mikudagur 6. juli 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 4. juli 2011
14
Hús & heim
Vikutema
tíðindi
– Eg orkaði ikki fyri hemsu-loysnini.
Tað var í fyrsta lagi ópraktiskt, og í
øðrum lagið dámdi mær stak illa at
liggja so høgt uppi.
Í 1990 flutti norska Berit Sørlie inn
í eina 41 fermetrar stóra – ella lítla –
íbúð í Bygdøy allé í Oslo.
Fyrstu 10 árini hevði hon eina høga
sovihems innast í stovuni, men fyri 10
árum síðani skifti hon hesa út við eina
skápssong, sum onkur vinkona hevði
tipsað hana um.
– Um tað mundið var trupult at
finna slíkar skápssengur. Nú haldi
eg meg síggja tær nógvastaðni, men
tað sær kortini út til at fá onnur hava
gjørt sum eg, sigur hon í samrøðu við
norska blaðið Aftenposten.
Alternativ
Sambært Familie- og husholdnings
statistikken, sum norska hagstovan
legði fram í fjør, hava umleið 40 pro
sent av øllum húsarhaldum bert ein
einstakan persón.
Hetta er ein øking uppá 6 prosent
frá 1990 og 12 prosent frá 1980. Í
dag búgva ein av fimm einsamøll ella
einsamallur í eini íbúð.
Prísirnir á bústøðum eru nógv
hækkaðir og hækka framvegis í
Noregi, og eru farnir uppum met
árið 2007. Nógv leita tí eftir smærri
íbúðum.
– Skápssongin er eitt sera
gott alternativ í eini íbúð, sum
bert hevur tað eina rúmið,
vísir Sørlie á.
Hon hevur valt at seta
skápssong sína aftanfyri
eina tveir metrar breiða
garderobu við eini spegils
hurð, ið kann skjúgvast til
síðis. Spegilin skapar eisini rúmd í
lítlu íbúðini. Ella sum Berit sjálv tekur
til: Stovan er vorðin tvífalt so stór!
Um kvøldið dregur hon hurðina til
viks, og tekur niður 120 cm breiðu
skápssong sína. Og um morgunin ger
hon tað øvugta.
– Her er næstan ikki
neyðugt við uppreiðing, sigur hon,
og vísir til reimarnar, sum halda
seingjarklæðunum fast.
Svevur væl
Berit hevur eisini eina sovusofu í lítlu
íbúðini. Skal hon brúka hesa, má hon
flyta stovuborðið, og ta loysnina held
ur hon lítið um. Men um hon hevur
liggjandi gestir, brúkar hon hana.
Sjálv svevur hon í songini, sum er í
skápinum. Hon saknar í øllum førum
ikki eina vanliga song.
– Skápssongin er eins góð og ein
vanlig song. Mær dámar sera væl at
sova í henni, sigur hon.
Hon sær eisini aðrar møguleikar í
hesi loysnini við skápssong-patent
inum. Hon ferðast millum tvey heim,
í Oslo og Porsgrunn, og tí hevur valt
somu loysn í báðum førum. Í Pors
grunn hevur íbúð hennara trý rúm,
og her hevur hon innrættað sær eitt
gestakamar við skápssong.
– Hetta gevur munandi meiri pláss
í rúminum: Tær nýtist ikki at spilla
pláss til eina song, og tí kann gesta
kamarið brúkast til nógv annað enn
bert til at sova í.
Sparir pláss og pening
við skápssong
Í Noregi eru bústaðarprísirnir
hækkaðir 9,5 prosent teir seinastu
tólv mánaðirnar. Hækkingin í mai
var 1,3 prosent.
Tølini, sum byggja á umleið
helvtina av teimum húsum og íbúð
um, sum eru seld tað seinasta árið,
vísa, at prísirnir eru hækkaðir hvønn
mánað higartil í ár. Hækkingin var
serliga stór fyrst í árinum við 7,6
prosentum í januar og tveimum
prosentum í februar samanborið
við somu mánaðir í 2010.
Besti mánaðurin til bústaðar
prísir tey seinnu árini var august í
2007, men í dag eru prísirnir heili
13,2 prosent oman fyri prísirnar tá,
skrivar Aftenposten.
Bústaðar
prísirnir
í Noregi
hækkaðir
Ivar Olsen frá »Praktiske Møbler«
staðfestir, at fleiri og fleiri hava
fingið eyguni upp fyri, at ein skáps
song er annað enn bert ein loysn fyri
smærri íbúðir.
– Í dag kunnu skápssengur brúkt
til so nógv. Íbúðirnar gerast minni
og dýrari. Nógv, serliga ung sum
seta búgv á fyrsta sinni, brúka hesa
loysnina fyri at spara uppá plássið.
– Men eg veit eisini um eldri fólk,
t.d. fólk við eftirløn sum spyrja eftir
skápssengrum í størri búeindum, fyri
at spara pláss í gestakamarinum.
Kostar
Ein av teimum sum hevur merkt til
hetta er Lene Birgitte Danielsen,
sum eisini býr í Oslo í eini íbúð við
trimum rúmum.
– Eitt gestakamar uppá 10 fer
metrar kostar, um ein hugsar um
prísirnar í teimumstørru býunum,
400.000 norskar krónur. Tá hugsi
eg út frá einum fermetraprísi upp á
40.000 krónur, sigur hon, samstund
is sum hon dregur niður ta 120 cm
breiðu skápssongina.
– Tá er henda ein nógv betri
loysn. Tí, hví skalt tú gjalda 400.000
krónur fyri eitt rúm, sum tú ikki
brúkar? Nei, tá vildi eg heldur latið
gestir mínar búð á einum hotelli.
Til ung og eldri
FAKTA
Sambært Wikipedia
eru skápssengur eitt
norðurlendskt fyribrigdi.
Longu í 1600-talinum
sóust fyrstu teirra.
Hóast tær verða nógv
keyptar, hava fólk í
Noregi enn ikki rættiliga
tikið tær til sín.
Tær fáast í ymiskum
útgávum – við skápi,
ofta sniðgivið sum ein
kommoda, ella ein setur
tær í eitt skáp. Støddirnar
eru ymiskar – 90, 120
og150 cm breiðar, eins
og møguleiki er at keypa
eina koyggjusong.
Teir høgu húsaprísirnir gera sítt til, at fleiri og fleiri velja at búseta
seg í smærri íbúðum. Her kann ein skápssong verða loysnin.
Men hon kann eisini vera praktisk í størri bústøðum.
Hvørt kvøld tekur Berit Sørlie
skápssong sína úr skápinum,
og her svevur hon væl. – Her er
nógv pláss at spara, sigur hon
Fleiri ymisk modell eru
at velja millum. Henda
hóskar sera væl í íbúðini
Hví skalt tú gjalda
400.000 krónur
fyri eitt rúm, sum
tú ikki brúkar?
Byggivinnan í Noregi hevur úr at
gera í hesum døgum, og sambært
hagtølunum hava norðmenn ikki
bygt so nógvar bústaðir síðani
1999. Eins og tá eru tað íbúðir í
teimum stóru býunum, sum hava
tann størsta áhugan.
Tøl hjá byggivinnuni vísa, at
tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár
vóru 114 prosent fleiri íbúðir í gerð
enn í somu mánaðum í fjør. Tað
merkir, at heldur hendan gongdin
fram, verða 30.000 nýggir bústaðir
bygdir í Noregi í ár.
Byggivinnan sigur, at hóast
talið kann tykjast stórt, so verður
framvegis tørvur á meiri bygging,
serliga í Oslo-umráðnum. Soleiðis
sum fólkavøksturin og búsetingar
mynstrið í høvuðsstaðnum eru, er
neyðugt við 4.500 nýggjum húsum
og íbúðum í umráðnum, skrivar
Aftenposten.
Óvanliga
nógv
bygging í
Noregi