mikudagur 6. juli 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 6. juli 2011 · Nr. 77
Sosialurin
Ítróttur
Rólant Waag Dam
Tað er merkisvert. Tríggjar útrokn
ingar gjørdar av fólkum, óheft av
hvørjum øðrum, geva øll neyvt
somu úrslit. Rumenski Eduard
Ranghuic og football-rankings.info,
runavíkingurin Jákup Emil Hansen
og Fótbóltssamband Føroya koma
øll fram til, at Føroyar runt roknað
hava vunnið sær, runt roknað, 0,07
stig fleiri enn Wales sambært út
rokningarleistinum hjá FIFA. Aðal
skrivarin í FSF, Virgar Hvidbro,
hevur eisini eina munnliga, tó óal
menna, fyribils váttan, sum sigur, at
hesar útrokningar eru púra beinar.
Kortini valdi altjóða fótbólts
sambandi at seta Wales omanfyri
Føroyar á styrkislistanum – og tað
er undrunarvert.
Tilvitað val
Tað fær illa verið annað enn eitt
tilvitað val, at FIFA ger soleiðis.
Føroyar hava jú vunnið fleiri stig og
eiga tí at vera frammanfyri. Gamaní,
FIFA brúkar ikki brøkpartar á al
menna listanum, men tað gera teir
í útrokningunum, listin byggir á. Tí
eiga Føroyar at vera frammanfyri.
Var tað soleiðis, at Føroyar og Wales
høvdu vunnið neyvt sama stigatal,
so var støðan ein onnur.
Sum vit áður hava verið inni á,
er bókstavaraðið heldur ikki nýtt
í samband við plaseringina, tá F
flestum kunnugt kemur áðrenn W.
Ein onnur frágreiðing kundi verið, at
av tí, at Wales lá omanfyri Føroyar,
tá FIFA kunngjørdi styrkislistan
fyri mai og tískil liggur omanfyri,
nú bæði londini runt roknað hava
273 stig. Men her hava vit dømi
sum tala fyri, at hetta ikki er vanlig
mannagongd.
Snýtti FIFA Føroyar?
Spurningurin er so, hví FIFA eftir
øllum at døma tilvitað velur at geva
Wales sessin omanfyri okkum, tá
alt talar fyri, at sessurin – og harvið
eisini plássið í styrkisbólki 5 – er
okkara?
Tað eru røddir, sum hava róð
upp undir, at tað er lítið av miklum
hjá FIFA at flyta Føroyar eitt pláss
á styrkislistanum, um hugt verður
eftir øllum øðrum, felagsskapurin
er ákærdur fyri.
Serliga í Bretlandi hava ákoyr
ingarnar í móti FIFA verið harðar.
Andrew Jennings, BBC-journalist
urin, hevur avdúkað nógvan rotin
skap, mutur og ullint viðurskiftið í
FIFA-familjuni, sum felagsskapurin
ofta kallar seg.
Haraftrat fekk Ongland ikki
vertsskapin fyri HM-endakapp
ingini í 2018, sum sjálvsagt ikki
gjørdi atfinningarnar mótvegis
felagsskapinum minni. Og so seint
sum fyri einum mánaði síðani var
bretski forsætisráðharrin David
Cameron frammi við kritikki av
FIFA.
Við hesum í huganum er ikki
óhugsandi, at FIFA heldur enn
gjarna sær, at atfinningarnar úr
Stóra Bretlandi ikki skulu gerast
fleiri í tali. Men styrkislistin hjá
FIFA staðfestir, at Føroyar eru betri
enn Wales, sum so aftur hevur við
sær, at Wales verður mett á sama
støði sum eitt nú Andorra, San
Marino og Malta, hóast liðið telur
stjørnur sum Craig Bellamy, Aron
Ramsey og Gareth Bale
Tá tað er støðan, er tað nógv,
sum bendir á, at okkurt er galið
við styrkislistanum hjá FIFA. Hetta
hevði helst fingið bretskar miðlar
upp úr stólinum og ákoyringarnar
haðani høvdu ivaleyst verðið harð
ari enn nakrantíð.
Hesa støðu ynskir FIFA helst at
sleppa undan, og tí gjørdist støð
an á styrkislistanum – kanska –
soleiðis, sum hon bleiv. Møguliga
offraði FIFA Føroyar í eini roynd
at sleppa undan uppaftur fleiri at
finningum.
Tí skal FSF trýsta FIFA og krevja
ein útgreinaða útrokning, so alt
kemur undan kavi. Júst sum FSF
ger í løtuni.
rolant@sosialurin.fo
Offraði FIFA Føroyar?
fifa-listin
FIFA-LISTIN Hvussu ber tað til, at FIFA valdi at seta Wales frammanfyri
Føroyar á styrkislistanum, tá útrokningar vísa, at Føroyar hava fleiri stig?
Hetta er ein spurningur, mong seta og sum vit nú royna at svara
FIFA og Sepp Blatter eru ikki kend
fyri opinleika og erligt spæl
Tilgjørd mynd
Hóast sama stigatal, 273, hevur
FIFA
sett
Wales
omanfyri
Føroyar á styrkislistanum fyri
juni. Útrokningar hjá football-
rankings.info, Jákup Emil Hansen
og Fótbóltssambandinum vísa
hinvegin, at Føroyar eru, runt
roknað, 0,07 stig frammanfyri
Wales. Støðan á styrkislistanum
er avgerðandi fyri, hvørjum
styrkisbólki Føroyar enda í.
Enda vit omanfyri Wales, flyta
vit ein styrkisbólk upp og kunnu
sostatt møta londum sum Malta
og San Marino. FSF hevur kravt
FIFA
eftir
eini
frágreiðing,
har útrokningarnar verða út
greinaðar.
Málið í stuttum: