Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. juli 2011 · Nr. 77 22 Sosialurin Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Bilredaktiónon hjá Sosialin­ um hevur í nakrar dagar roynd­arkoyrt ein av elbil­ un­um hjá Elfelagnum SEV. Talan er um ein Peugeot iOn. Niðurstøðan er tann, at bil­urin eins og ein vanligur bilur at koyra, bert tað at har er einki motorljóð at hoyra. El­motorurin við 64 hk kraftar væl, bilurin er kvikur, og CO2 útlátið er 0 gr/km. Peugeot Ion hevur allar hentleikar sum t.d. radio við fløguspælara, væl virkandi hitaskipan við aircondition, airbag framman, aftan og í síðunum. Bilurin fær góðan karakter fyri trygd frá evropeiska felagsskapinum fyri trygd í bilum EuroNCAP og týska bilfelagskapinum ADAC. Bilurin stendur til at kunna koyra 130 km upp á eina løðing, men hann skal veruliga koyrast við um­hugsni, um hann skal klára tað á føroysku veg­un­ um við nógvum og drúgv­ um brekkum. Undir koyr­ ing ber til at fylgja við á instrumentborðinum, nær koyringin er mest økonom­ isk. Hann løðir t.d. battaríini undir koyring í undanbrekku. Bilurin kann løðast upp við vanligari 220V stikk-kon­ takt. Tað er SEV sum eigur bil­in, og elbilabólkurin hjá SEV er ein virkin bólkur, sum arbeiðir við at betra um infrastrukturin til frama fyri elbilar. Sum t.d. at løðistandarar verða settir upp kring landið eitt nú í sambandi við útbyggingina av floghavnini í Vágum. Koyring við hesum elbilin­ um var ein góð uppliving. Trupulleikin er bert tann, at tá tú hevur koyrt elbil í nakrar dagar, kennist tað sum at verða fluttur aftur í tíðina at seta seg í ein vanligan bensin- ella dieselbil. Peugeot iOn, Citro­ën C- Zero og Mitsubishi iMiEV eru somu bilar við hvør sínum identiteti. mg Ljóðleysur og kvikur Tað er helst bert ein spurningur um tíð, til elbilar koma at avloysa teir vanligu bensin- og dieseldrivnu bilarnar, sum vit kenna í dag. Tað er hesin Peugeot iOn besta tekin um, hann er ljóðleysur, kvikur og CO2 útlátið er 0 gr/km Peugeot iOn er ljóðleysur, kvikur og CO2 útlátið er 0 gr/km Av tí at Oyggjaleikirnir vóru í síðstu viku, varð einki Vinnu- & Bilradio seinasta hósdag, tí verður sendingin sum varð send um vikuskiftið, endursend saman við hátíðarhaldinum á Skálatrøð, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd, hildu røðu. Ein býbussur verður royndarkoyrdur saman við Gunduri Johanneson, busseigara. Samrøður eru eisini við Jákup Egholm Hansen, tekniskan stjóra, og Jóannes S. Jensen, leiðara á Plan- og rakstrardeildini hjá Tórshavnar kommunu. Gundur Johanneson Marin Katrina Frýdal Vinnu- & Bilradio Jákup Egholm Hansen Hósdagin kl. 16.10 Sendingin verður endursend leygar­dagin kl. 17 og sunnudagin kl. 15 og 22 Tíðindaskrivið Ellisakfør var í farnu viku sent út til limirnar í áhugafelagnum Føroya Ellisakfør. Talan er um 20. árgang av blaðnum, sum er í A5 stødd við 52 blað­ síðum. Í blaðnum eru áhuga­ verd­ar greinar um tiltøk felag­sins, sum t.d. túrar við bilum og motorsúkklum um­ framt annað søguligt tilfar. Søguligt føroyskt biltilfar hjá Hergeiri Petersen er eisini í blaðnum umframt nógv ym­ iskt annað. Áhugafelagið Føroya Ellis­ akfør varð stovnað í 1992, og felagið hevur givið út lima­ bløð øll árini. Formaður í felagnum er Eirikur Ó. Simonsen. Heima­ síðan hjá felagnum er: www.ellisakfor.com Instrumentini vísa, nær koyringin er mest økonomisk Ellisakfør - 20. árgangur