mikudagur 6. juli 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. juli 2011 · Nr. 77
20
Sosialurin
Miðvikan
D
anmark
varð
hersett
av
nasistiska Týsklandi 9. apríl
1940. Týskarar møttu ikki stórvegis
mótstøðu, og grundarlagið varð lagt
fyri tí sokallaða samstarvspolitikki
num millum danskar og týskar
myndugleikar. Endamálið var, at
hersetingin skuldi merkjast minst
møguligt hjá danska fólkinum.
Hetta gekk eisini eftir ætlan tey
fyrstu árini. Tað vóru eisini tey, sum
samstarvaðu meira enn hóskandi
við týskarar. Tað stóð heldur ikki á,
at fáa danskar fyritøkur at arbeiða
fyri týskarar, og nógvar teirra
forvunnu eisini hópin av peningi,
sum varð goldin av dønum sjálvum,
nevniliga úr tjóðbankanum.
Men so byrjaði so smátt ein
mótstøðurørsla í Danmark móti
týskarum. Í fyrsta umfari var hetta
sabotaga móti týskum hernaðar
ligum áhugamálum. Hetta var ikki
væl sæð av týskarum og heldur ikki
av donskum myndugleikum, sum
staðiliga ávaraðu ímóti hesum.
Henda mótstøðan móti týskar
um merkti so eisini, at tað vóru
danir, sum beinleiðis fóru í part
við týskarar og fóru at renna teirra
ørindini. Tað stóð enntá ikki á at
fáa danskar bøðlar til at fremja
píning og enntá morð av egnum
landsmonnum.
Eftir bardagalok kom tó ein
rættaruppgerð, har nógvir danir
vórðu dømdir fyri sítt samstarv við
týska hersetingarvaldið. Summir
blivu dømdir til deyða. Nógvir av
teimum blivu avrættaðir, meðan
aðrir blivu náðaðir.
Nógvir danir fingu fongsuls
revsing. Teir flestu vóru tó náðaðir
rættiliga skjótt, tá ringasta øsingin
móti teimum var av.
Tað vóru nakrir teirra, sum
høvdu føroyskar konur, og sum
aftaná fluttu til Føroyar við teirra
familju. Í fyrsta umfari var kanska
hugt skeivt eftir teimum. Men teir
fingu tó eitt vanligt lív uttan nakran
serligan ampa av teirra fortíð.
Morell var ein hetja
Millum hesi hjúnini vóru Ruth
Smith og Poul Morell Nielsen, sum
fluttu til heimbygd hennara Vági. Í
Vági var tað kent, at Morell hevði
arbeitt fyri týskarar, og hetta var
sjálvsagt ikki besta umdømi at fáa.
Men tað sum vágbingar og
føroyingar ikki vistu, og sum fá
í Danmark vistu tá, var, at Poul
Morell víst arbeiddi fyri eina týska
fyritøku, men hetta var fyri at
njósnast móti teimum fyri donsku
mótstøðurørsluna.
Tí verður hann í dag roknaður
sum ein tann fremsti av teimum,
sum arbeiddu móti týskarum.
Forsøgan er tann, at sum kríggið
leið fóru týskarar at óttast fyri eini
sameindari innrás. Teir vistu ikki
hvar, men ein av møguleikunum,
teir roknaðu við, var danska vestur
strondin.
Tí fóru teir at byggja eina røð av
verjuskansum, »bunkarum«, heilt
frá Noregi og til Spania. Danmark
var ein týdningarmikil partur av
hesum teini.
Á heysti 1943 verður Poul Morell,
sum tá las til arkitekt, settur í starv
hjá eini danskari byggifyritøku í
Lemvig í Vesturjútlandi. Hann fekk
at vita, at fyritøkan arbeiddi fyri
týskarar, men at hann ikki skuldi
vera við í hesum parti av virksemi
num. Poul Morell dámdi als ikki
hetta arbeiðið fyri týskarar, men
hann helt tó fram í fyritøkuni.
Skuldi vitja ein »sjúkan vin«
Eftir at vera byrjaður í Lemvig
vitjaði Poul ein lestrarfelaga i Keyp
mannahavn. Hesin var virkin í
mótstøðurørsluni, og hann spurdi
Poul um hansara arbeiði í Jyllandi.
Tað verandi arbeiðið hjá Morell
var við at verða liðugt. Men Poul
bjóðaði sær til at blíva verandi í
fyritøkuni, um hetta kundi hjálpa
mótstøðurørsluni.
Við
sær
til
Keypmannahavnar
hevði
Poul
eitt kort yvir havnina í Thyborøn.
Her vóru rúm til spreingiløðingar,
og Poul hevði fingið uppspurt,
hvaðani hesar kundu spreingjast
við fjarstýring. Felagin fekk hesa
tekning, og hann skuldi so fáa
kannað, um hetta var av áhuga hjá
mótstøðurørsluni.
Stutt eftir fekk Poul boð um
at koma til Keypmannahavnar at
vitja ein »sjúkan vin.« Hetta ljóðaði
sera meinaleyst, men var sjálvsagt
eitt páskot. Nú skuldi tann nýggi
maðurin hjá mótstøðurørsluni til
Keypmannahavnar at fáa nærri boð,
sum ikki kundi gevast í telefonini,
ið uttan iva var avlurtað.
Boðini vóru, at Poul skuldi koma
sær meira inn í týsku arbeiðini, og
hann skuldi nýta tann møguleika
hann harvið fekk fyri at vitja
umrøddu havnarøkið.
Poul byrjaði tískil at savna inn
upplýsingar og at gera nágreiniligar
tekningar av hesum hernaðarligu
týsku økjunum. Hetta varð so sett
inn í almenn kort.
Hesi »undirskrivaði« hann við
eini lítlari pípuroykjandi skjald
bøku. Tí kom hann at verða
nevndur »skildpaddeskorpionen.«
Hetta við skjaldbøkuni var sjálvspei.
Sjálvur roykti Poul pípu. Hann
visti eisini, at fleiri av hansara
lestrarfeløgum
vóru
byrjaðir
áðrenn hann í mótstøðurørsluni.
Men ein skjaldbøka kom eisini
fram! Og sagt verður, at hann á
nógvum økjum yvirhálaði sínar
felagar í mótstøðurørsluni.
Av tilvild fekk Poul eisini møgu
leika fyri at kopiera tekningar av
hesum verjuskansum. Hann tók tær
við sær, tók so kopi og legði so frum
ritini aftur, uttan at nakar varnaðist,
at tey høvdu verið burtur.
Nógvir av hesum bunkarum
sóust frá sjónum. Tí ynsktu týskar
ar at kamuflera teir, so teir skuldu
siggja út sum summarhús. Hetta
skuldi Poul hjálpa teimum við. Hetta
lætti nógv um hansara njósnara
arbeiði. Nú fekk hann møguleika
at fara frítt um á hernaðarligu
økjunum. Tískil var tað lætt at lata
tekningar av teimum fara víðari til
donsku fregnartænastuna.
Týskarar fingu illgruna
Poul var fleiri ferðir til avhoyringar
hjá týskarum. Men hetta var tá á
einu lægri støði, tí týskarar vildu
ikki fáa Gestapo uppi í leikin. Poul
visti kortini, at njósning kundi sera
lættliga geva deyðadóm. Men hann
hevði altíð eina góða undanførslu,
og hann dugdi væl at spæla firtin
um, at nakar skuldi vága sær at seta
honum slíkar spurningar!
Poul hjálpti eisini eftirlýstum
dønum, sum máttu fara »undir
jørðina«, sum tað var kallað. Kotu
orðið til hansara var: »Eg havi
hoyrt, at tú fegin vil sleppa at
keypa eitt skriviborð.« Persónar
við hesi fráboðan vóru eftirlýstir
av týskarum og skuldu flytast og
krógvast.
Poul hevði tískil møguleika fyri
at geva hesum nýggj og følsk sam
leikaprógv. Nøkur av stemplunum
gjørdi hann sjálvur.
Á vári 1945 var alt ein ruðuleiki.
Millum týsku hermenninar vóru
eisini slíkir, sum vóru føddir sum
fransar í hersettum týskum økjum,
og sum tí ikki høvdu tann stóra
samhugan við týskarum. Hesir
komu viðhvørt til Poul at lurta
eftir tíðindum frá BBC, sum var
strangliga forboðið.
Frá seinnapartin á sumri 1944
savnaði Poul ein hóp av upp
lýsingum í eini rapport sum var
10 síður. Í henni vóru nágreiniligir
upplýsingar
um
hernaðarligar
støðir í økinum kring Thyborøn.
Tær nógvu frágreiðingarnar hjá
Poul fóru vist við sendiboði til
Svøríki og haðani við flogfari til
Bretlands. Aftaná bardagan komu
tær aftur til Danmarkar og eru nú í
skjalasavninum hjá Frihedsmuseet
í Keypmannahavn.
Sagt verður um virksemið hjá
Poul Morell, at »Skildpaddespionens
arbejde i Thyborøn-området betragt
es i dag som en af de mest omhygge
lige og nøjagtige militære efterretn
ingsrapporter, der blev lavet noget
sted i Europa under krigen.«
»Landasvíkjarin« í Vági var ein hetja
Poul Morell Nielsen flutti eftir heimsbardagan til Vágs saman við konu síðu Ruth Smith.
Tað var væl kent, at hann undur krígnum hevði arbeitt fyri týskarar. Men veruleikin var ein annar
Bókin sum umrøðut njósnaravirksemið hjá Poul Morell. Innsett er
skjaldbøkan, sum gjørdist hansara undirskrift