Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. juli 2011 · Nr. 77 18 Sosialurin Kjak Føroya Pedagogfelag Fólkaskúlaráðið gevur lands­stýris­manninum ráð í øllum málum um fólka­­skúlan. ­ kann ráða landsstýrismanninum til at seta í verk roynd­ar- og menn­ing­ar­­virksemi og gran­ skingar­ætlanir við­víkj­andi fólka­skúlanum. Hetta er eitt ediligt enda­mál viðvíkjandi fólka­skúla­num, og hevði tað verið ynski­ligt at vit, ið umboða aðrar fak­ bólkar ið eru um børn og ung á økjum, ið ikki hevur við undirvísingina í fólka­­­skúla­ num á gera, eisini høvdu slíkt ráð av ser­frøð­ingum at menna okkara øki, geva lands­­ stýris­­­kvinn­uni ráð og seta gransk­ingar­ætlanir í verk. Hetta ráð hevur nú latið úr hondum fyrsta tilmæli sítt: Tilmæli um sernámsfrøði 20. juni 2011. Samsvarandi inngangi­ num í hesum tilmæli, s. 3, hevur landsstýriskvinnan: valt fólk í hetta ráðið eftir ser­kunnleika. Føroya Peda­ gog­felag veit ikki hvønn serkunnleika, valdu fólkini í Fólkaskúlaráðnum hava innan fólkaskúlaøkið, og hevur heldur ikki nakra orsøk til at ivast í hesum ser­kunn­leika. Men, tá ið til­ mælið fyri ein stóran part viðger arbeiðsuppgávurnar hjá pedagogum og peda­gog­ iskum starvsfólki annars, um­­framt at seta høvd á, hvør skal røkja ávísar upp­ gávur innan okkara arbeiðs­ øki – og hetta eru so ikki peda­­gogar – so undrast Før­ oya Pedagogfelag stór­liga á ser­­kunnleikan. Vit hava ikki á sann­førandi hátt funnið nakran serfrøðing innan okkara øki í Fólka­skúla­­­ráðn­ um, líka so lítið sum Fólka­ skúla­ráðið hevur ráðført seg við Føroya Pedagog­­felag í hesum máli, so felagið undrast á, hvat hetta er fyri serkunnleiki, ið her gevur seg til kennar á okkara øki. Harumframt, so gevur ráðið tilmæli um alt ser­ náms­frøðiliga økið, ið sam­ bært heimasíðuni hjá Ser­ námi fevnir um børn og ung millum 0 og 18 ár. Um Sernám hevur verið uppi í hesum arbeiði loyva vit okkum at ivast í, tí at á s. 6 í tilmælinum verður víst til: Tilmælið um sernámsfrøði frá 2001, sum um hetta enn eru galdandi mannagongdir innan sernámsfrøðiliga økið hjá Sernámi. Okkum kunnugt eru stórar broytingar farnar fram á økinum síðani 2001. Hóast tað, nýtir Fólka­skúla­ ráðið tilmælið frá 2001, sum eitt grundarlagið undir tilmælum sínum! So eru útlendskir ráðgev­ arar brúktir, nevndur er Niels Egelund frá Århus Universiteti. Vit vita at Niels Egelund er ser­frøð­ingur í mongum, men at hann eisini er tað í arbeiðs­viður­skift­ unum hjá føroyskum peda­ gogum, vardi okkum ikki...? Samanumtikið, so má niðurstøðan hjá Føroya Pedagogfelag verða, at tað er so sum so við serkunn­leika­ num hjá hesum ráði, í øllum førum á pedagogøkinum. Stórur dentur verður í tilmælinum lagdur á fyri­ byrgjandi arbeiðið á ser­ náms­­frøði­liga økinum – sum rímiligt er, so at so nógv børn og ung, sum gjørligt, ikki hava tørv á sernáms­ frøðiligum stuðli. Á s. 11 verður sagt: Serlig­ ur dentur má leggjast á fyribyrgjandi serundirvísing í yngstu flokkunum og, sum niðurstøðu uppá hetta: Vit mæla til, at børn fara í skúla eitt ár fyrr enn nú Fólkaskúlaráðið hevur sín fulla rætt til at halda, at so skal vera, men vit mugu eisini vænta av ein­um ráði - mannað við ser­kunn­­ leikanum á økinum - at ráðið eisini grundgevur væl og virðiliga fyri sínum sjónar­ miðum og uppá­haldum. Her haltar álvarsliga. Vísindalig ella samfelagslig haldbar grund­geving er eingin, hví børnini hava tað betri av - tíansheldur læra meiri av - at fara eitt ár fyrr í skúla. Gott nokk stendur á s. 21: Í Føroyum koma børn seint í skúla í mun til lond, vit annars samanbera okkum við. Vit vilja út frá einum sjónarmiði um fyribyrgjandi serundirvísing (sí s. 2.) mæla til, at øll børn sleppa í skúla í árinum, tá ið tey fylla 6 ár. Føroya Pedagogfelag kunn­ ugt, so er serundir­vísingin ikki júst minkað í teimum londum vit annars saman­ bera okkum við , har tey fara eitt ár fyrr í skúla, heldur tvørturímóti. Í stóru fyrimyndini í Norðurlondum, Finnlandi, fara børnini í skúla sum sjey ár gomul og ongar ætlanir eru um at broyta tað. Kann tað hugsast, at tað kunnu vera onnur viðurskifti enn aldur við skúlabyrjan, ið hevur ávirkan á, um barnið fær eitt gott lív? Sjálvt um tað tykist sum um, at Fólka­ skúlaráðið heldur, at so er. Hvat pedagogstættin hevur gjørt til sakar, nú hon, brádliga, eftir hugsan Fólka­­­skúla­ráðsins, ikki longur er før fyri at skapa eitt mennandi umhvørvi og avbjóð­­­ingar fyri tey 6 – 7ára gomlu, verður als ikki nomið við, soleiðis er tað bara. Logikkurin hjá Fólka­skúla­ ráð­num er: tað er betri fyri tey 6-7 ára gomlu at fara í skúla 6 ára gomul, tí tað er betri fyri tey. Verður hugt gjølligari eftir tilmælinum, so hómast ein ávísur samanhangur í øllum til­mæl­unum og tilmælinum um, at fara eitt ár fyrr í skúla. Fyrsti tráðurin er, at Fólk­a­­skúlaráðið sær mál­ menn­ing og lesiførleika sum grundleggjandi í øllum fyri­­byrgj­andi sernáms­frøði­ ligum arbeiði. Eingin ivi er um at, málmenning hevur stóran týdning í menning barnsins, og lesing seinni í lívinum; men tað eru nógv onnur viðurskifti í lívinum hjá barni­num, ið eisini hava týdning fyri menning barnsins, sum stórt sæð ikki verður nomið við her. Viðurskifti, ið eru ein fortreyt fyri málsligu menningini og lesiførleikanum seinni. Tað verður tað ikki nomið nóg gjølla við í tilmælinum, í stóran mun er tað bara mál­ menning og lesiførleikin, ið er avgerandi fyri tað góða lívið í hugaheiminum hjá Fólka­ skúlaráðnum. Løgið at hugsa sær, at okkara forfedrar hava ligið við átta­manna­farinum í ódn á Norðurhavinum og rópt: “Gevið okkum eina bók at lesa, so vit vinna upp land aftur”. Sjálvandi er tað ikki so einfalt, tí alt er kontekst­ bundið. Okkara forfedrar høvdu ikki so nógv brúk fyri lesikunnleika í tí lívi teir høvdu. Vit hava brúk fyri lesikunnleika, tí so nógv í okkara lívi ikki er bundið av beinleiðis royndum, men av, at vit lesa okkum til kunn­ leikan. Men tað er ikki tað sama sum at tað ikki eisini eru onnur viðurskifti, ið treyta okkara lív, heldur enn bara málmenning og lesing. Í hesum tilmæli eru hesi viðurskifti ein grund­ leggjandi fortreyt, meðan tey í veruleikanum eru partar av fortreytini, tí verður tilmælið eisini í mongum føri ov einoygt. Fortreytirnar fyri málsligu menningini og lesiførleikanum hjá børnum seinni í lívinum byggir m.a. á dygdargott arbeiði á dagstovnaøkinum - tað bendir øll gransking á. At koyra børnini í skúla eitt ár fyrr, fyri at tey skulu læra at lesa fyrr, gevur tískil ikki meining. Øll gransking vísir, at tað er ikki spurningurin um nær børnini fara í skúla, ið ger av, hvussu lesikøn, børnini verða, men tær fakligu og aðrar mennandi avbjóð­ ingar, tey møta í skúlanum, og har hevur fólkaskúlin kanska nakað at arbeiða fram ímóti, heldur enn, sum Fólkaskúlaráðið, at leypa uppum, har garðurin er lægstur: at koyra børnini fyrr í skúla. Heldur eigur at verða arbeitt við, hvat møtir barninum, tá ið tað fer í skúla. Við at lesa tilmælið, so skerst ikki burtur, at tað á mangan hátt líka so væl kundi itið eitt tilmæli um at styrkja lesiførleikan. Tað er eisini uppá sítt pláss at gera eitt slíkt tilmæli, men hví tað skal pakkast inn sum tilmæli um fyribyrgjandi tiltøk innan sernámsfrøðina, stendur ikki felagnum greitt. Dømi um hetta er á s. 8: Fyribyrgjandi og við­ger­ andi arbeiði innan sernáms­ frøðilga økið Tiltak í mun til tey 2 – 6 ára gomlu TRAS. Ansa tíðliga eftir málinum. Eitt eygleiðingar­ amboð at brúka á dag­ stovnunum. Hvør skal gera tað Dagstovnur/náms­frøðingur. Undir eftirliti av hvørjum Lesivegleiðari “byggir brúgv” millum stovnarnar! Lesivegleiðarin kann vegleiða um t.d. upplestur, kanningar og koma við góðum ráðum. Lesivegleið­ arin hevur upplýsandi fyrilestur fyri foreldrum og námsfrøðingum. At barnið verður betur fyri sosialt av at fara fyrr í skúla, eiga vit eftir á, at Fólka­skúla­ ráðið gevur okkum eina frágreiðing uppá, hví so er ella um so er? Tað er kanska eisini ein uppgáva hjá lesi­ vegleiðarunum, at vegleiða í tí? Føroya Pedagogfelag heldur, at tað er átaluvert, at Mentamálaráðið fyrst setir í verk eina útbúgving av vælkvalifiseraðum lesi­ vegleið­arum, fyri síð­ani, tá ið hesi eru liðug við útbúgvingina, ikki at geva rúm fyri, hvat lesivegleið­ ararnir skulu arbeiða við í fólka­­skúlanum, tíansheldur syrgir fyri sømiligum lønar­ viðurskiftum til teirra. Men at geva pedagogøkinum svarta­per, heldur enn sjálvi at loysa trupulleikan við, hvat ætlanin er við lesiveg­ leiðar­unum, er heldur ikki nøkur loysn. Tað er Menta­ mála­ráðið, ið eigur at taka seg saman, og heldur enn føg­ ur orð, at inna nakað í verki. Annar tráðurin í tilmæli­ num er sjálvt barnasýnið. Ikki tí tað er so eyðsýnt, tí í hesum tilmæli eru so nógv sjónarmið og hugtøk á lofti samstundis; sjónarmið og hugtøk, ið ikki altíð sampakka, so trupult er við hvørt at fáa eyga á, hvat Fólkaskúlaráðið í grundini stendur fyri – her eru nógvir bóltar í luftini samstundis. Men við at lesa tilmælið, so slepst ikki undan einum varhuga av, at í fatanini hjá Fólkaskúlaráðum, er trupul­ leikin íbygdur barni­num/ næminginum, (s.8): ella um trupulleiki er við atburði­num. Í allari nýggjari fatan – bæði pedagogiskari og psykolog­ iskari – verður arbeitt við eini mannafatan, har barnið ikki eigur trupul­leikan, men at trupulleikin er ein partur av søguni um barnið og ta søgu, barnið hevur um seg sjálvt. Tað, at barnasýnið er so ógreitt í hesum tilmæli, ger eisini, at tilmælið fer allar vegir og ongan veg, og tí er ov lítil nytta burtur úr tí. Samanumtikið, so metir Føroya Pedagogfelag, at Fólkaskúlaráðið eina aðru ferð kanska skal gera sítt heimaarbeiði betri, áðrenn tað kemur við tilmælum um aðrar fakbólkar og kanska spyrja serkøn fólk til ráðs – tað ger neyvan tilmælini verri. Tilmæli til eitt tilmæli hjá Fólkaskúlaráðnum Í tíðindaskrivi frá Lands­stýriskvinnuni í menta­málum, dagfest 1. februar 2011, verður sagt, at sett er á stovn Fólkaskúlaráð, við m.ø. hesum endamáli: