Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 6. juli 2011 · Nr. 77 Sosialurin Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Hóttur við avdúking Slíkt njósnaraarbeiði sum tað hjá Morell verður fyrr ella seinni avdúkað. Eina ferð móti endanum á krígnum fær Poul vitjan av einum týskum undirheryvirmanni. Hann hevði fingið at vita, at hansara deild skuldi til Eysturhermótið. Men hetta hevði hann als ongan áhuga fyri. So sigur týskarin við Poul, at hann er fult út greiður um hansara njósnaravirksemi. Hann hevði sæð, hvussu Poul hevði mátað minu­ feltini upp. Poul royndi seg við undan­førsl­ una um, at hetta mátti vera ein misskiljing. Tað hevði sum so ongan áhuga hjá týskaranum. Poul fekk at vita, at antin fekk hann krógvað týskaran til kríggið var av, ella fór hann til Gestapo við síni vitan. »Geri eg tað, so skal eg vitna móti tær, og so sleppi eg undan at fara til eysturhermótið.« Nú skilti Poul, at hetta var álvari, og at hann mátti gera okkurt fyri ikki at verða avdúkaður sum njósnari. Hann fann nøkur stolin almenn skjøl frá týsku byggitænastuni í Thyborøn. Á hesi skrivaði hann, at týskarin ferðaðist í týðandi ørindum fyri hesa tænastu. Síðan skrivaði Poul undir við navninum hjá stjóranum. Aftaná ringdi hann til síni sam­ band í mótstøðurørsluni, at nú var tað hann, sum skuldi sleppa av við »et møbel«, sum var eitt óvanligt skrivaraborð, sum ikki slapst av við har á leiðini. Týskarin varð so krógvaður, og slapp heim til Týsklands eftir kríggið. Í Føroyum helt Poul Morell fram við sínum fregnartænastuvirksemi, her hann helt eyguni við tey russ­isku njósn­araskipini á okkara leiðum. Sannleikin kom fram eftir 45 ár Tøkkina fyri, at henda søgan er komin fram, eigur ein tannlækni Bent Antonissen frá Ringkøbing, sum hevur skrivað fleiri bøkur um hesar týsku verjustøðir. Í eini grein í Jyllandsposten í 1989 eftirlýsir hann, hvør ið Skild­ paddespionen mundi vera. Dagin eftir ringir telefonin, og tað er Poul Morell: »Eg skilji, at tygum eftirlýsa Skild­ paddespionen. Tað eri eg, men ger meg kortini ikki til nakra hetju.« Aftaná tøgn í 45 ár kom hann nú fram í ljósið. Orsøkin til hansara tøgn var, at hann alla hesa tíð hevði verið roknaður fyri at vera ein týskur handlangari undir krígnum. Og hann hevði ikki kunnað mót­ prógvað hesum, tí hansara tekn­ ingar vóru ikki at finna. Tí hevði hann valt at tiga. Men nú vóru tær komnar undan kavi. At hetta nú kom fram sjálvsagt sera væl við hjá honum, og hann var errin av tí. Nú var hann loystur frá sínum døkka umdømi frá krígnum av. Men hann fekk ikki langa gleði av tí, tí longu árið eftir doyði hann, 71 ára gamal. Júst í hesum døgum er ein framsýning um hann í Kystcentret í Thyborøn í sambandi við, at hetta savn er 10 ára gamalt. Her síggjast tær tekningar, hann gjørdi í sínum njósnaravirksemi, og tað hoyrist eisini ein bandupptøka við honum. Vágbingar kunnu so vera ernir av, at teir í síni tíð hýstu einum týðandi mótstøðumani av nasismuni. Teir vóru nevniliga ikki so nógvir í Danmark í mun til fólkatalið. Ruth Smith – eitt av okkara fremstu listafólkum Ein fortreyt fyri hesi søgu er, at Poul Morell var giftur við Ruth Smith, og skal nakað sigast um hana eisini. Ruth Smith varð fødd 5. apríl 1913 í Vági. Foreldur hennara vóru Johan Smith, fiskimaður og málingahandilsmaður og Elin Caroline f. Djurhuus. Pápin doyði ungur av tuberklum. Eftir sat mammam við fimm børnum. Hini fýra vóru William f. 1910, Napoleon f. 1915, Lina f. 1918 og Hanna f. 1921. Fimtan ára gomul fær Ruth arbeiði sum postboð í Vági. Seytjan ára gomul fer hon í 1930 til Dan­ mark­ar at fáa útbúgving sum sjúkra­systir. Men tað er skjótt, at Ruth fer í holt við listina, og fer á ymiskar listaskúlar. Í 1940 luttekur hon í eini føroyskari listaframsýning í einum gallarí á Nørrebrogade í Keypmannahavn. Í 1944 er tað, at Ruth Smith fer til Lemvig og flytir inn til Poul Morell, sum hon hitti á arkitektadeildina á Listaháskúlanum. Tey bæði giftast í Lemvig í 1945. Í 1947 fáa tey sonin Leif. Hann gekk forrestin í skúla saman við Hendrik Old. Leif er fyri kortum deyður. Hann átti ein son, Tóki, sum hevur samband við ættina í Føroyum. Í 1948 flytir familjan til Føroya. Tey búgva fyrst hjá mammu Ruth í Vági. Í 1950 flyta tey inn í leigað hús í grannabygdini Nesi. Har búgva tey, meðan Poul byggir húsini, hann sjálvur hevur teknað. Her hevði Ruth eisini atelier. Í 1952 fáa tey sonin Louis. Hann býr í dag á Svalbard, har hann heldur til úti í oyðimørkini, har hann livir av at savna æðudún. Hann verður kallaður Hiawatha eftir kenda indianaradronginum. Ruth var virkin í sínum málara­ virksemi og luttók í mongum fram­ sýningum. Men í 1958 doyr hon. Poul flytir av landinum aftur við sínum synum stutt eftir, men í 1963 setir hann á stovn “Minnisgrunn Ruth Smith Nielsens listamálara.” Ruth Smith verður roknað fyri at vera ein av okkara fremstu listar­ málarum. Í 2007 gav listasavnið út eina bók um hana. Hetta er eitt valaverk, sum telur einar 300 síður. Í Vági er eisini eitt listasavn fyri Ruth Smith. Tey sum hava áhuga at vita meira um Ruth Smith kunnu fara inn á heimasíðuna: www.ruthsmithsavn.com Partur av tekning sum Poul Morell gjørdi fyri donsku mótstøðurørsluna Ruth Smith og Poul Morell nýgift í 1945 Sjálvsmynd av Ruth Smith Poul Morell málaður av konuni Ruth Smith Komandi partur verður um Jógvan í Grótinum í Klaksvík. Hann var ein framburðsmaður sum m.a. fekk frysting til Føroya