Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. juli 2011 · Nr. 77 16 Sosialurin Kjak Svarid er nei! Í londunum rundan um okk­um hava politik­ arar og embætis­­fólk sett sær sjálv­um henda spurn­­ ing. Vit hava jú dømi um her hjá okkum frá politisk­­­ari síðu, at vit um­­ hugsa og velja at steingja heima­­­­síður á alneti­num og frá­­­siga okkum so­s tatt at fáa ávís­­ar KT-tæn­astur, av tí at vit ikki fylgja við á lógarøkinum. Í staðin fyri at dag­ føra lógarøkið, so­ leiðis at vit eru við á hesum framúr góða øki, ja í staðin umhugsa vit at steingja heimasíður, ið vit kundu fingið gagn burturúr. Vit eru annars næstan øll somul brúkarar av alnetinum í dag og av KT yvirhøvur. Men sæð frá polit­ iskari síðu eru vit fram­ vegis eitt ídnaðar­sam­ felag og ikki eitt KT- land ella eitt T-land. Tí lítið og einki verður gjørt frá politiskari síðu fyri at fylgja við KT- tíðini. Hinvegin, eru londini rund­an um okkum farin víðari til tað, sum tey kalla tann ”talgilta tíðaraldurin”, og kunnu hesi lond longu nú kalla seg D ella T-lond innan kunningartøkni. Tey hava longu orðað ein politikk, har hugtøk um uppihavsrætt, API og onnur KT-hug­tøk eru partur av lógar­ verkinum. Somuleiðis eru lógar­ tekst­ urin innan fleiri øki broyttur samsvarandi KT tíðini og tørvinum hjá tí einstaka og sam­ felagnum. Eitt nú hevur Dan­ mark sett sær fyri at skapa stóra menning í T-tíðini innan KT. Vinnulív, kommunur, brúk­­arar, politikarar, uni­versi­­ tetini og em­ bætisfólk eru í felag um hetta átak fyri at menna Danmark og fyri at útvega nýggjar vinnu­ møgu­leikar. Hugsað verður um at bøta um kapp­ingar­førið og at hækka tænastustøðið. Tíverri hava politik­ arar her á landi ikki í nóg stóran mun eygað á KT-økinum og allar teir stóru møgu­leikar, sum har eru. Serliga fyri eitt land sum Føroyar, ið bert hevur eina høvðus­ vinnu, hevur tað stóran týdning, at ein meira víðsýndur KT-politikkur verð­­ur settur út í kortið. Eru Føroyar eitt T-land ? Levi Mørk Limur í Tórshavnar býráð D ella á føroyskum T er tann digitali ella talgilti tíðar­aldurin. Og vit mugu spyrja: eru Føroyar eitt T-land, sum er fyrireikað til KT-tíðar­aldurin! Heðin Mortensen borgarstjóri Poula Eidesgaard Tað er heilt ófatiligt, at lands­­ stýris­maðurin í inn­­lendis­ mál­um, John Johanne­sen, og umboð fyri Landsverk, blíva við at pástanda, at ein politisk semja varð gjørd um innkomu­ vegin til Havnar á fundinum á Ráðhúsinum tann 17. juni. Bæði John Johannesen og Evald Kjølbro eru fullvitandi um, at borgarstjórin í Havn ikki hevur heimild at binda býráðið til eina tílíka semju, líka so lítið, sum John Jo­ hannesen sum lands­s týris­ maður kann binda løgtingið til nakra semju. Tí kann semjan ikki vera gjørd bert við einum fundi sum tann 17. juni. Eg havi eina býráðss am­ tykt at fyrihalda meg til, og júst tí var okkara uppskot, at teknisku fyrisitingarnar arbeiddu víðari við einum uppskoti, sum kundi góð­ kennast av býráðnum. Fyrr enn tað er hent, kann ikki verða talan um nakra semju. Til orðini hjá John Jo­ hannesen um, at hann ikki skilir, at farið er út í bløðini at klandrast um íspunnu søguna hjá Landsverk, um at ein semja varð gjørd, skal eg bara vísa á, at tað ikki er borgarstjórin í Havn, sum er farin í bløðini við hesum málinum. Tað vóru John Johannesen og Evald Kjølbro, sum eftir fundin sendu tíðindaskriv við teirra íspunnu niðurstøðu um eina semju til miðlarnar. Viðmerking til samrøðu í útvarpinum hjá Kringvarpinum Stutt viðmerking til úttalilsi hjá John Johannesen í Kring­varpinum á døg­verða 30. juni Tey seks ára gomlu børnini hava eitt gott tilboð í barna­ garðinum í dag. Fyri fimm árum síðani, tá ið dagstovnalógin varð broytt og vit fóru undir at gera námsætlanir, varð alt arbeiði á dagstovnaøkinum sett undir lup. Hesar náms­ ætlanir umfata alla menn­ ingina hjá barninum. Vit hava sjey mennigar­økir. Tey seinastu tvey árini hava vit havt serligan dent á má­l­ menningi og rørslu, og hevur Barna og Ung­dóms­deildin hjá Tórs­havna Komm­unu skipað fyri frálæru í hesum. Tað ið spurdist burtur úr hesum arbeiði, sæst týðiliga aftur í dag. Vit hava eina ørgrynnu av tilboðum hvønn dag, um at spæla og at læra. Allir stovnarnir hava ein skúlabólk ella skúlaspírar sum nøkur kallað tey elstu børnini. Nøkur hava eitt tilboð hvønn dag, aðrir hava nakrar dagar um vikuna. Hetta tilboð er fyri at gera skiftið millum barnagarð og skúla betri og lætttari fyri barnið. Vit hava arbeitt við hes­um skiftinum ella yvir­ gongdini nú í nógv ár, og nógvar royndir liggja á dag­ stovninum, hvuss u vit fyri­ reika tey til skúla­byrjanina. Tí er tað ikki neyðugt at fara at gera alt arbeiði um­ aftur, hvuss u arbeiði skal skip­ast, um skúla­aldurin verður settur niður til seks ár. Tað verður longu gjørt á dag­­­stovna­­­økinum í dag. Tað ið vit mangla ella sakna í dag, er at samstarva um skiftið við skúlan. Ein før­andi kapasitetur í út­landi­ num orðar hendan trupul­ leika soleiðis: “Her er talan um skifti mill­ um tveir stovnar, eitt skifti millum tveir heimar, millum tvær peda­gog­iskar skipan­ir og ment­anir. Tað, sum kann vera trupult fyri barnið, er ikki skiftið í sær sjálv­um, men held­ur tvørr­­andi møguleiki at binda saman tað gamla við tað nýggja, so­ leiðis, at tað nýggja kemur at standa sum nakað fremm­­ant og skilt burtur frá roynd­um barnsins og tess tilvitsku. Vit í barnagarðinum mugu geva børninum eina mynd av, hvat skal henda í skúla­­num. Um barnið ikki fær høvi at gerast kunnugt við tað nýggja, fyrr enn tað stendur mitt í tí og skúlin ikki megnar at knýta seg til tann peda­gog­iska veruleika, ið barnið kennir og kemur frá í barna­­garði­num, stendur barnið á berum og megnar ikki at skapa tey kensluligu og mentalu sam­bond millum barna­­garðs­­barn og tann skúla­­ næm­ing tað skal blíva. Tað er sostatt upp til barn­ið sjálvt at skapa hesi sambond.” Um tit ynskja, at børn fara fyrr í skúla, eru hesar royndirnar, sum longu eru gjørdar við seks ára gomlum, tøkar hjá tykkum sum vara av dagstovnaøkinum. Vit eru greið yvir týdningin av at samstarva um hetta skiftið millum dagstovn og skúla. Eg vil heita á tykkum, um at kunna tykkum um tað arbeiðið ið er gjørt fyri tey seks ára gomlu. Vit hava longu slóðað fyri á dagstovnaøkinum og loyvi okkum upp í, tá ið tit viðgera okkara øki. Annars sita tit við einum tilmæli, ið bert tit í fólkaskúlaráðnum skilja. Vit námsfrøðingar skilja ikki tilráðingarnar og annað tit koma við, tí tit viðgera okkara øki og hava ikki kunnað tykkum um, hvat ið vit fáast við. Vit eru ikki hoyrd í hesum máli, heldur ikki eru vit spurd eftir, hvat vit gera á okkara øki. Tilmælið, sum Fólka­skúla­ ráðið hevur gjørt, uttan at spyrja okkum í barna­ garðsøkinum eftir, er ein sera óheppin samskiftisháttur. Vit eru sera hørm um hetta hálva tilmælið sum um­ fat­ar okkara øki. Hetta er ikki rættið hátturin at vilja sam­ starva. Og absolutt ikki í tráð við góðan umsitingarsið. Fólkaskúlaráðið tosar niður til pedagogarnar