mikudagur 6. juli 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. juli 2011 · Nr. 77
12
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
NSÍ tapti fyrra dystin í London
3-0. Tí er lítið í røkist fyri, at NSÍ
hevur nakran sum helst møguleika
fyri víðari luttøku. Tað er tó ikki
ósannlíkt, at NSÍ kann verða við
til at skapa ein spennandi dyst í
annaðkvøld.
– Vit hugsa ikki um úrslitið frá
fyrra dystinum. Hetta er ein nýggjur
dystur og tað eru fá, ið væntaðu at
vit skuldu vinna samanlagt á ein
um Premier League liðið. Nú er
uppgávan hjá okkum at spæla ein
góðan dyst og koma frá uppgávuni
við skinninum á nøsuni, sigur Helgi
L. Petersen.
Ferðalagið hjá Fulham kemur
ikki til Føroyar fyrr enn í kvøld. Tað
kundi tí sæð út til, at teir ikki taka
uppgávuna í álvara.
– Teir spæla fyri sínum egna
plássi
á
liðnum.
Tað
gjørdu
teir eisini í fyrra dystinum. Tú
merkti frá byrjan, at teir tóku
uppgávuna í størsta álvara. Ikki
tí NSÍ stóð hinumegin, men tí
teir hava ein nýggjar venjara og
flytingarvindeygað opnar nú. Eisini
kom Mohammed Al Fayed (eigari av
Fulham, blðm.) at hyggja eftir dyst
inum, sigur Helgi L. Petersen
Tað er tí torført at meta um,
hvussu Fulham liðið fer at síggja
út í morgin. Velja teir at spæla við
sterkastu uppstilling aftur, ella
sleppa teir ungu framat.
– Tað er spennandi at síggja
hvat teir gera, men velja teir at
spara onkrar av teimum bestu, so
er talan framvegis um leikarar á
Premier League stigi, sigur Helgi L.
Petersen víðari.
NSÍ var uttan Einar T. Hansen,
Mamuka og Abdul Razak Ismail á
Craven Cottage. Teir eru allir tøkir
til dystin í annaðkvøld.
Teir flestu á NSÍ liðnum hava
roynt at spælt Evropa Cup fótbólt
fyrr, so hetta er ikki nakað nýtt fyri
okkum. Tað er sjálvandi stórt og
stuttligt, men vit eru klárir til upp
gávuna, sigur Helgi L. Petersen at
enda.
Dysturin millum NSÍ og Fulham
verður í annaðkvøld á Svangaskarði
klokkan 18:45
trondur@sosialurin.fo
Allir mans klárir
til søguliga brakið
Europa-league Í annaðkvøld kemur Fulham á
vitjan á Svangaskarði, har NSÍ tekur ímóti. Úr Runavík
ljóðar, at allir mans eru tøkir til søguliga dystin
Nú er uppgávan hjá okkum at
spæla ein góðan dyst og koma frá
uppgávuni við skinninum á nøsini
Damien Duff og hinar Premier League stjørnurnar úr Fulham koma á vitjan
Mynd: www.fulhamfc.com
Helgi L. Petersen (15) hyggur
at meðan Adam Johnson
og Damien Duff fegnast
Mynd: www.fulhamfc.com
Tróndur Arge
B36 styrkir nú um hópin við
donskum áleypara. Talan er
um 19 ára gamla Mahmud
Suleyman, sum í fleiri ár hevur
verið ein profilur í sterku ung
dómsrøðini hjá Brøndby, men
sum gjørdist akkurát ov stuttur
til veruligan yrkissáttmála við
danska stórfelagið.
Í B36 vilja tey ikki gera við
merkingar til tíðindini, men
sum skilst, so eru allir smálutir
greiddir, og tí verður sáttmálin
undirskrivaður innan heilt
stutta tíð – og allar helst longu
í dag. Tað er í øllum førum
greitt, at Lukasz Cieslewicz og
Jonas Flindt Rasmussen koma
aftur til Føroya mánadagin í
komandi viku. Og helst verður
nýggi áleyparin við í ferðalag
num, sum tá kemur til landið.
Ebbe Kristinn til AB
Fyrr í summar skrivaði Sosial
urin, at Ebbe Kristinn Thomsen
var á veg til AB. Heimasíðan hjá
AB hevur nú váttað tíðindini.
23-ára gamli Ebbe Kristinn hev
ur seinastu trý árini spælt við
B71, men velur nú at skifta til 1.
deildarfelagið á Argjum.
– Eg kenni teir flestu spæl
ararnar hjá AB, og næstan allir
eru javngamlir. Her eru eisini
fleiri spælarar í hópinum enn
hjá B71, og tá verður tað meira
áhugavert at venja, sigur Ebbe
Kristinn við heimasíðuna hjá
AB.
Ein av orsøkunum til skiftið
er, at Ebbe Kristinn er í starvi
í Havn.
– Dagarnir blivu øgiliga
langir, so tað verður gott at
kunna koma fyrr til hús aftaná
venjing. Tað er ein av orsøk
unum til, at eg ynskti at spæla
her í høvuðsstaðnum, sigur
Ebbe Kristin víðari.
Formaðurin í FC Argjum,
Sjúrður Olsen, sigur við heima
síðuna, at teir longu við árs
byrjan royndu at knýta Ebba
Kristinn at felagnum.
Bárður Olsen í klemmu
Sosialurin hevur fyrr skrivað,
at Bárður Olsen eisini er á veg
til AB. Sum skilst er tað EB/
Streymur, ið ikki vil leystlata
miðvallarin, sum í fjør spældi
við B36. Keldur vilja verða við,
at tað eru fíggjarligar orsøkir,
ið gera at Báður Olsen ikki fær
loyvi at skifta.
Hallur og Gilli av
landinum aftur
Bæði Hallur Hansson og Gilli
Sørensen, sum báðir umboð
aðu Aberdeen seinasta kapp
ingarár, hava verið heima um
summarið. Tað tykist tó greitt,
at báðir fáa møguleikan at
royna seg uttanlands aftur
komandi ár. Báðir hava eisini
verið darvaðir av skaðum, með
an teir hava verið heima.
Gunnar og Jóan
Símun í Onglandi
Bæði
Gunnar
Nielsen
og
Jóan
Símun
Edmundsson
eru farin aftur til Onglands.
Gunnar Nielsen er framvegis
skaddur í knænum og er tí
til uppvenjingar. Jóan Símun
Edmundsson longdi sáttmálan
við Newcastle við einum ári
í fjør. Hann er tí aftur í New
castle, har hann ger seg kláran
til enn eitt kappingarár í
Norðuronglandi.
ÍF styrkur skaddur
Øssur Dalbúð skuldi koma heim
at styrkja um álopspartin hjá
ÍF. Men longu eftir eitt korter í
fyrstu venjingini, meiddi Øssur
fótin so illa, at hann ikki verður
tøkur í minst seks vikur. Sum
skilst, so hevur hann brotið
eitt bein í fótinum.
trondur@sosialurin.fo
Føroyskar
fótbóltssøgur
Fótbóltur B36 styrkir sær um
álopspartin við fyrrverandi ung
dómsleikara hjá Brøndby, Ebbe
Kristinn skiftir frá B71 til AB,
meðan Øssur Dalbúð gjørdist
skaddur í fyrstu venjingini hjá ÍF