mikudagur 6. juli 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 6. juli 2011 · Nr. 77
Sosialurin
Heðin Mortensen
Borgarstjóri
Ætlanin um nýggjan inn
komuveg
til
Havnar
er
gomul. Býráðið og Lands
verkfrøðingurin blivu longu
í 1984-86 samd um meginregl
urnar fyri nýggjum innkomu
vegi og um talið á íbinding
um, tá ætlanin “Havnin í
framtíðini” varð gjørd. Sam
bært hesi ætlan, sum Lands
verkfrøðingurin og komm
unan tá samdust um, vóru
ikki færri enn 8 vegaíbind
ingar av síðuvegum á leiðini
frá
Kaldbaksvegnum
til
Krákugjógv – 4 norðureftir
og 4 inn móti býnum.
Men í 2007 byrjaði solo
renningin hjá Landsverk, tá
fyriliggjandi vegaætlan teirra
varð fyriløgd kommununi.
Longu tá verkætlanin varð
víst fyri borgarstjóranum,
kommunustjóranum
og
øðrum embætisfólkum hjá
kommununi um árskiftið
2007/2008,
gjørdi
borgar
stjórin vart við, at komm
unan kundi ikki taka undir
við verkætlanini, sum hon
fyriliggur, tí býurin fær so
at siga onga nyttu av hesum
vegnum, av tí at ferðslan
ikki verður spjadd. Orsøkin
er, at Landsverk av sínum
eintingum hevur tikið burtur
ikki færri enn 6 av teimum
upprunaliga
avtalaðu
8
íbindingunum.
Landsverk ikki
sinnað til samskifti
Býráðið hevur líka síðan 2007
roynt at fáa ein aktivan dialog
við Landsverk um málið. Men
Landsverk hevur hinvegin
havt eina sera líkasæla støðu
til tað at skula tosa við Tórs
havnar kommunu um hesa
verkætlan. Landsverk hevur
framvegis ein hugburð, sum
hoyrir tíðini undan fyrisit
ingarlógini til.
Kommunan kann eisini
bara staðfesta, at hon fær
sjáldan sakligar grundgev
ingar frá Landsverk, og hug
burðurin tykist at vera sum
í skemtisendingini fyri nøkr
um árum síðan, har Esmar
segði, “kann vera, tit hava
betru argumentini, men eg
havi rætt”.
Viljin til dialog og at fáa
glið á málið aftur, nú bæði
nýggjur landsstýrismaður og
nýggjur landsverkfrøðingur
eru settir, var eisini tað, sum
lá til grund fyri fundinum
sum borgarstjórin í Havn
innkallaði landsstýrismannin
í Innlendismálum til hin 17.
juni 2011. Landsstýrismaðurin
hevði umboð fyri Landsverk
við sær á fundin.
Endamálið við fundinum
var stutt og greitt tað, sum
eg byrjaði fundin við at
siga – nevnliga at tosa um
møguleikarnar at finna eina
loysn, sum bæði Tórshavnar
kommuna
og
Landsverk
kundu liva við.
Eg sum borgarstjóri og
embætisfólk okkara vístu á
heildarætlanina fyri komm
ununa, ferðslutrupulleikar
nar á kommunalu vegunum
í dag, og tørvin á at fáa spjatt
ferðsluna við fleiri íbinding
um
og
vegasambondum
millum nýggja innkomuvegin
og kommunala ringvegin og
kommunala veganetið sum
heild. Og víst varð eisini á,
at kommunan fær nógvar
trupulleikar av, at Landsverk
tvíheldur um, at føra ein 80
km/t veg gjøgnum bygt øki í
høvuðsstaðnum.
Ferðsluserfrøðingar
greiða niðurstøðu
Onki av ynskjunum og sjón
armiðunum hjá Tórshavnar
kommunu eru nýggj fyri
Landsverki – tvørturímóti.
Landsverk hevur tó kveistrað
allan dialog til viks, og hevur
ikki viljað tosað um hvørki
um linjuføring av vegnum,
hámarksferðina á 80 km/t,
ella um íbindingarnar, sum
kommunan ynskir. Hetta
hóast at Landsverk eisini
er væl og virðiliga kunnað
um, at óheftir serfrøðingar
frá Rambøll hava gjørt eina
kanning av verkætlanini hjá
Landsverk. Og teirra niður
støða er klokkuklár, tá teir
skriva:
“På baggrund af ovenstå
ende vurderinger anbefales:
1) at Ringvejen overordnet
anlægges med en hastig
hedsgrænse på 50-60 km/t
på
strækningen
mellem
Stóra Tjørn og Hotel Føroyar,
for herved at kunne etablere
tilslutning ved Flatarvegur,
Sundsvegur,
Villingardals
vegur, Marknagilsvegur og
Hotel Føroyar.
2) at der arbejdes videre
med
enten
Landsverkets
linieføring (A1) med tilslut-
ninger ved de nye byområder,
da løsningen giver mulighed
for en god tilgængelighed til
de nye udviklingsområder
langs vejen, eller med den
korte tunnelløsning (A2), da
løsningen vil have samm
e
tilgængelighed.”
Ella sagt á vanligum máli,
so verður mælt frá einum
vegi til ferðslu, ið koyrir 80
km/t, tí hesin vil avmarka
atkomiligheitina
og
talið
av íbindingum, og harvið
ta nyttu, býurin kann fáa
av hesum nýggja innkomu
vegnum.
Innkomuvegurin
skálkaskjól hjá
Landsverk
Eisini á fundinum sum vit
høvdu við innlendismálaráð
harran og Landsverk, tvíhelt
Landsverk framvegis um, at
teir vilja hava ein veg til 80
km/t. Grundgevingin er m.a.,
at fólk skulu eisini skjótt
kunna koma til og frá Gomlu
rætt.
Hetta prógvar týðiliga,
at hóast vegurin verður kall
aður nýggjur innkomuvegur
til Havnar, so er hetta hetta
bert eitt skálkaskjól hjá
Landsverk. Tí í veruleikanum
er tað ikki ein nýggjur inn
komuvegur til Havnina, sum
býurin eisini skal fáa nyttu
av, sum Landsverk ynskir
at gera, men fyrst og fremst
ein nýggjur landsvegur til
Gomlurætt, sum Landsverk
tó vil hava at ganga gjøgnum
bygt øki í Havnini.
Niðurstøðan á fundinum
varð, at teknisku fyrisiting
arnar hjá Landsverk og
kommununi skuldu setast
saman at gera eitt upplegg
til eitt kompromis, sum bæði
Tórshavnar kommuna og
Landsverk kundu liva við.
Hvørki meir ella minni.
Men longu áðrenn nakar
fundur hevði verið millum
teknikararnar hjá Landsverk
og kommuni, fór Landsverk
út við eini íspunnari søgu um,
at ein semja varð gjørd. Hvørt
hetta var gjørt tilvitað fyri at
forpurra møguleikanum fyri,
at politiski myndugleikin í
býráðnum og í landsstýrinum
samdust um eina loysn, sum
Landsverk ikki ynskir, er
ikki til at vita. Men tankin
spøkir.
Um Landsverk bert fyri
einaferð skyld stakk fingurin
í jørðina, so staðfesta allar
kanningar higartil, at við at
lækka hámarksferðina niður
til 60 km/t á einum strekki á
4-5 km gjøgnum bygt øki, eins
og Landsverk hevur gjørt við
landsvegin gjøgnum bygt
øki í t.d. Sandavági, so ber
til at fáa nakrar av teimum
týðandi íbindingunum, sum
Tórshavnar kommuna ynskir;
og so fær býurin eisini nyttu
av innkomuvegnum; so
verður larmurin frá vegnum
minni; og so verður ferðslu
trygdin gjøgnum bygda økið,
sum vegurin fer ígjøgnum,
betur o.s.fr.
Og tíðarmessiga vil hetta
einans merkja, at tað vil taka
1½ til 2 minuttir longri at
koyra eftir nýggja landsvegn
um til ella frá Gomlurætt.
Men tað gongur sjón
fyri søgn, at fyri Landsverk
viga
hesir
kanska
tveir
minuttirnir fyri tey kanska 2-
3% av teimum koyrandi, sum
skulu beinleiðis til ella frá
Gomlurætt, nógv meira, enn
nyttan av hesum vegnum
fyri tey 98% av koyrandi,
sum
skulu
til
Havnar
norðanífrá ella frá Gomlu
rætt til arbeiðis ella í øðrum
ørindum. Og tað vigar eisini
meira fyri Landsverk enn
eitt nú larmurin frá vegnum,
ferðslutrygdin o.s.fr.
Hugburðurin hjá
Landsverk til samstarv
Tað er tí kanska ikki so løgið,
at Tórshavnar kommuna
eisini aftaná ta skriving og
teimum útsagnum, sum eru
komnar frá Landsverk eftir
fundin hin 17. juni 2011, situr
við teirri fatan, at Landsverk
framvegis ikki vísir nakran
veruligan vilja at viðgerða
hetta mál sakliga í samstarvi
við Tórshavnar kommunu.
Landsverk hevur eftir
kommununnar tykki ikki
víst nakað forstáilsi fyri,
at fyri kommununa má ein
slíkur vegur eisini viðgerðast
við atliti til býarskipan og
býarmenning í framtíðini.
Fyri
Landsverk
tykist
málið vera avmarkað til eitt
nalvaskoðandi vegaprosjekt,
og fyri stovnin er tað blivið
eitt succesmál í sær sjálvum,
ikki at taka nøkur onnur atlit
enn síni egnu, heldur ikki
býarskipanarlig atlit ella til
onnur uppskot og ynski frá
Tórshavnar býráð.
Sjónarmiðjini hjá býráðn
um um ferðslutrygd, há
marksferð, íbindingar, býar
skipan o.s.fr. verða sópað til
viks. Tá kommunan so fekk
sær óheftar ferðsluserfrøð
ingar (Rambøll) at gera eina
uttanveltaða kanning av pro
sjektinum hjá Landsverk,
vóru hesir og kommunan
løgd undir m.a. skuldset
ingar um bílagt arbeiði og
líknandi.
Kommunan
kendi
seg
tí enntá noyddan at senda
I n n l e n d i s m á l a rá ð nu m
kæru
um
handfaringina
hjá Landsverk av málinum.
Men ikki óvæntað, so tordi
Innlendismálaráðið heldur
ikki at gera nakað við Lands
verk, ið harvið enn einaferð
hevur staðfest sína støðu
sum ein “statur í statinum”.
Í øðrum londum samstarva
ferðslumyndugleikar
hjá
kommunum og landsmyndug
leikum um at fáa býarskipan,
býarmenning,
høvuðs
ferðsluvegir,
ferðslutrygd
o.s.fr. at ganga upp í eina
hægri eind. Tað hvørki nýtist
ella ger Landsverk. Men sæð
við nútíðar brillum er tað tó
samstundis onki minni enn
ein “falliterklæring” hjá Lands
verk, tá stovnurin enn tann
dag í dag søkkur niður á tað
støðið, har hann brúkar sítt
vald við eini ótíðarhóskandi
landsvegalóg, at buka komm
unur og borgarar í landinum
í høvdið við, við fyrilitaleyst
at gjøgnumtrumfa sín vilja.
Tað er hent fyrr; tað hend
ir
við
“innkomuvegnum”
til Havnar; og tað kemur at
henda nógva ferð afturat í
framtíðini, um ikki politiski
landsmyndugleikin støðgar
hesum og sigur, at nú er nóg
mikið.
Og tá nýggi landsverk
frøðingurin í samrøðu í
útvarpinum
fyri
kortum
segði, at teir hava maktina
og ikki nýtast at samráðast
við nakran um hvat teir
gera, so kann ikki annað enn
staðfestast, at hesin “staturin
í statinum” framvegis hevur
ein hugburð sum hoyrir eini
farnari tíð til. Og politiski
landsmyndugleikin
vendir
framvegis blinda eyga til.
Jú,
arrogansan
er
so
sanniliga til at føla uppá. Men
sigast kann enn einaferð,
at tað er ikki Landsverk,
sum kemur at eiga seinasta
orðið um innkoyringarveg
til Havnar.
Innkomuvegurin til Havnar
Landsverk – ein statur í statinum?
Mynd: Rambøll