Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 6. juli 2011 · Nr. 77 Sosialurin Lagt til rættis: Árni Joensen Saab aftur í gongd Júst sum svenska bil­ verksmðjan Saab skuldi lata aftur og fara á húsa­ gang, komu tvær kines­ iskar bil­verk­smiðjur við næstan tveimum milli­ ardum krónum og bjarg­ aðu harvið fyri­tøkuni. Eftir einum sáttmála millum Saab og kines­ isku fyritøkurnar Panga Da og Youngman keypa tær kinesisku fyri­tøk­ urnar part av Saab. Av­ talan er tó treytað av, at stjórnirnar í Stockholm og Beijing góðkenna hana. Næsta stigið hjá Saab er at selja russ­iska ríkmanninum Vladi­mir Antonov verk­smiðju­ bygningarnar í Troll­ hättan. Tað hevði givið svensku fyritøkuni góð­ ar 200 milliónir krónur afturat. Saab hevur ikki gjørt nakrar bilar teir seinastu tríggjar mánaðirnar, tí fyritøkan hevur ikki havt ráð til at rinda starvs­fólkinum løn, og undir­veitarar hava sýtt fyri at lata verksmiðjuni lutir til bilarnar. Stórur laksur Nógvir íslendingar og út­ lendingar hava verið við tráðuni, síðani veiðitíðin í teimum íslendsku áu­n­um byrjaði. Tað er ymiskt, hvussu tað hevur vignast. Eitt nú kæra summi seg um, at laksurin tykist vera heldur seinur á veg í ár, og hildið verður, at kaldari veður kann vera ein orsøk. Men hjá øðrum hev­ ur tað ligið væl fyri. Sum eitt nú mánadagin tá Guð­laug Kristbjörg Kristinsdóttir fekk ein óvanliga stóran laks í Laxá í Aðaldali. Hetta var ein kvennfiskur, sum vísti seg at vera 104 sentimetrar langur og 49 sentimetrar í ummál. Sagt verður, at hetta er tann størsti laksurin, sum er veiddur í hesari ánni í ár. Grønlendingar veiddu minni Í fjør komu 2.500 tons minni av fiski og skelja­ dýrum upp á land í Grøn­landi enn árið fyri. Tað var skeljadýrini, sum sviku. Krabbaveiðan mink­aði 9 prosent og rækju­veiðan 13 prosent, og tað gjørdi, at 8.600 tons minni komu upp á land av krabba og rækj­ um. Harafturímóti kom meiri fiskur upp á land í fjør enn í 2009. Kalva­ veiðan vaks 11 pro­sent og toskaveiðan heili 17 prosent, men tá skal havast í huga, at toska­ veiðan sveik fullkomiliga í 2008. Samanlagt veiddu grønlendingar 6.000 tons meiri av fiski í fjør enn árið fyri, skrivar KNR. Tað var í 2001, at bretska fregn­artænastan MI6 kunn­ aði norsku trygdartænastuna POT um, at fyrrverandi KGB- njósnarin Vasilij Mitrokhin og bretski søgufrøðingurin Christopher Andrew vóru í ferð við at skriva eina bók um virksemið hjá KGB í Noregi. MI6 visti eisini at siga, at í bókini vóru óhepnar upplýsingar um norskar politikarar. Av tí at bæði Bretland og Noreg eru limir í NATO, høvdu bret­ar skyldu til at kunna norsku myndugleikarnar um bókina. Bókin kom ongantíð út. Keldur hjá norska blað­ num Dagbladet siga, at høv­undarnir vóru lidnir at skriva bók­ina, men at norskir myndug­leik­ar syrgdu fyri, at hand­ritið fór ongantíð til prent­ingar. Sambært keldunum um­ røddi bókin tvey norsk nøvn, sum vísa, at Arne Treholt var ikki tann einasti KGB- njósnarin í Noregi. Harafturat eru menn í uttanríkisráðnum og Arbeiðaraflokkinum um­ røddir, og okkurt navn er at finna í skjalasavninum hjá Stasi-fregnartænastuni í gamla Eysturtýsklandi. Thorbjørn Jagland, sum hevur verið formaður í Ar­ beiðaraflokkinum og uttan­ ríkisráðharri, sigur við Dag­ bladet, at hann hvørki hann ella flokkurin hevur havt nakra ávirkan á ta ætlaðu bóka­útgávuna. Bók um norskar njósnarar bleiv steðgað Norski Arbeiðaraflokkurin forðaði fyri, at ein avdúkandi bók um virksemið hjá sovjetsku fregnartænastuni KGB í Noregi kom út Danir kunnu vænta sær meiri gloprarregn í framtíðini Tað ógvusliga gloprarregnið í Keypmannahavn og har á leiðini var ógvusligari, enn teir donsku veðurmenninir høvdu væntað, men samstundis siga teir, at danir kunnu vænta meiri av hesum slagnum í komandi árum Fyrst varð sagt, at gloprar­ regn­ið var tað ringasta í meiri enn 30 ár, men seinni varð staðfest, at talan var um tað ringasta í Dan­mark nakrantíð. Eftir nøkr­um fáum tímum vístu regn­ mátarnir 150 millimetrar. Tað var met og nógv meiri, enn kloakk­irnar kláraðu at svølgja. Hava veðurlags­gransk­ ar­arnir rætt, kunnu danir vænta, at gloprarregn verður meiri vanligt í komandi tíð­ um. Tað vísir øll gransking, sigur veðurmaðurin Michael Jarnvig við TV2. Hann vísir á, at í veðurlagsfrágreiðingini, sum ST gav út í 2007, stend­ ur, at tá tað snýr seg um Dan­ mark, kunnu danir vænta sær fleiri hitabylgjur og meiri av ógvusligum avfalli enn fyrr. – Vit kunnu sostatt vænta og fyrireika okkum til, at gloprarregnið seinasta leygardag kann endurtaka seg, sigur Michael Jarnvig. Arne Treholt. Var hann bara ein av fleiri norðmonnum, sum arbeiddu fyri KGB? Mynd: Aftenposten