mikudagur 6. juli 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. juli 2011 · Nr. 77
14
Sosialurin
Nøvn
Tung vóru boðini at fáa, at
tú ikki vart ímillum okkum
longur.
Vit
vóru
bara
komin
nakrar tímar inn í tað nýggja
árið, tá tú fekst blóðpropp
í hjarta og minni enn tvey
døgn seinni vart tú ikki long
ur ímillum okkum.
Nú eru gingnir 6 mánaðir
síðan hetta hendi, og enn
dugi eg ikki at skilja, at eg
ikki skal síggja teg aftur her
á jørð. Standi bara spyrjandi:
“Hví alt hetta henda má”.
Vit vóru ein stórur barna
flokkur, 8 systkin. Ein bróður
doyði 6 ára gamal. Heima hjá
okkum var nógv barnagleði
og áttu vit eitt sera gott
og trygt heim. Tað vóru 4
ár ímillum okkum báðar,
og vóru vit sera knýttar at
hvørji aðrari.
Tú vart bara 18 ár, tá tú
flutti út til Jákup at búgva;
hann var sjómaður og ofta
vóru túrarnir langir. Eg minn
ist at tú spurdi mammu, um
tú kundi hava meg har úti
meðan hann var burtur, og
sjálvandi var svarið ja, so vit
høvdu nógv okkara millum
bæði í álvara og gaman.
Tú vart so løtt í sinni og
elskaði at spæla býtt, so tú
fekst okkum øll at flenna í
tárum at tær. Eg minnist tá
eg fortaldi tær, at vit skuldu
taka ring uppá. Tú var skjót
og spurdi, um tú kundi koyra
teir á. Sjálvandi mátti tú
spæla prestur og halda talu,
meðan vit stóðu framman
fyri tær, og meðan tú koyrdi
teir uppá segði tú: “Minst
til, at ringurin er rundur og
ongan enda hevur”. Tað var
7/1-1987 og 24 ár eftir, 7/1-2011
bar Mortan teg til gravar.
Tú vart sera góð við
pabba, og tað var svárt hjá
honum at missa teg. At hann
skuldi fylgja tær eftir, bara
6 vikur seinni, hevði kortini
ongin væntað. Tú segði so
mangar ferðir við meg, at
tú vildi ynskt at man kundi
ringt til Himmals og bara
hoyrt mammu siga “Hey”.
Eg má siga tað sama sum tú,
hevði eg bara kunna hoyrt
tykkum sagt “Hey”. Pabba
segði við meg, tá tú vart farin,
at nú máttu vit bara hyggja
frameftir og ikki aftureftir,
tí vit máttu royna at koma
víðari við okkara lívi. Hann
vitsti av royndum hvat hann
tosaði um.
Jákup og tú fingu 28 ár
saman og 4 børn. Góðu Jákup
og børn, tit hava mist eina
góða konu og mammu; tað
dýrabærasta tit áttu. Paulus
skrivar í 2.Tessalonikabrævi
4,13-14: “Men vit vilja ikki,
brøður, at tit skulu vera
óvitandi um, hvussu er við
teimum, ið sovnað eru – fyri
at tit skulu ikki syrgja sum
hini, ið onga vón eiga. Tí so
satt sum vit trúgva, at Jesus
doyði og reis upp aftur, so
skal Gud eisini við Jesusi
leiða tey, sum sovnað eru,
fram saman við Honum.”
Lat hetta vera tykkum
ein ugga, tóat at saknurin
er svárur, at vit øll skulu
síggjast aftur ein dag. Má
Jesus pápi vera hjá tykkum
og signa tykkum í hesi sváru
tíð.
Friður veri við minninum
um mína elskaðu systur.
Systir tín Póla
Minningarorð um mína elskaðu systur
Súsannu K. Lindenskov
22/8-1964 – 3/1-2011
Omma, tú vart altíð hugnalig
at koma inn til. Eg minnist
væl, tá vit komu inn úr
Svínoy at ferðast. Vit komu
inn og fóru beinanvegin at
kanna húsini, um tey vóru
líka, sum tey vóru síðst, tá
ið vit vóru og vitjaðu. Tú
sat altíð og fekk tær ein
drekkamunn einsamøll við
borðið. Sum oftast hevði tú
eina breyðflís við súrróma og
nógvum sukri afturvið, men
eisini onkuntíð ein kjøtbita.
Tað var so hugnaligt og
luktaði altíð so væl at koma
inn. Oftani møtti mann ný
bakaðum
breyðum,
sum
stóðu á garðinum og blivu
avkøld, ella stóðu nýbakaðar
smákøkur á borðinum.
Vit hava heilt víst havt
nógvar góðar løtur saman,
men síðani vit fluttu inn til
tin hevur nógv verið øðrvísi.
Tú bleivst eldri og orkaði ikki
so væl.
Tú hevur altíð snakkað
opið um deyðan og eisini um
Harran. Ofta hevur tú fortalt,
at tú ynskti at fara friðaliga
og bara sovna burtur úr hesi
verð og soleiðis bleiv eisini.
Tú slapp ikki at liggja leingi.
Tá tú breyt mjødnina, komst
tú teg væl og fór at ganga
aftur beinanvegin. Læknin
segði, at tú vart tvør og harð
før og soleiðis var eisini.
Sjálvt um tú ikki altíð visti,
hvat tú lá inni fyri og hví tú
hevði so ilt, so legði tú teg
ikki bara í eina song, men
tú skuldi upp og tað skuldi
verða nú.
Tú fekk ein blóðtøpp í
beinið, sum gjørdi at tú ikki
fekk gingið so væl.
Tú lást ikki so leingi á
Røktarheiminum, at tú fekst
tað við, at tú hevði fingið fast
pláss har, men tá vit vóru og
vitjaðu, royndi tú at spyrja
um tíðindir norðanifrá. Tað
er ikki altíð so nógv at frætta,
men vit royndu at fortelja
tær tað sum var, og at tú fórt
at fáa 2 nýggj langommubørn
í summar. Tað vart tú eisini
glað fyri, sjálv um tú fýsti eitt
sindur, tí tú helt, at eg var ov
ung.
Tú gjørdist ússalig og
hevði pínu í beininum, men
tíanbetur vardi tað ikki
leingi. Eg og mamma komu at
vitja teg á sjúkrahúsinum og
læknin segði okkum, hvussu
tú hevði tað. Vit hildu, at
tú skuldi sleppa at hava
tað hugnaligt og heimligt
ta síðstu tíðina og tí fórt tú
oman aftur til Niðristovu.
Tú slapp ikki at síggja tey
nýggju langommubørnini,
men nú ert tú komin heim til
Jesus og har hevur tú sjálv 3
børn, sum tú ongantíð slapp
at síggja vaksa upp, so eg
dugi at ímynda mær, at tú
og abbi ganga og spasera við
børnunum ímillum tykkum.
Tað er ein stór troyst fyri meg
at vita, at tú nú ert komin
samanaftur við teimum og
at tit ongantíð fara at skiljast
aftur.
Tá eg kom inn á kamarið
hja tær tjúgunda apríl og
mamma stóð við songina hjá
tær, hugdi eg eftir tær. Eg
sá, at tú andaði fyri síðstu
ferð. Tú sá so friðfull út, og
fyri mær sá tað út sum um,
at tú sá øll tíni kæru standa
og bíða eftir tær. Tá visti
eg beinanvegin, at tað var
ikki ein sorgarløta, men ein
gleðiløta fyri teg at sleppa
burtur.
Tú ert nú komin heim, og
vit fara sjálvandi at leingjast.
men vit vita, at vit øll koma
at síggjast aftur.
Túsund takk fyri alt, sum
tú vart fyri okkum, góða
omma,
Jesuspápi veri hjá tær.
Irena
Til minnis um ommu, Gunhild Sofía Olsen