappingarárið í søgu
felagsins. Liðið endar á einum 12.
plássi í Premier League, men tað
eru serliga avrikin í Europa League,
sum gera kappingarárið minnisríkt.
Liðið megnar at spæla seg í finaluna
við sigrum á eitt nú, Juventus,
Hamburg og Shakhtar Donetsk.
Serliga samlaði sigurin á stóra
italska felagnum, Juventus, stendur
sterkur í minninum. Fulham tapti
3-1 í fyrra dystinum í Italia, men
vendi øllum á høvdið við møguliga
søguríkasta sigrinum í søguni hjá
felagnum á Craven Cottage. Í fjør
var Mark Hughes settur í starv sum
venjari, men hann valdi í summar
at takka fyri seg. Venjari í dag er
Martin Jol úr Hollandi. Hann hevur
fyrr verið venjari hjá eitt nú Totten
ham og Ajax.
Michael Jackson, Prinsessa
Diana og Fulham
Stutt eftir at Mohammed Al Fayed
hevði keypt Fulham í 1997, misti
hann elsta sonin í helst kendastu
bilvanlukkuni nakrantíð. Sonurin,
Dodi Al Fayed, hevði verið úti og
eti við unnustuni, Prinsessu Dianu
av Wales, tá bilur teirra rennur á í
eini tunli í París. Mohammed Al
Fayed hevur síðani ákært bretska
kongahúsið fyri at hava gjørt av
við sonin hjá sær.
Eisini hevur Mohammed Al
Fayed valt at lata eina standmynd
gera av Michael Jackson. Teir báðir
vóru væl og Michael Jackson hevur
fyrr verið gestur til heimadyst hjá
Fulham. Standmyndin fall tó ikki í
góða jørð hjá øllum. Mohammed Al
Fayed segði stutt eftir avdúkingina
av Michael Jackson standmyndini,
at »um summi býtt viðhaldsfólk
ikki skilja skilja eina slíka gávu, so
kunnu tey fara til helvitis«.
Fótbóltsfelagið Fulham
Fótbóltur Fulham FC er stovnað í 1879 og er á tíggjunda kappingarári í bestu deildini í
enskum fótbólti. Felagið sýtti fyri at flyta til Stamford Bridge og tí bleiv Chelsea stovnað.
Navnframi George Best spældi í felagnum í seinnu hálvu av 70’inum. Í 1997 keypti Mohammed
Al Fayed felagið, meðan teir spældu í triðbestu deildini. Hann vildi hava Fulham at verða tað
suðurenska Manchester United. Við Kevin Keegan á odda flutti felagið seg fram eftir og síðani
2001 hevur Fulham spælt í Premier League. Í morgin spæla teir á Svangaskarði móti NSÍ
Um summi býtt viðhaldsfólk
ikki skilja eina slíka gávu,
so kunnu tey fara til helvitis
Fulham eigarin, Mohammed
Al Fayed, við standmyndini
av Michael Jackson
uttanfyri Craven Cottage
Roy Hodgson og Fulham hava
eina ævintýrar ferð til Europa
League finaluna í Hamburg,
men tapa tepurt í eykatíðuni
fyri Atletico Madrid
Michael Jackson vitjar
Al Fayed og Fulham
Johnny Heynes er størsti
leikarin í søguni hjá Fulham