mikudagur 6. juli 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 6. juli 2011 · Nr. 77
Sosialurin
Í 1965 var ein norðurlendsk
stevna í Føroyum, og tá vórðu
hesar myndirnar tiknar í
Havn á ólavsøku.
Dreingirnir standa framm
an fyri norska skipinum
Gann, sum kom til Føroya við
gestunum.
Tone Stålesen, sum við tá
og hevur vitjað aftur í Før
oyum, minnist, at teir fimm
dreingirnir á myndini vóru
brøður, og teir høvdu eisini
ein lítlan beiggja, sum lá í
barnagarði.
Gentan varð avmyndað á
Skansanum.
Um nakar veit navnið á
børnunum, sum nú eru vaks
in fólk, eru tey vælkomin at
venda sær til Sosialin.
randi@sosialurin.fo
Kennist
nakar
við tey
Vit ynskja við hesum at
heiðra pápa okkara, ið verður
75 ár 7. juli.
Babba varð føddur á Skála
7. juli 1936. Hann er sonur
Kristian og Jensinu Davidsen
í Gerðinum á Skála. Babba er
yngstur av 8 systkjum. Hann
flutti ungur til Havnar, har
hann fór at læra elektrikara
hjá Viggo Andreasen. Hesa
tíðina búði hann hjá systir síni
Onnu Fíu og sváginum Andri
as í køkubúðini. Eftir lokið
læruskeið fór babba niður til
Danmarkar at ogna sær prógv
sum el- installatør og byrjaði
egið el- installatør virki.
Síðani møtti hann okkara
kæru mammu, Hedvig, sum
er dóttir Ninnu og Dáva
Petersen úr Saltnesi. Tey
giftust í 1965. Tey fyrstu árini
búðu tey í Fjósatúni og fluttu
tey seinni niðan í Varðabú.
Babba hevur roynt eitt
sindur av hvørjum. Í mong
ár hevði hann egið virki.
Flestu munnu óivað minnast
Lampubúðina og Atlasbúð
ina. Hann arbeiddi eisini hjá
Tryggingini í nógv ár. Eftir
at babba fór frá Tryggingini,
settist hann ikki hendur í
favn. Dugnaskapur og áræði
eru tveir av hansara eginleik
um og hava júst hesir virkað
til, at hann enn hevur egið
virki; Búgv, ið leigar hús og
íbúðir út.
Babba er í øllum lívsins
viðurskiftum ein tryggur
stuðul. Hann hevur ráðini, tá
góð ráð eru dýr. Altíð er hann
klárur og førur fyri at hjálpa
og evnini eru góð og mong.
Babba hevur eginleikan, at
hann fer gjøgnum heilt. Har
onnur hava hug at setast aft
ur og siga alt vera vónleyst,
heldur babba áfram við dirvi
og góðum treysti. Tá babba
setir sær eitthvørt fyri, er
heilt víst, at hann fær hetta
í lag. Orka og áræði trýta
ikki hjá pápa okkara. Altíð
hevur hann verið raskur og
væl fyri kroppsliga. Í nógv
ár hevur hann svomið hvønn
morgun og er hann ikki
bangin fyri at klatra upp á
hægstu tekju. Eitt av hansara
mongu avrikum er, at hann,
fyri heilt fáum árum síðani,
súkklaði úr Havnini og heilt
inn á Skála.
Framsíggin er hann sum
fáur, hugskotini eru mong
og dirvið er stórt.
Babba hevur eitt lætt
sinni, er jaligur og dugir at
síggja tað stuttliga í øllum.
Hansara stóru umsorgan
merkja vit hvønn dag. Hann
er áhugaður í, hvussu vit øll
hava tað, og er hann altíð
klárur við troystarríkum orð
um og eini hjálpandi hond.
Babba dylir ikki fyri, at
trúgvin á Jesus fyllir nógv í
lívi hansara og hann hevur
málað Jesu myndina klárt
fyri eygum okkara.
Góði babba, vit elska
teg og eru sera stolt av tær.
Hjartaliga til lukku við deg
num ynskja vit tær.
Børn tíni Kristian, Ninna,
Mirjam, Dávid og Hanna
Hjalgrim Davidsen 75 ár
Jarðarferðin við
Dánial Johansen
Av Strondum
verður í Sjóvar kirkju hósdagin kl. 14.00.
Familjan
Fríggjadagin tann 1. juli, fyngu hesi prógv, sum Bachelor Of
Architectural Technology And Construktion Managment
(byggifrøðingar) á VIA University College í Horsens.
Á myndini eru frá vinstru Regin Gaard Fossaberg
Tórshaven, Einar Toftegaard Saltangará, Kristoffur
A. Olsen Klaksvík, Ragnar Nielsen Oyndafjørður, Ada
Kristina Petersen Sandur, Elin Højgaard Klaksvík, Allan
Svabo Jónsson Miðvágur og Óli Højgaard Olsen Leirvík.
Á myndini vanta Høgni Joensen Miðvágur, Hanus Jacobsen
Syðrugøta, Rúni Kruse Tórshavn, Olgar Mortensen Vágur,
Nýklaktir Byggifrøðingar